okkara til tykkum næmingar og avvarðandi, ið eru tikin gíslar í hesum máli er hendan: Løgtingsval stendur fyri durum, so her er sera góður møguleiki at gera tykkum galdandi. Heitið á hinar flokkarnar á [...] jólafrítíðina hevur tøgn verið millum ymsar bólkar hesum máli viðvíkjandi, og tað harmiligasta av øllum er, at hægsti skúlamyndugleiki okkara vísir seg ikki at megna at greiða hesa uppgávu til lítar, hetta [...] møguleika til víðari útbúgving, hóast henda núverandi sera vánaliga skúlapolitikk landsins. Bundin er bókleysur maður. Foreldur at næmingi
seg við umstøðurnar her og gera fyrireikingar til stevnuna. Thorgeir Pálsson frá útflutningsmiðstøðini sigur, at íblásturin til hetta tiltak kemur frá tí vinarbýarsamarbeiði er er millum báðar høvuðsstaðirnar [...] og Reykjavík. Keypsstevnan hevur tí eisini fingið heitið ?TórRek?, sum er ein stytting av orðunum Tórshavn og Reykjavík. Í dag er rættiliga nógv handilsligt virksemi millum bæði londini. Ísland útflutti [...] til Íslands. Talan er um nógv ymisk sløg av vørum, frá matvørum til seyðaskinn. Thorgeir Pálsson sigur, at tað eigur at vera gjørligt at menna hesa samvinnuna. Góður gróðrarbotnur er fyri eini øktari samvinnu
vikuni. Men tey mugu brynja seg til at hoyra ymiskt, sum ikki er hoyrt fyrr í føroyskum tónleiki. Her verður einki pakkað inn. Við øðrum orðum er fløgan ikki fyri veikar sálir. »Hákun Spott«, »Mc-Allah«, »Spark [...] Eru teir svakir? Eru teir cool? Ella eru teir bara heiladeyðir? Hvussu er og ikki, so eru teir MC Hár, og øll tey, sum vilja verða provokerað, kunnu ogna sær fløguna »Framvegis uttan vit«, sum teir góvu
nýggjum). Eilif sigur, at tað er jú sami »myndugleiki«. Ja, tað er spurningurin. Lønardeildin hoyrir ikki bara undir Undirvísingarmálaráðharran, og ein lærari fer ikki hagar, um hann er ónøgdur við at skula vera [...] og á verða tey sjálvandi móð og óuppløgd, og tá er nógv lættari at royna at undirvísa, motivera og stimbra 14 enn 28 næmingar. 28 er óforsvarligt. 6. Tað er øgiliga hugstoytt, at ein ? annars fólkaligur [...] ot, og so er verkfallið hjá okkum ikki »ólógligt«. Hinvegin er tað ólógligt hjá arbeiðsgevaranum ikki at fylgja avtalum og kunngerðum... Hóast hetta, hevði eg ikki sagt, at arbeiðsgevarin er kriminellur
og stjórnin er eisini vorðin varug við viðurskifti, sum hevur lopið hvøkk á hana, at eg trúgvi tí ikki, at føroyingar verða gloymdir í hesum. Uppá fyrispurning um hann er ovfarin av tí, sum er komið fram [...] gjørt. Einki komplott Bent Klinte sigur, at hann er sera fegin um, at tann ?komplotteoriin?, sum fleiri hava hildið lív í, nú er dømd deyð at verða. -At der er lavet fodfejl undervejs, det skal Guderne vide [...] sum fyrst og fremst er frammi nú, er bankakeypið, og tað havi eg ongantíð havt nakað við at gera. Men sjálvandi kann ein siga, at tað eg havi gjørt, kundi verið gjørt betri. -Men er tað rætt, at tú í tínum
Bert fýra stig skilja fýra tey ovastu liðini í 2. deild, og tað kann takast inn í einum dysti, so her er einki avgjørt, hóast toftamenn mugu sigast at vera favorittar. [...] gerast ein kapping millum Kollafjarðar Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Nú seks umfør eru telvað, er bert eitt stig á muni millum KT og HT. Áðrenn 6. umfar sunnudagin vóru kollfirðingar trý stig framman [...] eftir at telva í liðkappingini. Í 2. deild liggur Tofta Talvfelag best fyri til at flyta upp. Men her eru trý onnur lið um boðið, eitt hjá Kollafjarðar Talvfelag og tvey hjá Havnar Telvingarfelag. Bert
m (Landsskúlafyrisitingini) er lagt niður, tí tann, sum røkti starvið, er farin frá við eftirløn. Nýggir fulltrúar Á Løgmansskrivstovuni er eitt nýtt fulltrúastarv. Tað er starvið sum nýskipanarfulltrúi [...] Undirvísingar- og mentamálastýrinum er niðurlagt og eitt deildarstjórastarv á fyrrverandi Almanna- og heilsudeildini er niðurlagt. Løgmaður sigur eisini, at í Fíggjarmálastýrinum er deildarstjórastarv umskipað [...] mentamálastýrinum er ein fulltrúi settur í nýtt starv. Oljan í Tinganes Almanna- og heilsumálastýrið hevur sett ein skrivara í nýtt starv, og ein skrivara í starv, tí annar skrivari er farin úr starvi.
havi kannað málið og kann siga, at handan søgan er heilt burturvið! So avgjørdur er Sommer Joensen um hendingina, ið er umrødd her á síðuni. ? Veruleikin er tann, at politiið, sum tey siga, steðgaði pic [...] satt í hesum máli. Frágreiðingarnar eru so ólíkar, at tað kann tykjast, sum tað er hvør sín hending, sipað verður til. Her skal sjálvsagt eingin leggjast undir at siga ósatt, men eftir stendur so tann klára [...] kjallara, og hartil høvdu atgongd til telefon, má tað á ein ella annan hátt vera teirra egna skuld, er onkur komin illa fyri, vísir Sommer Joensen á og avvísir avgjørdur, at politiið á Tvøroyri hoyrdi eitt
Tinganesi. »Hatta er ikki annað enn, tað, sum altíð er komið frá Óla Breckmann,« segði Eilif Samuelsen í viðmerking, tá Sosialurin setti seg í samband við hann eftir fundin. »Frá Óla Breckmann er ongantíð enn [...] Samuelsen er. Og sum ikki einaferð var tað Óli Breckmann, umboðandi Fólkaflokkin, sum toygdi seg longst. So langt, at orðstýrarin bað um at fáa meira stíl yvir orðalagið. »Vit, sum sita her, gera tað fyri [...] eftir fundin. »Fyri Óla Breckmann er tað heila bara sjónleikur. Hann meinar onki álvarsligt við nakað sum helst,« sigur Eilif Samuelsen. Hættilslig støða Støðan er hættislig, so nú má okkurt henda, segði
áheitan fer Sosialurin at prenta hesar frágreiðingar. Tað er Edvard Í Skorðini Joensen, sum gongur á Journalistháskúlanum í Århus, men sum í løtuni er í praktikk á Sosialinum, sum hevur skrivað frágreiðingarnar [...] øðrum liti og undir øðrum navni. Hesin Amadeus, sum nú flytir ferðafólk á veiðiferðir fram við landi, er tann fyrr so kendi læknabáturin Reyði Krossur. Men navnið Amadeus kallar í huganum fram heilt aðrar [...] likkur og murrandi lundar suðuri fyri Urðini í Nólsoy. Hugsað verður beinanvegin um mannin, hvørs navn er kent um allan heimin og sum bar millumnavnið Amadeus. Nevniliga tónasmiðin, og úrmælingin - eysturríkska