Ætlanin er at menna samvinnuna millum Føroyar og Ísland, bæði á tí mentanarliga og tí handilsliga økinum. Fyri at fáa gongd á hesa ætlan verður skipað fyri eini keypsstevnu og framsýning í Badmintonhøllini í Havn í døgunum 25. til 29. mars.
Tað er íslendska útflutningsráðið og Eimskip, sum standa fyri hesum stóra og spennandi tiltakinum. Í hesum samband hava tvey umboð fyri íslendska útflutningsráðið júst verið á vitjan í Føroyum. Tey hava kunnað seg við umstøðurnar her og gera fyrireikingar til stevnuna.
Thorgeir Pálsson frá útflutningsmiðstøðini sigur, at íblásturin til hetta tiltak kemur frá tí vinarbýarsamarbeiði er er millum báðar høvuðsstaðirnar, Tórshavn og Reykjavík.
Keypsstevnan hevur tí eisini fingið heitið ?TórRek?, sum er ein stytting av orðunum Tórshavn og Reykjavík.
Í dag er rættiliga nógv handilsligt virksemi millum bæði londini. Ísland útflutti í fjør fyri umleið 60 mill. kr. í vørum til Føroya, meðan føroyingar útfluttu fyri einar 40 mill. kr. til Íslands. Talan er um nógv ymisk sløg av vørum, frá matvørum til seyðaskinn.
Thorgeir Pálsson sigur, at tað eigur at vera gjørligt at menna hesa samvinnuna. Góður gróðrarbotnur er fyri eini øktari samvinnu millum íslendingar og føroyingar, sum í dag hava so tætt samband hvør við annan.
Ein líknandi stevna hevur verið hildin í Grønlandi og tykist tað at vera stórur áhugi hjá grønlendingum at vera við í slíkum tiltøkum eisini.
Umleið 25-30 íslendsk virki eru sinnað til at vísa vørur og tænastur sínar fram í Føroyum, og so stóran dent leggja íslendingar á hetta tiltakið, at bæði borgarstjórin í Reykjavík og íslendski uttanríkisráðharrin verða við á ráðstevnuni, sum verður partur av tiltakinum. Har fer so eisini løgmaður og onnur føroysk umboð at vera við.
Keypstevnan verður bæði fyri innbodnum og fyri almenninginum. Ætlanin er so eisini at skipa fyri ymsum mentanarligum tiltøkum um sama mundið. M.a. verður íslendski filmurin Agnes vístur í Havnar Bio og ein jazz trio við Ólavi Steffensen, sum er hálvur føroyingar fer at spæla. Stór veitsla verður hildin í sambandi við tiltakið, og hana fer Maria Ellingsen, sum eisini er hálvur føroyingur at standa fyri. So roynt verður at gera tiltakið so føroyskt-íslendskt sum tilber.
Byrjanin
-Hetta er vónandi bert byrjanin til ein fastan tátt í samvinnuni millum bæði londini sigur Thorgreir Pálsson. Sett er longu út í kortið ein nýggj stevna í næsta ár. Hon verður í Reykjavík og fer at bera heitið ?RekTór?. Tá er ætlanin at hava eina stóra málningaframsýning við føroyskum listamálarum.
-Eg eri avfarin av tí stóra tali av føroyskum listamálarum og av dygdarverkum teirra. Fáir íslendingar vita, hvussu rík málningalistin er í Føroyum, og tí haldi eg, at tað hevði verið gott, um vit á RekTór í 99 kundu víst íslendingum nakað um føroyska málningalist.
Hann er annars sera fegin um vinarbýarsamstarvið millum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn og heldur, at hetta eigur at verða útbygt í framtíðini, nú hesi trý londini við betraðum samskiftis- og samferðslumøguleikum koma at vera nógv nærri hvørjum øðrum.
Og er tað m.a. í hesum sambandi, at íslendska flutningsfyritøkan Eimskip kemur inn í myndina. -Vit hava eitt gott skipafelag, sum kann nøkta ein stóran part av flutningstørvinum og harvið eisini gera tað møguligt at menna samvinnuna millum londini sigur Thorgeir Pálsson.
Hann vónar annars, at føroyingar eru nøgdir við ta fiskivinnusamstarv, sum er við Ísland. -Tit í Føroyum skulu bara vita, at íslendingar fara seint at gloyma stuðul tykkara, tá náttúruvanlukkurnar herjaðu her fyri nøkrum árum síðani. Neyvan hevur eitt so fáment fólk latið so stóran stuðul til eitt grannafólk sum føroyingar gjørdi í tí sambandinum sigur Thorgeir Pálsson, sum heldur, at íslendingar eiga at halda fram við at lata føroyingum kvotur í íslendskum sjógvi.