Málverjin reyk eftir átta minuttum

Fótbóltur: Men hóast teir vóru undirmannaðir, so megnaðu toftamenn kortini at sleppa norður um aftur við øllum stigunum

Toftamenn fingu ein stóran hvøkk, tá teir sunnudagin vóru á Sevmýri. Bara átta minuttir vóru farnir, tá dómarin hevði ostaskorpuna á lofti, og so mátti B68 málverjin, Eyðun Petersen, tungu sporini av vøllinum. Dómarin helt, at málverjin hevði brúkt neyðbremsuna uttanfyri brotsteigin. Tað vóru toftamenn ikki samdir við honum í, men tað hjálpir lítið, tí sum kunnugt er bara ein skipari á Polo ? eisini á fótbóltsvøllinum.

Støðan, sum hevði útvísingina við sær, var ikki so ólík henni, sum so ofta hevur verið at sæð áður. Málverjin og álopsmaðurin í senn til bóltin, og dómarin metti, at málverjin, sum royndi at sparka bóltin burtur, feldi álopsmannin.

So noyddist Bjørn Krogh at umskipa. Aksel Højgaard kom av beinkinum og í málið, og fótbótlsavrikið hjá Finn Mørk gjørdist stutt á Sevmýri sunnudagin.


Álopskendir

Í sovornum støðum sæst ofta, at venjarar taka ein álopsspælara út og harvið hava eins nógv fólk afturi á vøllinum, sum mótstøðuliðið hevur.

Soleiðis gjørdi B68 venjarin ikki. Hann tók vongspælaran í vinstru av vøllinum og lat Marselo og Øssur Jacobsen halda fram í álopinum.

Toftamenn vóru komnir á odda, tá teir mistu málverjan, og bæði í tí førinum, og tá teir øktu til 2-0, var málskjúttin aftasti verjuspælarin. Fróði Benjaminsen hevur av og á skorað mál, tá hann hevur verið miðvallari og álopsmaður, men hesa ferð skoraði hann tvær ferðir, og báðu ferðirnar var tað eftir hornaspark, og báðu ferðirnar var talan um eitt sindur av aftur og fram, áðrenn Fróði fekk síðsta fótin á.

Øssur Jacobsen økti til 3-1, eftir at Marselo, sum var væl upplagdur, hevði lagt uppá tvørs úr vinstru, og sami maður var meistari fyri 4-2 málinum.


Innskiftarnir

áttu málini

Ofta plaga tvørámenn at leggja stórt trýst á mótstøðuliðini, tá tey vitja á Sevmýri. Tað gjørdu teir ikki hesa ferð. Tað fór sera stillisliga fram, og teir á heimaliðnum vóru ikki serliga grammir, hvørki tá teir fóru í álop, ella tá teir skuldu verja, og tað kom serliga væl við hjá brasiliumonnunum hjá B68, sum duga at spæla, tá teir fáa tíð og pláss.

Sjálvandi var tað ein stórur smeitur fyri TB, at Óli Johannesen sat leikbannaður uttanfyri. Tað sást ikki minst, tá B68 hevði hornaspark.

Eyðun Gullok Svalbard varð skiftur inn í 1. hálvleiki, og hann meistari fyri tveimum málum í 2. hálvleiki. Fyrst tá hann eftir óbeinleiðis fríspark stutt úr málinum sendi millum verjugarðin og stólpan, og so tá hann var fyrstur á frísparksinnleggi úr vinstru.

Egil Steintórsson setti seg sjálvan inn fram móti dystarenda, og hann minkaði um munin til 3-4, men tá var so lítil tíð eftir, at teir ellivu tvørámenninir ongantíð gjørdust nøkur hóttan móti at B68 skuldi fara norður aftur við øllum stigunum.