67 ára gomul høggmynd handað Løgtinginum

Føroya Løgting og Føroya fyrsta blað, Færingetidende, hava tað til felags, at bæði vórðu til í 1852. Tá kom fyrsta føroyska blaðið út, og tá varð løgtingið endurstovnað

Á samkomu á Landsbókasavninum hóskvøldið varð høggmynd av Niels Winther, sum stovnaði Færingetidende, avdúkað og handað løgtingsformanninum, Edmundi Joensen. Talan er um standmynd, sum Janus Kamban gjørdi úr gipsi í tríatiárunum. Hon hevur verið burturgoymd síðani. Herfyri fór Mortan Winther Poulsen í Havn at fregnast um hana - og nú er hon stoypt í bronsu og handað løgtinginum, so minnið um Niels Winther, fyrsta blaðmann føroyinga, løgtings- og fólkatingsmann ? kann koma til heiður og æru í løgtinginum.
Janus Kamban, sum nú er 89 ára gamal, var til staðar á Landsbókasavninum ? og hann var sera fegin um standmyndina.
Omanfyri greiðir Martin Næs, landsbókavørður, nærri frá um standmyndina.