Stóra amerikanska oljufelagið ARCO hevur í umbúnað at bjóða 10-15 føroyingum til Alaska at síggja, hvussu oljuvinnan virkar har og hvørjar avleiðingar hon hevur á samfelagið og umhvørvið.
-Vit hava stóran áhuga fyri, hvat møguliga goymir seg í føroysku undirgrundini og fyrireika okkum til at vera við í fyrstu útbjóðingarrunduni sigur kunningarstjórin hjá Arco í Bretlandi, Elizabeth Wild við Sosialin.
Hon vísir í sama viðfangi á, at Arco er eitt av teimum mest virknu oljufeløgunum í Alaska. -Vit í Arco halda, at viðurskiftini í Føroyum og í Alaska í nógvum førum eru so meinlík, at tað hevði verið rætt at boðið føroyingum til Alaska at síggja, hvussu vit arbeiða har og hvussu samfelagið har annars hevur tikið ímóti oljuvinnuni.
Elizabeth Wild heldur, at tað hevði kunnað hjálpt føroyingum í sambandi við eina útbygging av oljuvinnu her at sæð, hvussu viðurskiftini eru í Alaska.
-Talan er í báðum førum um lond og øki við sera viðkvomum umhvørvi og náttúru og har fólkið, ið ikki telur so nógvar íbúgvar heldur, leggur stóran dent á at varðveita siðir og mentan.
Hon vísir á, at Arco og BP, sum arbeiða saman í Alaska hava lagt ómetaliga stóran dent á at byggja upp eina oljuvinnu, sum hevur sum minst árin á serstøku náttúruna og mentanina í Alaska.
-Tit í Føroyum hava nakað av tí reinasta umhvørvinum í Europa og vilja varðveita hesa støðu. Til tess haldi eg royndirnar frá Alaska kunnu hjálpa tykkum nógv og tað er við hesum í huga, at Arco fegin sær nøkur umboð fyri Føroyar vitja oljuútbúnaðin, fólkið og landið annars í Alaska sigur kunningarstjórin hjá felagnum.
Saman við fýra øðrum umboð frá Arco skipaði hon fyri lítlari samkomu á Hotel Hafnia hósdagin. Her vóru umboð fyri myndugleikar, stovnar, feløg og vinnulív umframt miðlarnar.
Enn er ikki endaliga avgjørt, um ferðin verður til nakað. Tað veldst sjálvandi um áhugan frá føroyskari síðu. Men verður hon til nakað, so er talan um, at 10 ella í mesta lagi 15 føroyingar fara til Alaska í vár ella helst tíðliga í heyst.
Longsta oljuleiðing
Oljukeldurnar í Alaska eru har norðuri og eysturi í landinum. Talan er fyrst og fremst um risastóra oljuøkið Prudhoe Bay, sum Arco og BP standa fyri.
Oljan verður flutt gjøgnum eina 800 fjórðingar ella 1360 kilometrar éßlanga oljuleiðing til havnabýin Valdez.
Nú tað minkar í goymslunum í Prodhoe Bay og har nærhendis ætla oljufeløgini at fara undir aðrar keldur. Tað er longu staðfest, at nógv olja er í øðrum økjum nærhendis. Bara Arco hevur í umbúnað at gera íløgur fyri tað sveimandi høga talið 350 mia. krónur.
Arco er annars eisini farið at venda eyguni móti økjunum á Atlantsmótinum og her er bæði talan um bretskt og føroyskt øki umframt tað írska. Arco er longu í ferð við at bora sunnan fyri føroyska markið - saman við Conoco. Og í nýggju blokkunum longur norðuri, hevur felagið eisini fingið boriloyvi saman Conoco.
Enn hevur Arco ikki funnið sær samstarvspartnarar á føroyska økinum. Men samráðingar eru við onnur feløg.