-Eg hugsi nógv um Føroyar í hesum døgum, og tað er ikki sørt eg leingist aftur til Føroya, hóast eg havi tað gott í mínum nýggja arbeiði.
Sigur fyrrverandi ríkisumboðsmaðurin Bent Klinte, sum síðani 1995 hevur røkt starvið sum stiftsamtmaður í Viborg í Jútlandi.
Bent Klinte var ríkisumboðsmaður alla ta turbulentu tíðina seinast í 80-unum og fyrst í 90-unum, tá føroyski búskapurin fór í sor. Sum hægsti danski embætismaðurin í Føroyum var hann tí tann persónurin, sum kunnaði danskar myndugleikar um støðuna í Føroyum.
Gott við kanning
Nú bankakanningin er liðug spurdu vit Bent Klinte, hvat hann hugsar - við starvstíð síni í Føroyum í bakspeglinum!
-Eg kann bara iðra meg um gongdina í øllum hesum, men tað er gott, at øll hesi málini nú eru vorðin kannað. Eg haldi eisini, at talan er um eina góða kanning, sum gevur nøktandi svar uppá tað mesta sum var endamálið við hesi kanning.
Bent Klinte heldur, at hóast tað kunnu vera ymsar meiningar um innihaldið, so er tað gott, at vit nú hava eina so drúgva frágreiðing at ganga út frá.
-Men er ikki vandi fyri, at frágreiðingin bara verður ein partur av donskum innanríkispolitikki, og at føroyingar detta millum tveir stólar?
-Frágreiðingin hevur vakt so stóran ans her í Danmark og stjórnin er eisini vorðin varug við viðurskifti, sum hevur lopið hvøkk á hana, at eg trúgvi tí ikki, at føroyingar verða gloymdir í hesum.
Uppá fyrispurning um hann er ovfarin av tí, sum er komið fram sigur Bent Klinte, at tað eru viðurskifti her, sum hann ikki visti um áður.
-Tað, sum eg eri mest ovfarin av, er tað sama, sum forsætisráðharrin nevnir um kanning av bankunum. Eg trúði sjálvur, at tað var gjørd ein neyv kanning av virðinum av teimum báðum bankunum í sambandi við partabrævabýtið og helt ikki, at hetta varð gjørt so tilvildarligt og í so lítlan mun, sum tað varð gjørt.
Einki komplott
Bent Klinte sigur, at hann er sera fegin um, at tann ?komplotteoriin?, sum fleiri hava hildið lív í, nú er dømd deyð at verða.
-At der er lavet fodfejl undervejs, det skal Guderne vide, men at man har siddet kynisk i Danmark og lavet et komplot mod Færøerne, synes jeg ikke er noget grundlag for at sige efter denne undersøgelse.
Við hesum sipar Bent Klinte til embætismenn og myndugleikarnar annars, sum hav verið lagdir undir at hava lagt til rættis eitt komplott móti Føroyum. Hvat so Den Danske Bank hevur gjørt sigur hann seg av góðum grundum ikki vita.
-Men er tað so stórur munur millum eitt sokallað komplott og so tað vitandi ikki at geva føroyingum týðandi upplýsingar ella at geva teimum villeiðandi upplýsingar?
-Hatta er ein torfør avvigan.
Bent Klinte sigur annars , at vit eiga ikki at gloyma veruliga støðuna í Føroyum, tá kreppan tók seg upp.
-Eg kann minnast frá teimum fundum eg var við í Føroyabólkinum, hvussu óttafullir allir, sum fylgdu við gongdini, í veruleikanum vóru. Vit vistu, at tað var sjálv lagnan hjá Føroyum, sum stóð yðst úti á vippuni. Síðani varð tað hetta stóra tíðartrýstið. Tá tú nú lítur aftureftir og minnist, hvussu nógv stóð á, bæði hvat viðvíkti tíðini og hvussu bangin vit vóru fyri, at tað skuldu henda skaðar, sum ikki kundu rættast uppaftur, so skilur ein,hvussu torført henda støðan hevur verið hjá øllum, og at tú hevur ikki fingið gjørt alt líka væl.
Bent Klinte heldur, at hesar umstøðurnar eru ein partur av frágreiðingini um, at tað ikki var nakar ringur vilji móti føroyingum í hesum.
Ikki ringa samvitsku
-Men hvat við tínari egnari samvitsku, nú tú hevur verið eitt slag av millummanni millum Føroyar og Danmark, tá harðast leikaði á og tá tær ymsu avgerðirnar vórðu tiknar?
-Tað kann ljóða sum hondvask, men eg havi ikki ringa samvitsku av hesum. Tað, sum fyrst og fremst er frammi nú, er bankakeypið, og tað havi eg ongantíð havt nakað við at gera. Men sjálvandi kann ein siga, at tað eg havi gjørt, kundi verið gjørt betri.
-Men er tað rætt, at tú í tínum samskifti við tínar arbeiðsgevarar í Danmark hevur roynt at fáa teir til at tvinga eina kreppu fram í Føroyum, soleiðis at føroyingar fingu eyguni upp fyri, tí sum var við at henda?
-Eg veit ikki, hvar tit hava hatta frá, men eg kundi ongantíð funnið uppá at komið við nøkrum slíkum. Meg minnist, at eg í onkrum frágreiðingum havi skrivað, at ?krisebevidstheden? millum fleiri føroyskar politikarar var ikki til steðar. Tað skuldi ganga galið, áðrenn fleiri teirra fingu eyguni upp fyri støðuni. Eg havi fleiri ferðir víst á mín ótta fyri, at tað vóru sjálvt framstandandi politikarar, sum ikki sóu ella vildu viðganga, hvussu álvarslig støðan var.
-Men hevur tú gjørt títt til, at ein kreppa varð sett í gongd í Føroyum, fyri harvið at fáa føroyingar at rakna við?
-Nei, tað kundi eg ikki droymt um at gjørt. Líka mikið hvørjar meiningar tú hevur, so vildi tað verið tápuligt at gjørt tað. Tí kreppur kunnu bæði stýrast og ikki. Tú veit ongantíð, hvat kann koma burtur úr nøkrum slíkum. Tað at framprovokera eina kreppu vildi verið fullkomiliga ørt, ókløkt og skaðiligt fyri menniskju, sum ein ikki ynski at gera nakað ilt ímóti.
Ongin óndur
Bent Klinte sigur, at hann í øllum hesum málinum ikki hevur møtt nøkrum óndum menniskjum.
-Eg havi ikki møtt nøkrum, sum hevur ynskt at konspirera móti føroyska samfelagnum. Vit stríddust ein djarvan dyst fyri at bjarga tí, og eg haldi eisini, at ein hevur loyvi til at siga, at hetta hevur eydnast. So skal tað eisini sigast, at her er ein skuld at taka støðu til.
-Men var tað neyðugt at halda alt hetta so loyniligt og ikki kunna føroyskar myndugleikar um tað?
-Tað dugi eg ikki at meta um.
Uppá fyrispurning um hann sum umboðsmaður Danmarkar í Føroyum hesi árini ikki kennir seg eitt sindur samsekan í teimum ákærum, sum verða vendar móti donskum embætismonnum og myndugleikum sigur Bent Klinte, at tað ger hann ikki.
-Tað verður tosað so ómetaliga nógv um skyld - at leggja skyldina og ábyrgdina á danir og danskar myndugleikar. Danmark verður umrøtt á ein slíkan hátt, at tú trýr næstan ikki tínum egnu oyrum. Eg skilji føroysku debattina soleiðis, at her er talan um eitt ?skyldkompleks?. Tað virkar soleiðis sum at summir føroyingar vilja leggja skyldina á danir sum heild, og tað ger ilt fyri mong her niðri. Eisini tí, at eg ikki haldi hesar ákærurnar eru rímuligar.
Bent Klinte sigur, at tað er veitt ótrúliga stór og týðandi hjálp til Føroya úr Danmark, og hetta er gjørt í tí allarbestu meining.
Hann heldur, at hetta hava føroyingar kanska lyndi til at gloyma í løtuni.
-Sjálvandi skulu føroyingar hava afturgoldið tað, sum teir hava rætt til, men eg haldi, at føroyingar eiga at vera eitt sindur varnir ikki at yvirspæla leiklut sín sum tann, ið hevur verið fyri órættvísi, tí tað Danmark hevur gjørt, hevur verið við til at bjarga føroyska samfelagnum.
-Eg ivist ikki í, at tað eru gjørd mistøk bæði í Tórshavn og Keypmannahavn. Men tá samanum kemur var tað eitt ynski um at hjálpa Føroyum og at satsa kollosalar upphæddir í eitt samfelag, sum var í stórum trupulleikum.
Nú vóni eg, at vit fáa eina loysn, sum allir partar kunnu vera nøgdir við, soleiðis at tann annars góða samvinnan millum ríkispartarnar, kann halda fram.