Nú sleppa Birgir, Teodor og Tórur heim

- Nústani er gingið upp fyri mær, at vit hava fingið tríburðar. Eg havi bara hoyrt, hvussu strævið tað fór at verða at fáa tríburðar. Men enn hevur tað gingið fín. Teir hava tað allir gott, eru góðir í sær og taka væl uppá, sigur Jónfríð Jacobsen, ið átti tríburðar í dymbildagavikuni.

Jónfríð og Dia Jacobsen úr Fuglafirði sleppa heim fyrsta dagin við tríburðunum, Birgir, Teodor og Tóri, ið nú eru tvær vikur gamlir. Birgir og Tórur eru eineggjaðir og hava mín sann báðir fingið hvør sína tonn. Annar var føddur við eini og hin fekk fáar dagar gamal eina.

Birgir, Teodor og Tórur vórðu føddir týsmorgunin 30. mars kl. 09.46 á Landssjúkrahúsinum við keisaraskurði. Teir eru føddir í 34. viku. Fyrstu tveir dagarnar lógu Tórur og Teodor í kuvøsu.

Tann minsti, Birgir, vigaði 2110 gramm og var 47 cm langur. Miðlingabeiggin, Tórur, vigaði 2240 gramm og var somuleiðis 47 cm langur. Og tann størsti, Teodor, vigaði 2355 gramm og var 48 cm langur. Allir eru teir uppkallaðir, eftir báðum ommunum og eina abbanum. Tann størsti, Teodor, sigst líkjast pápanum, meðan Birgir og Teodor, báðir líkjast mammuni og hennara familju.

- Teir hava tað gott og hava allir tikið uppá í vekt. Tórur hevur tikið 120 gramm uppá, Birgir hevur tikið 125 gramm og Teodor hevur tikið 240 gramm uppá, sigur Dia.

Og hóast Tórur og Birgir eru eineggjaðir, síggja foreldrini væl mun á teimum. Í spølni hevði Dia býtt um uppá nøvnini ein dagin, men Jónfríð uppdagaði tað beinanvegin.


Ikki strævið

Dreingirnir eru rættiliga ymiskir í lyndi.

- Teodor er ógvuliga róligur, ein droymari. Hann kann liggja í fleiri tímar og hyggja upp undir loft. Birgir, ið er minstur, er tann sprelskasti og villasti. Tað var hann, sum uggaði hinar báðar, ið vóru veikari enn hann, tvey tey fyrstu døgnini. Vit løgdu hann inn til hinar í kuvøsini fyri at ugga teir, sigur Dia.

Dreingirnir eru ógvuliga góðir í sær, og enn heldur Jónfríð, at tað hevur ikki verið so strævið, sum tey og onnur høvdu roknað við, at tað fór at verða.

- Eg havi bara hoyrt, hvussu strævið tað fór at verða. Men enn hevur tað gingið fínt og á Føðideildini fáa vit so góða hjálp. Tað verður kanska øðrvísi, tá ið vit koma heim, sigur Jónfríð.

Hon gevur teimum bróst og fløsku. Teir verða vaktir fjórða hvønn tíma fyri at fáa at eta, eisini um náttina, fyri at taka uppá.

- Allir fáa at eta í senn. Dia, eg og ein sjúkrasystir geva teimum, og vit fara at royna at halda hesa rútmuna, tá ið vit koma heim.

Hvat hugsaði tú, tá ið tú fekst at vita, at tú gekst við tríburðum?

- Eg varð ógvuliga kløkk, og hugsaði, at tað bar ikki til. Nústani nú trúgvi eg tí. Rólig eri eg til, so eg havi ikki stúrt stórvegis fyri, hvussu alt fór at ganga. Vit eru rættiliga jarðbundin bæði. Øll onnur hava stúrt fyri okkum.

Tríggir dreingir, er tað ikki tað allir pápar ynskja?

- Absolutt, svarar Dia avgjørdur. Men so brestir hann útí.

- Um vit fingu tríggjar gentur, høvdu tær verið líka væl komnar. Vit hava gott sum alla tíðina vitað, at tríburðarnir vóru dreingir. Ivamál var eina løtuna, men eg ivaðist ikki í, at teir vóru dreingir.


Sjáldsamt

Tað er ikki á hvørjum degi, at tríburðar verða føddir. Nøkur fá tríburðapør eru í Føroyum, og teir yngstu, ið eru níggju ára gamlir og úr Vestmanna, hava verið á Føðideildini og vitjað Birgir, Tór og Teodor.

- Vit kendust ikki áðrenn, men teir hava vitjað og givið okkum teirra tríburðavogn, sigur Jónfríð.

Nógv útgerð og klæði skulu til trý børn. Tey hava fingið nógv klæði, nýtt og brúkt, og útgerð eisini.

- Teir hava fingið onkur klæði, ið eru líka ella í líknandi litum. Um eg fari at lata teir í eins klæði, veit eg ikki. Vit hava einki keypt av nøkrum - uttan eitt seyðaskinn at leggja teir allar á.

Eina ferð fara allir í føroyskan búna. Gullsmiðurin Leif Erik Niclasen, sum eigur Gullhornið í Havn, hevur verið so gávumildur og latið tríburðunum hvør sítt sett av silvuri til føroysku klæðini. Fuglafjarðar kommuna hevur somuleiðis verið gávumild. Hon hevur latið tríburðunum hvør sína bankabók.

Familja og vinir eru spent at fáa Jónfríð, Dia og dreingirnar heim. Nógv hava verið inni á gólvinum, summi hvønn dag. Jónfríð hevur verið innløgd á Landssjúkrahúsinum síðani 2. februar.


Kollvelting

Gerandisdagurin hjá Jónfríð og Dia verður ein annar nú tríburðar eru komnir í húsið. Tey hava søkt um at fáa mammuhjálp, men um hon verður játtað teimum, vita tey ikki enn. Annars eru ikki møguleikar fyri aðrari hjálp.

Dia hevur koyrt trukk á havnarlagnum í Fuglafirði, men er í løtuni arbeiðsleysur. Jónfríð arbeiðir á høvuðsskrivstovuni hjá Fiskavirking. Hon heldur, at tað er alt ov tíðiliga at fara til arbeiðis, tá ið dreingirnir eru 24 vikur gamlir.

- Eg veit ikki, nær eg fari til arbeiðis aftur, sigur Jónfríð.

- Tríburðaforeldur áttu at fingið longri farloyvi. Tað er heldur ikki sum at siga tað, at fáa ansing til børnini í Fuglafirði, tí har er bíðilistin langur, sigur Dia.