Svimjilandsliðið venur hart

Fyri triðju ferð í ár var elitan á svimjilandsliðnum samlað til venjingarlegu um vikuskiftið. Eisini tríggir av útisetunum vóru komnir heim til venjingina

Um vikuskiftið var elitan á svimjilandsliðnum, teir eldru svimjararnir, á venjingarlegu í Havn.
Umframt heimligu svimjararnar vóru eisini teir tríggir útisetarnir Asbjørn Hansen, Malan Michelsen og Sheila Millum Garðarnar komin heim til venjingarleguna, ið var tann triðja í ár.
Venjingarlegan endaði sunnukvøldið við einari elitukapping, tí har vóru bara fimtan teir bestu føroysku svimjararnir við.
Væl kom burturúr hjá flestu av svimjarunum, sum frammanundan skuldu havt klárað kravtíðir, ið landsliðsvenjarin hevði sett, og tvey bólkamet og heili fimm føroysk met vóru sett, tá kappingin var av.
Serliga gjørdi 20 ára gamla Benthe Sikivat Andersen vart við seg, tí hon setti sjálv met í bringusvimjing á bæði 50 og 100 metrum, umframt at hon saman við Maluni Michelsen, Shailu Millum Garðarnar og Lisbeth L. Joensen setti met í fýra ferðir 50 metra frísvimjing.
Asbjørn Hansen setti met í 50 metra bringusvimjing og Andrass Thomsen í 200 metra frísvimjing, og harumframt settu Sára Ejdesgaard og Janus Olsen bólkamet í ávikavist 50 metra ryggsvimjing og 50 metra firvaldssvimjing.
Fleiri avbjóðingar
Umframt bólkamet og føroysk met, hava fleiri av svimjarunum klárað settu kravtíðirnar til oyggjaleikirnar á Guernsey komandi summar, so alt bendir á, at føroyski svimjihópurin verður væl betur mannaður enn í fjør, tá oyggjaleikir vóru á Man.
Sum er, hava Benthe Sikivat Andersen, Ingi Andreasen, Eivind Eysturoy, Shaila Millum Garðarnar, Asbjørn Hansen, Kristoffer Hentze, Dia Jacobsen, Malan Michelsen, Karina Petersen og Andrass Thomsen havt nóg góðar tíðir til at fáa pláss á liðnum, sum skal til oyggjaleikirnar, men fleiri kunnu koma aftrat.
Longu komandi vikuskiftið er aftur kapping, tá flestu av landsliðssvimjarunum hittast saman við øðrum í Klaksvík, har roknast kann við fleiri spennandi kappingum, tí svimjararnir eru sera javnir í fleiri greinum.
Ta fyrstu altjóða avbjóðingarnar fáa annars Sára Ejdesgaard, Janus Olsen og Lisbeth L. Joensen eisini um vikuskiftið, tá tey í Svøríki skulu kappast um norðurlandameistaraheitini hjá teimum yngru.Annars verður aftur venjingarlega hjá svimjilandsliðnum í januar mánaði, tá svimjararnir eru boðsendir at møta í Klaksvík.