Besta deildin í føroysku talvkappingini sær alsamt meira út til at gerast ein kapping millum Kollafjarðar Talvfelag og Havnar Telvingarfelag.
Nú seks umfør eru telvað, er bert eitt stig á muni millum KT og HT. Áðrenn 6. umfar sunnudagin vóru kollfirðingar trý stig framman fyri havnarmenn, men so tapti Kollafjørður eitt sindur óvæntað móti Streymi, samstundis sum Havnin vann greiðan sigur á Vestmanna, so munurin minkaði niður í bert eitt stig.
Hjá Vestmanna megnaði bert John Rødgaard á fyrsta borði at fáa javnleik móti Rógva Rasmussen, meðan Havnin vann øll hini trý talvini.
Klaksvíkingar hava tvey lið við í 1. deild, og sunnudagin vann Klaksvík 1 4-0 á Klaksvík 2. Besta liðið hjá Klaksvík fekk sostatt fýra stig og tók seg nógv fram á stigatalvuni. Klaksvíkingar hava nú á 12 1/2 stig á triðja plássi. Fýra umfør eru eftir at telva í liðkappingini.
Í 2. deild liggur Tofta Talvfelag best fyri til at flyta upp. Men her eru trý onnur lið um boðið, eitt hjá Kollafjarðar Talvfelag og tvey hjá Havnar Telvingarfelag. Bert fýra stig skilja fýra tey ovastu liðini í 2. deild, og tað kann takast inn í einum dysti, so her er einki avgjørt, hóast toftamenn mugu sigast at vera favorittar.