eisini klossutur í verjupartinum og fekk longu í fyrra hálvleiki tvær útvísingar fyri ov óstortligt verjuspæl. Hóast tað, so valdi VÍF í løtum at satsa upp á hann í verjuni, heldur enn í álopinum. Og bara [...] framat, sum teir fleiri ferðir fyrr í vetur hava gjørt. Í fyrra hálvleiki var nógv størsta hóttanin høgi Piti Negru, ið fekk mál, tá hann fekk loyvi at fáa ferð og styrki í skotini ? og tað fekk hann ofta [...] aftur møguleiki hjá heimaliðnum at lata aftur og sløkkja, men í skundi misbrúkti Kyndil møguleikan, og so var eingin slingur í valsinum, tá VÍF í sínum síðsta álopi aftur fekk mál og kundi tryggja sær javnleik
frísvimjing. Asbjørn Hansen setti met í 50 metra bringusvimjing og Andrass Thomsen í 200 metra frísvimjing, og harumframt settu Sára Ejdesgaard og Janus Olsen bólkamet í ávikavist 50 metra ryggsvimjing og 50 [...] saman við øðrum í Klaksvík, har roknast kann við fleiri spennandi kappingum, tí svimjararnir eru sera javnir í fleiri greinum. Ta fyrstu altjóða avbjóðingarnar fáa annars Sára Ejdesgaard, Janus Olsen og Lisbeth [...] tá tey í Svøríki skulu kappast um norðurlandameistaraheitini hjá teimum yngru.Annars verður aftur venjingarlega hjá svimjilandsliðnum í januar mánaði, tá svimjararnir eru boðsendir at møta í Klaksvík
fyrsta liðið í hálvfinaluni í steypakappingini, og sum teir hava spælt í ár, so eru teir helst favorittar til finaluplássið, líkamikið hvat mótstøðulið talan verður um í hálvfinaluni. Dysturin í tølum: St [...] at ivast í, at StÍF vóru favorittar. Ikki minst tí Tjhaldur í eitt enn óásett tíðarskeið má vera Dejan Lacock fyriuttan, men hinvegin, so hevur Tjaldur ofta megnað at arga strandingarnar. Bæði í fjør og [...] og í ár fekk Tjaldur eina byrjan við fleiri ósigrum á rað, og báðu ferðirnar er henda gongd vend við einum óvæntaðum sigri í Ítróttarhøllini á Skála. Skrædnaði Men so gekk tað heldur ikki meira. Fyrstu tjúgu
ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, at munur veruliga kom ímillum liðini. Fram til tá hevði fyrst og fremst Halgir Dahl Olesen hildið hoyvíkingunum inni í dystinum við sínum mongu málum, men í seinasta enda [...] høvdu lagt í dystin fram til tá. Orka, sum í seinasta enda var nyttuleys, tí stig fingu teir so eingi afturfyri. Við sigrinum syrgdi Kyndil fyri, at teir framvegis hava møguleikan at krøkja seg í oddin áðrenn [...] glottarnar hjá Kyndli. Mansliðið, sum eitt skifti var heilt frammi í oddinum á stigatalvuni hevur staðið seg illa síðani greiða tapið í Vestmanna fyri góðum mánaði síðani. Ein glotti var kanska at hóma
við fyrsta neisatamálinum í tíggju minuttir eydnaðist tað í næsta álopinum Morgan Knezevic at skjóta seinasta og avgerandi málið í dystinum, soleiðis at bæði stigini endaðu í Havnini. Við sigrinum vann [...] upp og kanóneraði bóltarnar í kassan aftan fyri Marian Cirloganescu, sum hesa løtuna ikki livdi upp til vanliga heiti sítt sum besti málverjin í føroyskum manshondbólti. Í hinum endanum dúvaðu strandingar [...] til gestirnar uttan víðari. Saknur í venjaranum Tað var longu greitt undan dystinum sunnudagin, at StÍF mátti vera leikandi venjaran, Costin Dumitrescu, fyriuttan í týdningarmikla útidystinum. Hetta var
fyri at gera so føroyskt sum gjørligt. Janus Kamban, myndhøggari, gjørdi í tríatiárunum eina høggmynd av Niels Winther. Høggmyndin varð sýnd fram á listaframsýning í Havn á ólavsøku 1936. Um høggmyndina [...] Í sambandi við at tað í ár eru liðin 150 ár síðan Niels Winther (1822-1892) gav út hitt fyrsta føroyska blaðið ætlað føroyingum - FÆRINGETIDENDE - skipar Landsbókasavnið fyri almennum fyrilestri, har Jákup [...] skrivaði William Heinesen m.a. í einum ummæli í Føroya Social Demokrati. nr. 38, 1936: "Og so var har ein standmynd av einum røðara, ein klókur álvarsmaður - tann føroyski politikarin og undangongumaðurin
Manshondbóltur Í leygardagsútgávu okkara skrivaðu vit, at hóast Neistin higartil í ár hevði staðið seg nakað betri enn grannarnir úr Kyndli, so mundi vera lítið at ivast í, at Kyndil var favorittur til [...] serliga grundað á, at Áki Mørk í vikuni varð skurðviðgjørdur í fótliðinum, og at Neistin tískil mátti vera týdningarmikla miðspælaran fyriuttan. John gjørdi munin Maður kemur tó í mans stað, og soleiðis var [...] avgjørdi dystin, og eftir kunn teir í Kyndli so sita og gruna, hví tað gekk, sum tað gekk. Ein orsøk var tó heilt víst stríðsviljing, sum Neistin hevur sett í hásætið í ár. Hóast liðið sjálvsagt er tengt
skuldi tann skipanin galda í 10 ár. Hvat so fer at henda, vita vit ikki, sigur Jógvan í Løðuni. Hann hevur so í øllum førum tvey ár afturat teimum higartil 40 at ganga vakt Norðuri í Fløðum og ansa teknikkinum [...] Jógvan K. Mørkøre, Jógvan í Løðuni nevndur, kundi týsdagin halda 40 ára starvsdag á loranstøðini á Eiði. Í hesum sambandi varð hildin samkoma á støðini hendan dagin. ?At eg havi verið í 40 ár á sama arbeiðsplássi [...] gott at vera, sigur Jógvan. Í dag er lítið lív í á støðini í mun til hvat tað var, tá tað var upp á tað besta, sigur Jógvan. Hann er nú sjálvur annar, meðan tað onkuntíð í sekstiárunum vóru eini 32-34
Winther føddur. Tað, sum Niels Winther í sínari tíð fekst við, var bók-mentir og politikkur. Sigast má at bókmentirnar liva enn. Og framvegis er lív í politikkinum. Og í teimum samfeløgum, har peningur verður [...] hevði givið út dagin fyri - eisini í sambandi við 100 ára dag Williams. Har stendur, segði Mortan, í einum endurprentaðum ummæli, sum William Heinesen skrivaði á sumri í 1936, eitt ummæli av einari framsýning [...] fullan av leysum lutum, sum einaferð høvdu myndað hetta listaverkið í heild, og sum hevði verið sýnt fram á framsýning í Perluni á ólavsøku í 1936. Og hondina á hjartað, so var eg ikki heilt greiður yvir tá
um standmynd, sum Janus Kamban gjørdi úr gipsi í tríatiárunum. Hon hevur verið burturgoymd síðani. Herfyri fór Mortan Winther Poulsen í Havn at fregnast um hana - og nú er hon stoypt í bronsu og handað [...] Winther, fyrsta blaðmann føroyinga, løgtings- og fólkatingsmann ? kann koma til heiður og æru í løgtinginum. Janus Kamban, sum nú er 89 ára gamal, var til staðar á Landsbókasavninum ? og hann var sera fegin