Jens Martin Knudsen, mest royndi føroyski landsliðsspælarin, fer sunnudagin at sita klistraður til sjónvarpsskíggjan.
Lutakastið um EM-bólkarnar er eins spennandi og ein dystur, og tað er eingin ivi um, hvat land Jens Martin helst vil royna seg ímóti.
? Eg vil gjarna hava England í okkara bólk. Og av teimum sterkastu ljóða Italia og Holland eisini spennandi, sigur hann.
? Annars er tað altíð stuttligast at sleppa at royna seg móti liðum, sum vit ikki hava spælt móti áður, men eg havi til dømis einki ímóti at fáa Danmark í okkara bólk enn einaferð.
? Tað er týdningarmikið at vita arbeiða okkum upp eftir styrkislistanum, og tí er tað ongantíð betur um vit fáa okkurt av hinum liðunum í veikasta bólkinum í okkara bólk, sigur landsliðsmálverjin.