Tað er óhoyrt, at ein fíggjarmálaráðharri, sum fær milliardir frá dønum, noktar at tosa við ovasta leiðaran í landinum, sum gevur honum allar hesar pengarnar.
Soleiðis er hugsanin hjá mongum dønum eftir vitjanina hjá Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, í Føroyum herfyri.
Og til alla Guðs lukku hevur Zakarias Wang verið ógvuliga lítið at sæð í donsku pressuni, av teirri einfaldi orsøk, at eingin tekur hann fyri fult, sigur Bergur Jacobsen, sum er føroyskur prestur í København.
Bergur Jacobsen, heldur, at framferðin hjá Anfinni Kallsberg, fíggjarmálaráðharra, er bæði óhøvisk og heimføðislig.
Danir eru vanir við, at tú konfronterar fólk, sigur Bergur Jacobsen. Tú ert ósamdur við ein annan um eitthvørt. So verður tað tikið upp, kjakast um og avgreitt. Tú sigur júst tað, tú meinar, og ert eins góður vinur við mótpartin fyri tað.
Føroyingar hinvegin eru luskutir og tora ikki at taka málið upp við rætta viðkomandi. Tað var tað, sum føroysku politikkararnir á so syndarligan hátt vístu undir forsætisráðharravitjanini. Og tað var ein framferð, sum danir ikki skilja, sigur Bergur Jacobsen.
Hann heldur tað verða undarligt og ótrúliga óprofessionelt at fara í mótmælisgongu móti dønum á føroyskum. Ikki ein sál skilti, hvat tað var, sum gekk fyri seg.
Tað, danir hava sæð, vóru nakrar hoppandi føroyingar uttan fyri eitt hotel í Tórshavn, sum róptu ókvæmisorð eftir forsætisráðharranum.
»Akkurát sum i filminum um Barbaru, har havnarmenn gingu runt og hoppaðu í reyðum húgvum,« sigur Bergur Jacobsen. »Og tað er so myndin, fólk sita eftir við.«
Vóru føroyingar eitt lítið sindur at sær komnir, høvdu teir fingið sín boðskap nógv betri út, enn teir gjørdu.
Tá Saddam Hussein sendir fólk út á gøtuna at mótmæla, fara tey við skiltum við enskum teksti. Tey venda sær til heimspressuna á einum máli, sum pressan skilir.
Høvdu Zakarias Wang og hansara fólk havt eitt lítið sindur av skili í høvdinum, møttu tey upp við skeltum á donskum. So høvdu danir vitað, hvat tey meintu við.
Mótmælisgongan var ikki vend móti føroyingum, men dønum, og tí er neyðugt at tosa tað málið, danir skilja. Altso konfrontatión.
Og at fíggjarmálaráðharrin sigur í danska sjónvarpinum, at hann ikki vil tosa við ríkisleiðaran - eisini hansara egna ríkisleiðara - er óhøviskt. Serliga tá vit vita, at hesin sami fíggjarmálaráðharri hevur fingið seks milliardir krónur úr danska ríkiskassanum.
Tað vísir, at politikkurin, hesir menninir reka, eru berar smádreingjalótir. Og danir skilja tað ikki, sigur Bergur Jacobsen.
Og hóast danir ikki altíð halda so nógv um Nyrup, sum mangan brestist sum stórhvalur í náttpotti, skilja teir ikki, at ein fíggjarmálaráðharri, sum fær so nógvar danskar pengar, ikki vil tosa við forsætisráðharran.
Tað er ivaleyst, at tað savnar atkvøður í Føroyum, at menn ikki vildu tosa við Nyrup, heldur Bergur Jacobsen. Men tað hevur skapt ólukkur í Danmark.
Tað er eingin ivi um, heldur hann, at tað hevur skapt irritatión í Fólkatinginum, har tinglimir eru farin at spyrja, hvat hetta eru fyri fólk, sum fáa allar hesar pengarnar og so ikki hirða at tosa við danir afturfyri.
Og Zakarias Wng hevur als einki nátt við sínum mótmælistiltakið.
»Eingin tekur hann fyri fult her niðri,« sigur Bergur Jacobsen. »Ein, sum kallar Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, fyri Hitler, verður ikki tikin í álvara. Hann verður avskrivaður.«










