Mistankin var grundaður

Tað vísti seg, at illgruni okkara var grundaður. Tað var ikki alt farið rætt fram, í málinum um partabrævaumbýtið, segði Anfinn Kallsberg, fíggjarmálaráðharri, eftir tíðindafundin hjá Landsstýrinum, á Parnassinum á Hotel Hafnia, seinnapartin fríggjadagin

Anfinn Kallsberg sá út til at verða glaður og nøgdur har hann sat á Parnassinum. Løgmaður hevði boðið til tíðindafund, um tær fyribils niðurstøður Landsstýrið hevði gjørt sær, eftir at hava lisið bankafrágreiðingina.

Landsstýrið hevur sett ein bólk at kanna frágreiðingina, og tað er fyribils niðurstøðurnar hjá hesum bólki, sum Anfinn Kallsberg tekur støði í.

­ Frágreiðingin hevur váttað okkara illgruna um, at tað var ikki alt rætt viðvíkjandi partabrævaumbýtinum í Føroya Banka.

­ Tað var tað, málið varð sett fram uppá, og tað er niðurstøðan í frágreiðingini, at illgruni okkara varð grundaður.

Hvørji stig skal landsstýrið so taka nú?

­ Landsstýrið hevur biðið ein arbeiðsbólk fyrireika tað sum víðari skal henda. Uppgávan hjá bólkinum er at gera eina búskaparliga og løgfrøðisliga meting av, hvussu vit best kunnu fáa sum frægast burturúr fyri Føroyar.

­Tá vit eru komin hartil, so taka vit støðu til hvat víðari skal henda. Tá rokni eg eisini við, at vit vita betri hvaðar vit skulu venda okkum.

Í gjár segði Poul Nyrup Rasmussen, at danska stjórnin fer at seta seg í samband við Føroya Ladsstýrið, fyri at finna eina loysn á teimum trupulleikum, sum eru í sambandi við bankamálið.

Til hetta sigur Anfinn Kallsberg, at samráðingar við donsku stjórnina skulu hava støði í teimum løgfrøðisligu metingum vit fáa.

­ Tí er tað øgiliga týdningarmikið, at vit skjótt fáa eina niðurstøðu frá hesum arbeiðsbólkinum.

Ert tú samdur við mær í, at føroyingar yvirhøvur sleppa snikkaleysir burturúr kanningini?

­ Ja, tað eri eg. Kanningarnevndin hevur tikið hædd fyri, at bæði embætismenn og politikarar eru undirinformeraðir, misinformeraðir, og hildnir í bakgrundini. Hinvegin er tað Den Danske Bank sum hevur verið tann stóri syndarin. Hann hevur stýrt øllum málinum. Tað er bankin sum hevur sett tíðarfreistinar. Tað sæst týðuliga í frágreiðingini.

­ Tá føroysku myndugleikarnir komu uppí samráðingarnar, fingu teir so øðiliga stutt skotbrá at taka avgerðirnar. Tað føroyska embætisverkið hevur í hvussu so er ikki havt nakran møguleika til at gera neyðugu kanningarnar.