Tað er gravgangur eftir smoltstøðini í Fámjin

Enn eigur Havsbrún í Fuglafjørði hægsta boð, men eisini norðmenn liggja framvið og teir hava ikki givið skarvin yvir

Seinastu tíðina hava fámjiningar arbeitt við at selja smoltstøðina í bygdini.

Guttansstøð, sum støðin eitur, er ein av teimum-fáu - fyritøkunum, sum ongantíð fóru á heysin og hon hevur borið orð fyri at verið ein væl rikin smoltstøð.

Ella sum stjórin, Jacob Jacobsen sigur:

? Vit hava klára at hildið nøsina omanfyri vatnskorpuna alla tíðina- men heldur ikki stórt meir.

Men nakað síðani spíraði tankin um at selja støðina. ? Og síðani hevur hesin tankin búnast so líðandi og nú er tað komið hartil, at støðin verður seld.

Tað eru fleiri orsøkir til, at vit selja støðina, sigur Jacob Jacobsen.

? Eitt er, at summir av okkum, sum hava hana, eru farnir at eldast, sigur Jacob Jacobsen.

Sjálvur er hann farin um tey sjeyti.

? Men eitt annað er, at satt at siga hevur tað verið strævið at havt smoltstøð seinastu árini.

Hann sigur, at í fyrstuni var almenni politikkurin tann, at smoltstøðir og alibrúk skuldi vera hvør sær.

? Tað var m.a, gjørt fyri at sleppa undan innannøring, tí tað hevur verið hildið at vera óheppið. Smoltstøðirnar skuldu vera fyri seg, fyri at tryggja at alistøðirnar fingu nýtt blóð at seta við.

? Men seinstu árini er hesin politikkurin sleptur. ? Nú hava alibrúk fingið smoltloyvi eisini, og tær allarflestu smolststøðirnar hava nú eisini aliloyvi. Og tað ger tað trupult hjá okkum, sum bara hava smoltstøð.

Tí eru teir komnir hartil, at rættast er at selja støðina.

? Partapeningurin í Guttansstøð er 600.000 og eg haldi, at flestu partaeigararnir eru sinnaðir at selja.

Ikki minst tí kursurin er hampiligur.

Ja er tað nakað um tað, sum ljóðar, at keyparar hava bjóðað kurs 400 fyri partabrøvini í støðini.

? Nei, tað havi eg onga viðmerking til, sigur Jacob Jacobsen.

Men hann viðgongur, at áhugin er stórur.

Men so leggur hann afturat, at tann, sum fer við henni, fær eina góða smoltstøð, hóast ymiskt skal gerast við hana fyri at lúka hjeilsufrøðilig krøv.


Gravgangur

Og sum sagt er rættiligur gravgangur eftir smoltstøðini í Fámjin.

Jacob Jacobsen sigur, at fleiri keyparar hava víst áhuga.

Men fyribils eru tað so Havsbrún í Fuglafjørði, sum liggja best fyri í kappingini.

Men enn er onki avgjørt .

Men eisini norðmenn hava víst stóran áhuga fyri støðini í Fámjin.

Og eftir hvat skilst, hava teir ikki heilt slept endanum enn, hóast Havsbrún enn hevur hægsta boð.

Báði Havsbrún, norðmenn, og aðrir, eru áhugaðir í at keypa øll partabrøvini.

Men Jacob Jacobsen sigur, at hóast støðin verður seld, verður hon verandi í Fámjin