Hvussu grundgevur Eilif, at hann vil hækka næmingatalið? Landsstýrismaðurin í Undirvísingarmálum hevur í seinastuni sagt nógv ymiskt, og hann mótsigur sær sjálvum, so ringt er at vita, hvat hann meinar við:
1.Yrkisfelagið hevur onga avtalu um, at hægst 24 næmingar skulu vera í hvørjum studentaskúlaflokki.
2. Um Yrkisfelagið kortini hevur eina avtalu, so hevur tað kortini onga avtalu (um at farast kann bara upp um 24 aftan á samráðingar), tí »í samráði við« vil bara siga, at Yrkisfelagið hevur rætt til at verða hoyrt.
3. Um »samráðingar« kortini leggja upp til semju, hevur Yrkisfelagið sjálvt brotið avtaluna, við at samtykkja á aðalfundi, at samráðast kann ikki um at fara upp um 24 næmingar.
4. Yrkisfelagið hevur vitað um samanleggingina leingi, og lærararnir í Kambsdali hava fingið boð um at lesa sama pensum í báðum flokkum.
5. Tað er samfelagsliga »óforsvarligt« at hava flokkar við bara 14 næmingum í, vit skulu sum í Danmark hava upp til 28 næmingar í flokkunum.
6. Tað er »eindømi«, at vit skulu hava 28 næmingar í einum flokki í Kambsdali, og verkfallið hjá Yrkisfelagnum er ólógligt; lærararnir hava tikið næmingarnar sum gíslar, og fakfelagið er farið undir terrorvirksemi.
Viðvíkjandi 1: Eilif pástendur, at avtalan (um hægst 24 næmingar í flokkunum), sum varð gjørd millum Landsskúlafyrisitingina og Yrkisfelagið í sambandi við, at lærararnir skuldu halda eina viku frí uttan løn í 92, er uppsøgd av Yrkisfelagnum í sambandi við sáttmálasamráðingarnar í 97.
1/5 97 skrivaði »LØNARDEILDIN« (Tummas Magnussen) til Yrkisfelagið m.a., at: »Hervið verður váttað, at sáttmálin við tilhoyrandi avtalum, kutymum o.a. heldur áfram óbroyttur?«
Hartil svaraði Yrkisfelagið m.a. tann 9/5-97: »Einki annað er avtalað, t.v.s. viðvíkjandi: »tilhoyrandi avtalur, kutymur osfr.« eru vit púra frítt stillaðir. Annars er at viðmerkja, at vit ? okkum vitandi ? hava ongar aðrar avtalur enn sáttmálan.«
Vit hava nógvar avtalur við Landsskúlafyrisitingina um undirvísingarviðurskifti ? próvtøku, próvdøming, frídagar, feriu, pedagogikum, kunngerðartulkingar ? og eisini t.d. avtalu um, at vanligvís kunnu ikki vera fleiri enn 24 næmingar í einum flokki. ? Hinvegin helt formaður okkara, Snorri Fjalsbak, ikki, at vit høvdu aðrar avtalur við Lønardeildina enn sáttmálan, og seinasti setningurin hjá Snorra má skiljast sum ein spurningur: Hvat fyri aðrar avtalur enn sáttmálan hugsar Lønardeildin um?
Har er so onki svar komið frá Lønardeildini, men nú roynir Eilif at nýta hetta til at siga, at vit hava sagt avtaluna upp (sjálvt um tað at vera »frítt stillaðir« hægst kann merkja, at forhandlast má av nýggjum). Eilif sigur, at tað er jú sami »myndugleiki«. Ja, tað er spurningurin. Lønardeildin hoyrir ikki bara undir Undirvísingarmálaráðharran, og ein lærari fer ikki hagar, um hann er ónøgdur við at skula vera próvdómari 5 ferðir; ? har fóru vit til ein »myndugleika«, sum æt Landsskúlafyrisitingin.
Lønardeildin hevur ikki sagt nakra avtalu upp. Vit hava ikki gjørt nýggjar avtalur um næmingatal, og allir myndugleikar og YF hava handlað sum um, avtalan var í gildi. So avtalan er sjálvandi enn í gildi.
2. Fleiri hava longu roynt at forklára Eilifi, at »samráðingar« ikki merkja, at lærararnir bara verða »hoyrdir«, men at semja skal vera. Tað passar ikki, sum Eilif vil vera við, at har varð diskussión um merkingina av orðinum, tá avtalan varð gjørd. Men har varð ein long diskussión um innihaldið, tí longu tá hevði landsstýrið ætlanir um at hækka næmingatalið í hvørjum flokki. Tað var júst tí, vit løgdu dent á ikki bara at hava siðvenju (sum mær vitandi altíð var hægst 24 í studentaskúlanum), men eisini eina skrivliga avtalu. Annars høvdu vit ikki tikið við fríviku uttan løn, tá á sinni.
3. Tvætl. Aðalfundurin samtykti, at vit skulu verja hesa avtaluna, tí vit skiltu, at Landsstýrið ætlaði at bróta hana. Vit hava altíð veri og eru enn sinnað av og á at gera semju um at fara upp um 24 í byrjanini av einum skúlaári, um serlig viðurskifti gera seg galdandi, t.d. um AFS-næmingur kemur heimaftur.
4. Yrkisfelagið hevur vitað um ætlanirnar hjá landsstýrinum um at leggja flokkarnar saman, men felagið varð fyrst boðið til samráðingar 16. desember. Hetta er við viðurkenning av, at vit eiga eina avtalu, hóast fundarboðini komu alt ov seint. Vit høvdu neyvan verið í verk-falli nú, um Eilif hevði tikið upp samráðingar við Yrkisfelagið longu tá ætlanin um at leggja sama varð gjørd. At Landsskúlafyrisitingin visti um vandan, framgongur av brævi frá Rektaranum á Kambsdali til Landsskúlafyrisitingina (John Rajani) 26/8-97: »Gangi út frá, tú hevur sett teg inn í heimildir fyri samanlegging og eisini møguligum forðingum, ? eg hugsi ikki so nógv um YF-trupulleikar ? men kanska skal grein 12, serliga stk. 5 í kunngerðini havast í huga«.
Tá Eilif ikki boðaði okkum til fundar í góðari tíð, var tað ivaleyst fyri at seta okkum knívin á barkan til jóla. At hann longu í august 97 visti av, at hann eisini fór at bróta sína egnu kunngerð, grein 12, virkar heilt óskiljandi.
YF gekk sjálvandi út frá, at ein samanlegging kann bara koma upp á tal, um næmingatalið lækkaði til 24, men hetta var óhugsandi at rokna við í hesum førinum, tá 31 næmingar byrjaðu. So nógv sum fjórðingurin av næmingunum plaga ikki at gevast fyrsta hálvárið. Flokkar verða sjáldan lagdir saman, men tað er ongantíð hent, at meira enn 24 vóru í samanlagda flokkinum, og tað er ongantíð hent mitt í einum skúlaári. Men um næmingatalið bara hevði verið 24, høvdu vit kunnað livað við tí, sjálvt um tað er keðiligt at skula uppgeva »hálvt« árspensum í nógvum fakum.
Lærararnir hava fingið boð um at lesa sama pensum. Landsskúlafyrisitingin (John Rajani) skrivar 27/8 1997: »Havi tosað við Sámal og sagt at hann skal geva lærarum boð um at lesa sama pensum«, eftir at Sámal í Skorini hevði spurt, um tað var meiningin. Men her hava Eilif, John og Sámal misskilt, hvussu undirvísing fer fram. Tað ber nevniliga ikki til at geva lærarum »boð« um, hvat teir skulu lesa. Vit hava (sbr. kunngerðirnar) undirvísingarfrælsi, og oftani skulu ella kunnu vit lata næmingarnar vera við til at avgera, hvat skal keypast og lesast. Tað hevði t.d. verið oyðileggjandi, um ein danskt- ella føroysktlærari kom inn í ein flokk og segði, at næmingar vóru noyddir til at lesa hetta høvuðsverk og hesa grundbók, tí tað gjørdi parallelflokkurin. Merkiligt, at Sámal hevur gloymt at ávara Landsskúlafyrisitingina um hetta. 1. G?ararnir hava tí sostatt ikki lisið sama pensum í øllum fakum.
5. Eg havi í løtuni ein 3. G við bara 13 næmingum í, og eg havi fleiri ferðir havt so smáar flokkar, t.d. sum valhold. Eg kann bara royna at sissa Eilif: Onki »óforsvarligt« fer fram í hesum flokkum, tvørtur ímóti er tað nógv meira »forsvarligt« at hava 14 næmingar enn at hava 24 ? fyri ikki at siga 28 ? næmingar í flokkinum. Man hevur tíð til tann einstaka næmingin, øll kunnu tosa eitt sindur í munn uttan at óforsvarligt kaos verður. Allir lærarar vita at næmingarnir í einum lítlum flokki læra meiri, og tey fáa betri karakterir og gerast meiri sjálvstøðugir, enn næmingar í einum stórum flokki, har undirvísingin má verða meiri fyrilestrarkend og ópersonlig.
Vit vilja ikki hava »donsk« viðurskifti á hesum øki, sum helst er tað einasta, har vit hava betri umstøður enn danir; ? Vit fáa minni løn, ? hava longri arbeiðstíð um vikuna, ? skulu yvirtala næmingar at keypa bøkur, tá vit eingi flokssett hava at taka til, ? hava verri eftirútbúgvingarmøguleikar, og hava verri hølisviðurskifti. Næmingarnir hava eisini fleiri tímar um vikuna enn danskir næmingar, teir fáa minni studning og skulu sostatt samstundis arbeiða meira fyri at keypa bøkur, para upp til lestrarferðir osfr. Av og á verða tey sjálvandi móð og óuppløgd, og tá er nógv lættari at royna at undirvísa, motivera og stimbra 14 enn 28 næmingar. 28 er óforsvarligt.
6. Tað er øgiliga hugstoytt, at ein ? annars fólkaligur og hóvligur ? landsstýrismaður kann finna uppá at kalla okkum og okkara fakfelag »terroristar«, man skuldi trúð, at hann ikki visti, hvat orðið merkir? Eilif hevur helst onga hóming av, at fakfelagsrørslur hava verið við til at uppbyggja tað vælferðarsamfelag, sum vit liva í? Yrkisfelagið tekur tað í álvara at verja miðnámsútbúgvingarnar ímóti óseriøsum sparitiltøkum, og tí verða vit skýrd terroristar!
Er verkfallið hjá okkum ólógligt? Eg haldi, at vit hava ein sáttmála við nógvum tilhoyrandi avtalum (gjørdar við Landsskúlafyrisitingina), sum Landsstýrið hevur brotið. Landsstýrið hevur gjørt sáttmálabrot, og so er verkfallið hjá okkum ikki »ólógligt«. Hinvegin er tað ólógligt hjá arbeiðsgevaranum ikki at fylgja avtalum og kunngerðum...
Hóast hetta, hevði eg ikki sagt, at arbeiðsgevarin er kriminellur, tí vit tosa bara um »ólógligheit« í sambandi við sáttmálaviðurskifti, ikki í sambandi við sivila rættin. Vit hava soleiðis heldur ikki tikið gíslar, ? vit kundu t.d. ikki funnið uppá at sperra 28 verjuleysar næmingar inni í einum lítlum flokshøli.
Í yvirførdum týdningi eru næmingarnir »gíslar«, men tað er jú Eilif, sum hevur funnið uppá, at 28 »gíslar« inni í Kambsdali skulu takast. Hetta skuldi verða »eindømi«, hann hevur onga aðra ætlan um »gíslatøku«. Hetta skilja vit ikki: Hví hevur Eilif nakað serligt ímóti 1.S-matematikarunum á Kambsdali árini 97-98? Hetta er rein diskriminatión ? ella sigur hann ikki sannleikan?! Kanska ætlar hann sær, um »gíslatøkan« á Kambsdali gongur væl, at royna seg onkra aðra staðni seinni? Annars gevur tað í hvussu er onga meining. Tað snýr seg jú bara um trý-fýra hundrað túsund krónur hvørt hálvár, og ongin veit, hvussu støðan er í summar. Líka mikið um hetta er diskriminatión ímóti Studentaskúlanum í Eysturoy ella partur av eini størri ætlan um, at har eiga at vera 28 næmingar í øllum flokkum, eru vit ímóti.
Eilif Samuelsen plagdi at virka eitt sindur meira seriøsur, minni sensatiónshungrandi og lættisoppakendur enn so nógvir aðrir føroyskir politikarar (ongin nevndur, ongin gloymdur). Í hesum máli hevur hann hinvegin lopið framav og ikki viljað viðurkent feilirnar, hann hevur gjørt. Tað einasta, hann hevur víst, er treiskni.
Vit eru eisini treiskir, men í mun til Eilif eiga vit eina góða sak at kempa fyri, og vit fara at halda fram, til vit hava vunnið: til frama fyri núverandi og komandi næmingum og lærarum á studentaskúlum og HF-skeiðum kring landið.
YF-limur Kaj Alstrup