Á pallborðsfundinum, sum næmingafelagið í Hoydølum skipaði fyri hóskvøldið, gekk ein stórur partur út upp á at siga hvør øðrum, hvussu tvørur Eilif Samuelsen er.
Og sum ikki einaferð var tað Óli Breckmann, umboðandi Fólkaflokkin, sum toygdi seg longst. So langt, at orðstýrarin bað um at fáa meira stíl yvir orðalagið.
»Vit, sum sita her, gera tað fyri atkvøður. Tað hevur Eilif Samuelsen ikki fyri neyðini fyri at vera í politikki,« segði Óli Breckmann. »Hann hevur roynt, men hann fekk ongar.«
Og Jenis av Rana, sum umboðaðið Miðflokkin, nýtti møguleikan at siga fundarfólkinum frá, at Eilif Samuelsen, sum Óli Breckmann nú hevði lýst so nágreiniliga, júst situr í Landsstýrinum, tí Óli Breckmann og hansara flokkur hava valt hann og halda honum uppi har úti í Tinganesi.
»Hatta er ikki annað enn, tað, sum altíð er komið frá Óla Breckmann,« segði Eilif Samuelsen í viðmerking, tá Sosialurin setti seg í samband við hann eftir fundin.
»Frá Óla Breckmann er ongantíð enn komið nakað sum helst ordiligt. Hann gongur bara eftir manninum, og hatta lýsir akkurát Óla Breckmann. Tað hevði undrað meg nógv meira, um tað kom nakað seriøst frá hasum manninum« segði Eilif Samuelsen í viðmerking eftir fundin.
»Fyri Óla Breckmann er tað heila bara sjónleikur. Hann meinar onki álvarsligt við nakað sum helst,« sigur Eilif Samuelsen.
Hættilslig støða
Støðan er hættislig, so nú má okkurt henda, segði Absalon Østerø, formaður í Næmingaráðnum, tá hann í eini næstan fullsetari høll setti fundin á Læraraskúlanum.
Har vóu næmingar, foreldur og lærarar komin saman at lýða á, hvat politikkararnir, foreldraumboðið og næmingaumboðið við pallborðið høvdu at siga.
Tað undraði formannin, at Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum, ikki var møttur. Fyri Sambandsflokkin møtti Bjørn á Heygum, meðan Fólkafloksstólurin stóð tómur, tá fundurin byrjaði.
Trý korter eftr, at fundurin var byrjaður, kom Óli Breckmann og setti seg í stólin.
Men hann tók ikki orðið tvær-tríggjar tær fyrstu ferðirnar, hann fekk tað boðið, tí hann mátti fyrst finna út av, hvat málið snúði seg um.
Og allir pallborðsluttakararnir vórðu so æviga samdir um, at tað líkist ongum, at næmingarnir ganga fyri lút og kalt vatn, meðan lærarar og umsiting klandrast. Men ongin hevði nakað ítøkuligt boð upp á, hvussu málið skuldi loysast.
Lógaruppskot
Tað mest ítøkiliga kom frá Jenisi av Rana, sum segði frá, at Miðflokkurin fór at leggja uppskot fyri Løgtingið um at loysa málið.
Men tað helt Signar á Brúnni, úr Tjóðveldisflokkinum, ikki vera nakað serliga gott hugskot, tí tað tekur alt ov langa tíð.
Annars undraðist hann á, at eitt mál, sum byrjaði sum eitt fíggjarmál, við tað, at talan var um samanlegging fyri at spara eina hálva millión, fyrst var gjørt til undirvísingarmál fyri síðan aftur at enda sum fíggjarmál.
Her er ov lítð skil í, helt Signar á Brúnni. Hann hevði, sum flestu aðrir luttakarar, ætlað at sett Eilifi Samuelsen og Anfinni Kallsberg, landsstýrismonnum, nakrar spurninar, men hvørgin teirra var á fundi.
Vilhelm Johannesen, úr Javnaðarflokkinum, helt, at tað var løgið, at løgmaður skuldi vísa aftur eini áheitan um at taka sær av málinum. Grundgevingin var, at hann kundi ikki taka eitt mál úr hondunum á landsstýrismanninum, sum umsitir málið. Í hesum førinum Eilifi Samuelsen.
»Tað er løgið, tá vit vita, at hann uttan nakað kundi taka øll málini frá Sámal Peturi í Grund,« segði Vilhelm Johannesen.
Magni Dalsgaard, foreldraumboð við pallborðið, segði, at arbeiðssteðgurin kom í so óvart á foreldur og næmingar. Og hann fýltist á, at næmingarnir einki fáa gjørt, um teir høvdu ætlað at brúkt verkfalstíðina til nakað skilagott, tí tey hava ongar bøkur. Bara fotoavrit av ymsum pappírum.
Gerðarættur
Fleiri av luttakarunum á fundinum vóru inni á, um ikki rætt var at lata málið avgera við ein gerðarætt. Og nógvar vóru meiningarnar um tað.
Bjørn á Heygum eftirlýsti, hví Yrkisfelagið ikki vildi lata málið í ein gerðarætt til avgerðar.
Til Hetta svaraði ein nevndarlimur í Yrkisfelagnum, sum tó ikki sat við pallnborðið, at einki var, sum hindraði, at málið fór í gerðarættin. Tað vilja lærararnir fegnir, segði hon. Men treytin er, at lærararnir sleppa aftur til arbeiðis, og at næmingabýtið í flokkunum er tað sama, sum fyri jól.
Fundarfólkið fekk eisini høvi at seta spurningar og koma við viðmerkingum.
Tað kom rættiliga greitt fram,at tað mest vóru næmingar og avvarðandi, sum vóru á fundi og tóku orðið.
Mest sum alt gekk upp á at vita, hvat Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum, ætlaði at gera. Men hann var, sum kunnugt, ikki á fundi, og fekk tí ikki svarað.
Men so mikið varð troðkað á, at Bjørn á Heygum og Óli Breckmann, sum umboðaðu samgonguna, mestsum lovaðu, at teir skuldu fara at tosa við Eilif Samuelsen, landsstýrismann longu dagin eftir.
Tað vil siga, at Óli Breckmann skuldi taka Eilif Samuelsen við hørðum, so hann skilti, at hann var ikki serliga væl fyri í hesum málinum.
Men saman við teimum trimum andstøðutingmonnunum, sum væntaðu sær stuðul frá flokkum sínum, uttan tó at lova nakað víst, letur til, at meiriluti kann gerast á Tingi, sum gongur í móti landsstýrismanninum í hesum máli.
Spurningurin, sum hangandi varð eftir, er so, hvussu skjótt ein loysn kann væntast?
Og tað vóru onkrir áhoyrarar á fundinum sum høvdu góðar vónir.
Rektararnir á studentaskúlunum í Hoydølum og á Kambsdali, Mads Winther og Sámal í Skorini, tóktust báðir vóna, at teir longu mánadagin, kundu bjóða næmingum og lærarum væl aftur komin í skúla.
Mads Winther, rektari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, sigur í viðmerking, at hann heldur, at her loysnaði okkurt á fundinum.
Og Sámal í Skorini helt, at tað var ein ávísur seriøsitetur á fundinum. Og at bæði Bjørn á Heygum og Óli Breckmann boðaðu frá, at teir vildu royna a ávirka Eilif Samuelsen, helt hann vera positivt, um enn mátarnir, teir ætlaðu at brúka, vóru eitt sindur ymiskir.
»Eg kenni á mær, at fólk nú taka hetta í álvara, og tað fer at gera tað, at okkurt hendir,« segði Sámal í Skorini.









