Í hesum døgum fáa næmingar við miðnámasskúlarnar og framhaldsskúlarnar í Føroyum høvi til at kunna seg við oljuspurningar. Tað eru tey bæði, Jógvan Hugo Hansen og Unn á Lað, sum arbeiða og lesa í Noregi, ið greiða frá. Saman við teimum er eisini Claus Reistrup, sum tekur sær av undirvísingarmálum, ið hava vit oljuvinnu at gera.
Tey kunna serstakliga um arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikar í norsku oljuvinnuni. Jógvan Hugo Hansen, sum hevur fingið sær útbúgving sum oljuverkfrøðingur, starvast í dag hjá Statoil. Unn á Lað gongur á Høgskolan í Stavanger, har hon lesur petroleumsverkfrøði.
Tað er við hesi vitan og bakgrund, at tey bæði nú reika runt landið og siga føroyskum næmingum frá umrøddu spurningum. Tað er oljusamtakið AMG, ið Statoil er partur av, sum stendur fyri hesum tiltakinum - saman við føroyskum myndugleikum.
Vitan er vald
-Vitan er vald, og skulu vit í gongd við eina nýggja vinnu sum oljuvinnu, so er tað av alstórum týdningi, at vit hava útbúgvið fólk at taka sær av hesi vinnu. Tess betri fyrireikað og tess betri útgjørd við vitan og útbúgvingum vit eru á hesum øki, tess størri eru møguleikarnar hjá okkum at fáa nakað skilagott burtur úr.
Sigur Jógvan Hugo Hansen, sum heldur tað avgjørt er tørvur á vitan á hesum økinum, eftir at hava vitjað á fleiri skúlum kring landið og kunnað um oljumál.
Tað er so ikki nokk bara at bíða eftir, at aðrir skulu koma við hesi vitan. Vit mugu sjálvi taka stig á leiðini. Og her vísir hann m.a. til møguleikarnar hjá føroyingum at fara til eitt nú Noregs at útbúgva seg og at arbeiða.
-Tá so oljuvinnan tekur seg upp her á landi eru vit før fyri at taka ímóti hesi stóru avbjóðing, tí vit hava nomið okkum ta neyðugu vitanina heldur hann fyri.
Jógvan Hugo Hansen dylur ikki fyri, at hann sum verkfrøðingur hjá Statoil, dámar væl, at Statoil er hugað fyri at fáa føroyingar at útbúgva seg í oljuvinnuni og at útbúgvingarstovnar í Føroyum og í Noregi kunnu fáa samstarv í lag á hesum øki.
Nettup AMG-bólkurin hevur havt sum eitt av aðalmálum sínum, nú hetta oljusamtakið er hugað fyri at verða við í leiting við Føroyar, at byggja upp samstarv millum lærustovnar her og í Noregi. Oljufeløg sum heild meta tað nevniliga at hava sera stóran týdning, at eitt komandi oljuland sjálvt hevur útbúgvið fólk til at taka sær av hesi nýggju vinnu. Hetta er so bæði ein íløga fyri landið og fyri oljufeløgini.
Jógvan Hugo Hansen sigur, at møguleikar hjá før- oyingum at útbúgva seg, at fáa lærupláss og at arbeiða eru stórir í norsku oljuvinnuni. Henda vinnan tørvar fólk umframt at tørvur er á fólki sum heild á norska arbeiðsmarknaðinum.
Jógvan Hugo hevur verið og vitjað fleiri av kontraktorfeløgunum, sum fegin síggja, at føroyingar fáa arbeiði hjá teimum ella útbúgva seg til at kunna arbeiða har.
Hann sigur annars, at um so er, at eingin olja er í Føroyum, so er alt hetta ikki til fántýtis kortini. Tá hava vit fingið eina vitan, sum kann brúkast aðrastaðni og eisini í øðrum vinnum. Føroyingar kunnu tá fara út og arbeiða.
Jógvan Hugo Hansen sigur víðari, at tað er tørvur á onkrum stovni ol. í Føroyum, sum kann kunna um møguleikarnar fyri bæði arbeiði og lestri í útlandinum og somuleiðis at kunna kunna útlandið um møguleikarnar at fáa samband við fólk her.
Tørvurin í Noregi á útbúnum fólki í oljuvinnuni er heilt stórur. Tvey tey komandi árini er brúk fyri meira enn 1000 verkfrøðingum innan olju- og gassvinnu.
Hvat vilja vit!
Hvat heldur Jógvan Hugo so um gongdina í Føroyum á oljuøkinum. Eru vit tilreiðar at taka ímóti hesi avbjóðing!
-Tað veldst um, hvat tú vilt sum samfelag. Tað verður ein politisk avgerð. Vilja vit bara hava umsitingina og lata onnur feløg gera arbeiðið, so eru vit á góðari leið, men vilja vit vera við at stýra meira og hava meiri innlit í hesa vinnu, so eru vit ikki tilreiðar til tess enn.
Jógvan Hugo heldur annars ikki, at tað er rætt av okkum at leypa út í oljuvinnuna við báðum beinum. -Vit mugu halda fram við fiskivinnuni, tí hon er nakað varandi. Olja er nakað, sum kemur og fer.
Hann ávarar harðliga ímóti ikki at gloyma fiskivinnuna og bara satsa uppá oljuvinnuna. Vit vita, hvat vit hava og ikki hvat vit fáa. Men tú skal heldur ikki vera blindur fyri teimum nógvu møguleikum, sum liggja í eini oljuvinnu.
Kunnu læra nógv av norðmonnum
Jógvan Hugo heldur vit kunnu læra nógv av norsku royndunum, tí tá oljuvinna tók seg upp har, kom øll arbeiðsmegin uttanífrá og norðmenn høvdu ikki fyrireikað seg so væl til hesa nýggju vinnu eitt nú á vitanarøkinum. Tað kom so seinni.
-Tað er sera umráðandi, at vit fáa kanaliserað so nógva vitan sum gjørligt inn í umsitingina og eisini við tey feløgini, sum fara at arbeiða her. Fáa vit lokalfólk inn í leiðsluna á teimum feløgum, sum fara at arbeiða her, so er tað sera gott. Hetta er gott fyri feløgini og fyri okkum. Arbeiðsumhvørvið hevur nevniliga nógv meira at siga, enn ein kanska gevur sær fær um.
Jógvan Hugo heldur tað er rætt at fáa við í oljulógina, at alt skal yvir føroyska keikant. Hann heldur tað eisini er týdningarmikið, at vit gera okkum greitt, hvat vit vilja krevja av oljufeløgunum í eini útbjóðing. Her er tað umráðandi, at vit fáa feløgini til at forpliktað seg á ein og annan hátt. T.d. at vit fáa útbúgvið fólk kostar ikki nógv fyri feløgini men kann hava stórt virði fyri Føroyar.
Unn á Lað, sum lesur oljuverkfrøði í Stavanger vil avgjørt mæla føroyingum til at fara til Noregs at lesa innan oljuvinnu. Hon heldur áhugin er til steðar, men kanska hveppa fleiri seg við, tá tey hoyra, at fysikkin er umfevnandi. Hon er annars fegin um umstøðurnar í Stavanger.
Claus Reistrup frá útbúgvingarmyndugleikunum sigur, at tað er umráðandi eisini at hava aðrar vinnur enn fiskivinnuna at dúva uppá. Tí sær hann tað sum eina rætta leið nú at útbúgva føroyingar til hesa nýggju vinnuna.










