Noregi á útbúnum fólki í oljuvinnuni er heilt stórur. Tvey tey komandi árini er brúk fyri meira enn 1000 verkfrøðingum innan olju- og gassvinnu. Hvat vilja vit! Hvat heldur Jógvan Hugo so um gongdina í [...] petroleumsverkfrøði. Tað er við hesi vitan og bakgrund, at tey bæði nú reika runt landið og siga føroyskum næmingum frá umrøddu spurningum. Tað er oljusamtakið AMG, ið Statoil er partur av, sum stendur fyri [...] hesum tiltakinum - saman við føroyskum myndugleikum. Vitan er vald -Vitan er vald, og skulu vit í gongd við eina nýggja vinnu sum oljuvinnu, so er tað av alstórum týdningi, at vit hava útbúgvið fólk at taka
Tað er óhoyrt, at ein fíggjarmálaráðharri, sum fær milliardir frá dønum, noktar at tosa við ovasta leiðaran í landinum, sum gevur honum allar hesar pengarnar. Soleiðis er hugsanin hjá mongum dønum eftir [...] hann fyri fult, sigur Bergur Jacobsen, sum er føroyskur prestur í København. Bergur Jacobsen, heldur, at framferðin hjá Anfinni Kallsberg, fíggjarmálaráðharra, er bæði óhøvisk og heimføðislig. Danir eru vanir [...] møttu tey upp við skeltum á donskum. So høvdu danir vitað, hvat tey meintu við. Mótmælisgongan var ikki vend móti føroyingum, men dønum, og tí er neyðugt at tosa tað málið, danir skilja. Altso konfrontatión
undir aðrar keldur. Tað er longu staðfest, at nógv olja er í øðrum økjum nærhendis. Bara Arco hevur í umbúnað at gera íløgur fyri tað sveimandi høga talið 350 mia. krónur. Arco er annars eisini farið at [...] vinnulív umframt miðlarnar. Enn er ikki endaliga avgjørt, um ferðin verður til nakað. Tað veldst sjálvandi um áhugan frá føroyskari síðu. Men verður hon til nakað, so er talan um, at 10 ella í mesta lagi [...] at venda eyguni móti økjunum á Atlantsmótinum og her er bæði talan um bretskt og føroyskt øki umframt tað írska. Arco er longu í ferð við at bora sunnan fyri føroyska markið - saman við Conoco. Og í nýggju
hartil, at rættast er at selja støðina. ? Partapeningurin í Guttansstøð er 600.000 og eg haldi, at flestu partaeigararnir eru sinnaðir at selja. Ikki minst tí kursurin er hampiligur. Ja er tað nakað um tað [...] hesin tankin búnast so líðandi og nú er tað komið hartil, at støðin verður seld. Tað eru fleiri orsøkir til, at vit selja støðina, sigur Jacob Jacobsen. ? Eitt er, at summir av okkum, sum hava hana, eru [...] eru farnir at eldast, sigur Jacob Jacobsen. Sjálvur er hann farin um tey sjeyti. ? Men eitt annað er, at satt at siga hevur tað verið strævið at havt smoltstøð seinastu árini. Hann sigur, at í fyrstuni
at sita klistraður til sjónvarpsskíggjan. Lutakastið um EM-bólkarnar er eins spennandi og ein dystur, og tað er eingin ivi um, hvat land Jens Martin helst vil royna seg ímóti. ? Eg vil gjarna hava England [...] ? Annars er tað altíð stuttligast at sleppa at royna seg móti liðum, sum vit ikki hava spælt móti áður, men eg havi til dømis einki ímóti at fáa Danmark í okkara bólk enn einaferð. ? Tað er týdningarmikið [...] týdningarmikið at vita arbeiða okkum upp eftir styrkislistanum, og tí er tað ongantíð betur um vit fáa okkurt av hinum liðunum í veikasta bólkinum í okkara bólk, sigur landsliðsmálverjin.
arbeitt við møguligum venjingardystum, so er í løtuni lítið, sum bendir á, at tað fer at eydnast at fáa venjingardystir í lag fyri summarsteðgin. Áhugamálini Tað er ikki líka mikið, hvussu luturin fellur [...] landslið við kendum spælarum í bólk saman við Føroyum, og partvís at tað er av stórum týdningi, at Føroyar fáa eitt land í bólkin, sum tað er stórt sannlíki at vinna ímóti. Tey fíggjarligu áhugamálini snúgva [...] lutakastið. Men um tú skalt taka dagar ímillum ítróttarligu og fíggjarligu dreymarnar, hvat hevði tú so tikið framum hitt? ? Tað er sjálvandi stór trygd og hevur nógv færri trupulleikar við sær, um vit fáa eitt
endurgjaldinum. Tei báðir hava enn ikki sagt, hvør endaliga skal standa til svars fyri tí, sum hent er. Men tað hava onnur verið skjót at gjørt vart við. Tann fyrsti, sum alment var úti við eini viðmerking [...] at so professionellir og durkdrivnir menn sum eitt nú ein fyrrverandi tjóðbankastjóri ikki vistu, hvat tað var, teir handlaðu við. Og hon rak eisini fram undir, at tað var betri samstarv millum Fíggin [...] Fólkaflokkurin vilja leggja stjórnina hjá Poul Nyrup Ramsussen undir at hava alla skuldina av tí, sum hent er. Men hvørki Uffe Ellemann-Jensen, vinstrahøvdingi, ella Per Stig Møller, konservativur formaður, vilja
sum kann eftirmeta bankakanningina. ? Tað er ikki rætt, at tað er løgmaður, sum einsamallur fær eftirmetingina - heldur hevur tað alstóran týdning, at tað er eitt samt løgting, sum stendur aftan fyri hesa [...] saman. ? Løgtingið hevur ikki so langa tíð at arbeiða í, tí 22. mars er firningarfreistin úti, so tað skal longu verða greitt, hvat løgtingið ætlar at gera. Tamm 20. februar skal bólkurin so verða liðugur [...] okkum eina meting av, hvussu tann rættarliga ábyrgdin kann plaserast, sigur Jóannes Eidesgaard, sum er formaður Javnaðarfloksins, og sum var landsstýrismaður, tá samráðingarnar um bankabjargingarnar vóru
Uppgávan hjá bólkinum er at gera eina búskaparliga og løgfrøðisliga meting av, hvussu vit best kunnu fáa sum frægast burturúr fyri Føroyar. Tá vit eru komin hartil, so taka vit støðu til hvat víðari skal henda [...] misinformeraðir, og hildnir í bakgrundini. Hinvegin er tað Den Danske Bank sum hevur verið tann stóri syndarin. Hann hevur stýrt øllum málinum. Tað er bankin sum hevur sett tíðarfreistinar. Tað sæst týðuliga [...] at hava lisið bankafrágreiðingina. Landsstýrið hevur sett ein bólk at kanna frágreiðingina, og tað er fyribils niðurstøðurnar hjá hesum bólki, sum Anfinn Kallsberg tekur støði í. Frágreiðingin hevur
semja er um, at føroyingar eru snýttir, og eiga rætt til endurgjald. Men brennandi spurningurin í Danmark í er: »Hvem skal nu betale?« Og ymiskt er, sum bendir á longu nú, at vanliga hugsanin er, at rokningin [...] Sørensen, at tað bara er møguligt, at frágreiðingin kemur. Hann sigur við Politiken, at tað er ikki vist, at tað verður nøkur reaktión frá bankans síðu um Grønborgfrágreiðingina, og hann er ikki so vísur í, [...] at nakað verður at frætta frá bankanum yvirhøvur. Hvat, ella um nakað, er komið undan kavi, sum hevur broyt fráboðan bankans, vil hann ikki siga. Knud Sørensen vil als onga viðmerking gera til, at formaðurin