klæði, ið eru líka ella í líknandi litum. Um eg fari at lata teir í eins klæði, veit eg ikki. Vit hava einki keypt av nøkrum - uttan eitt seyðaskinn at leggja teir allar á. Eina ferð fara allir í føroyskan [...] - Allir fáa at eta í senn. Dia, eg og ein sjúkrasystir geva teimum, og vit fara at royna at halda hesa rútmuna, tá ið vit koma heim. Hvat hugsaði tú, tá ið tú fekst at vita, at tú gekst við tríburðum?
onkur samankropin og lítillátin blóma varð funnin í onkrari lítlari koytu ella lægd. Brátt savnaðist allur barnaflokkurin kring um hesa urtina, ið fyri barnahuganum boðaði um vár og summar við leiki í fjøru [...] dýr, fiskar og fuglar eiga at fáa frið, har tey halda til, og heldur enn at drepa til onga nyttu ella til stuttleika, so eiga tit at fjálga um og royna at nøra um, har tað er gjørligt. Um vit gera hetta [...] ikki nýtast til køst, har vit ein dag tveita alt møguligt burturkast og dagin eftir fara at fiska ella veiða grind og fugl til matna, ja, eisini til útflutnings av sonevndari dygdarvøru úr reinasta havumhvørvi
hjá Milosevic er hóttanin frá mótstøðumonnunum um, at hann ikki sleppur óskakaður undan øllum hesa ferð. Orsakað av langa stríðnum um Kroatia og Bosnia ætlar vesturheimurin at gera skjótari av enn áður [...] Beint áðrenn ferð sína til Moskva í fjør boðaði jugoslaviski forsetin ovastu leiðsluni fyri sosialistisku flokkarnar í Serbia til fundar. Seinni vildi ein av luttakarunum vera við, at: »Slobodan Milosevic [...] Tað má uttan iva vera ein óhugnalig støða at vera í. Sterki maður Beograds hevur so at siga gjørt hesa tvørsøgn til sítt lívsbreyð. Tað er einki mætari enn hansara uppskrift upp á at yvirliva. Við harðari
skiftur út ella inn. Jákup bíðar eftir heimasigri Heldur ikki hjá Jákupi Mikkelsen og hinum í Herfølge hevur tað verið serliga hugaligt í vár. Úrtøkan í sjey dystum hevur verið fimm stig, og hesa ferð duttu [...] vera tað, sum Herfølge skal megna. Herfølge hevur ikki vunnið á heimavølli síðani í august í fjør. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Lyngby, sum vann 2-0. Jákup Mikkelsen, sum í donsku pressuni so at siga eftir [...] millum teir fyrstu ellivu. Todi varð ikki settur inn fyrrenn tað restaðu ellivu minuttir, og eitt ella annað skuldi gerast fyri at fáa í hvussu so er eitt stig. Eitt sindur kroystur mitt fyri málinum stútaði
er komin so langa leið. Marek hevur verið miðvallari øll árini, hann hevur verið í Føroyum, men hesa ferð var hann saman við landsmanninum Pacek í miðverjuni frammanfyri Jan Andreasen. Royndin við Marek [...] nógv skil á). Men tað tóktist vera torført hjá VB at spæla seg til møguleikar. Tórur Holm kom eina ferð í 1. hálvleiki til skot, men bólturin fór í skeivu síðuna av síðunetinum, og í 2. hálvleiki høvdu [...] møguleikar Talan var ikki um nógvar upplagdar møguleikar. Kurt Mørkøre var ? sum vanligt ? við í tí mesta ella øllum. Málið stútaði hann eftir hornasparksinnlegg úr vinstru. Bjarni Johansen hevði ilt við at sleppa
vitja á Sevmýri. Tað gjørdu teir ikki hesa ferð. Tað fór sera stillisliga fram, og teir á heimaliðnum vóru ikki serliga grammir, hvørki tá teir fóru í álop, ella tá teir skuldu verja, og tað kom serliga [...] Fróði Benjaminsen hevur av og á skorað mál, tá hann hevur verið miðvallari og álopsmaður, men hesa ferð skoraði hann tvær ferðir, og báðu ferðirnar var tað eftir hornaspark, og báðu ferðirnar var talan
er formaður í vinnurekandi grunninum, ið stendur fyri arbeiðnum og skal eiga og reka vøllin, hevur hesa síðstu vikuna lagt endan til tað, sum vit kanska kunnu kalla eina felags flongju frá stjórunum á øllum [...] ? og vit eru sannførdir um, at soleiðis sum støðan er í løtuni, so ber tað í ár bara til at gera hesa ætlanina til veruleika, og tað er hetta, sum vit í løtuni arbeiða av lívsins kreftum við. Poul Michelsen [...] sum var í Havnini í síðstu viku og almennu áheitanina, sum vinnurekandi grunnurin fekk, enn eina ferð kannað, hvat meiri kostnaðurin hevði verið, um spreingiarbeiðið varð gjørt nú: ? Útrokningarnar siga
túsund næmingum, sum koma úr ymiskum londum og trúarsamfeløgum. TRA: Hetta er aðru ferð, eg eri í U.S.A. Fyrru ferð var í sambandi við mína pedagogútbúgving. Eg var í starvsvenjing her í tríggjar mánaðir [...] muslimar í Asia í nærum tvey ár. Eg lærdi ígjøgnum hesa tíðina at elska og virða hetta fólkið. Vit vóru ikki har, tí at vit hildu okkum vera klókari, rættvísari ella nakað slíkt. Vit høvdu einki ímóti fólkinum [...] iva staðið, ið hevur flest bíbliuskúlar, kristnar bókmentir, missiónsvirksemi o.s.fr. Eg var fyrstu ferð kunnaður við møguleikan at lesa gudfrøði í USA, tá ið eg var við missiónsfelagskapinum OM í Asia.
Lítið og einki í Føroyum Uttan mun til, um talan er um 0-7 ára gomul børn, stór børn ella vaksin sum av eini ella aðrari orsøk hava tørv á áhaldandi venjing, eru lítlir og eingir møguleikar í Føroyum [...] fyri, at hesir møguleikar í framtíðini kunnu bjóðast øllum føroyskum foreldrum, antin í Skotlandi ella í Føroyum. Um mánaðarskiftið fara Bára og Julia við foreldrum av stað aftur. Skúli fyri lívið Craighalbert [...] við sínum børnum, og at øll gerðarmálini í gerandisdegnum antin tað er at fara túr, eta, klæða tey, ella at handfara tey á annan hátt, verða gjørd við venjing fyri eyga. - Ikki fyrr enn tú fært vegleiðing
ið høvdu klára seg øgiliga væl í ein tílíkari krígsstøðu? ? Tað sum eg eri bangin fyri, og eg ferð eftir ferð havi spurt meg sjálvan er, um eg sjálvur eri vorðin ein av teimum, sum góðtekur yvirvald, sigur [...] Jugoslavia. Rói Patursson gerst hugsunarsamur, tá hann verður spurdur, hvussu vit kunnu rættvísgera júst hesa amerikonsku atgerðina, tá støðan t.d. í Tibet kanska er nógv verri. Teir kinesisku royndirnar har [...] sálina hjá øðrum við at týna aðrar mentanir. Hugsa t.d. um evropear, ið komu til Amerika og meira ella minni tilvitað, gjørdu av við fleiri milliónir fólk. Jú, tað er óiva munur á átrúnaðum, heldur hann