Eru teir svakir? Eru teir cool? Ella eru teir bara heiladeyðir?
Hvussu er og ikki, so eru teir MC Hár, og øll tey, sum vilja verða provokerað, kunnu ogna sær fløguna »Framvegis uttan vit«, sum teir góvu út fyrr í vikuni. Men tey mugu brynja seg til at hoyra ymiskt, sum ikki er hoyrt fyrr í føroyskum tónleiki. Her verður einki pakkað inn. Við øðrum orðum er fløgan ikki fyri veikar sálir.
»Hákun Spott«, »Mc-Allah«, »Spark BN« og hinir í bólkinum ganga nýggjar leiðir við milt sagt ónærisligum sangum um, hvat hendir á ólavsøku, hvat hendir í tollinum á flogvøllinum í Vágum, og hvat hendir undir eini »andaligari samveru« (ov fúlt at sitera).
»Framvegis uttan vit« hevur verið á veg síðani í fjørsummar, og mánadagin var hon so í handlunum. Upptøkurnar vórðu gjørdar í West River Recordings í juli 1997, og ljóðblandað varð í Sun Studio í oktober av Jón McBirnie og dønunum Freddy Albrechtsen og Bjarne Hansen.










