Trúfastur altíð var maður

Týsdagin 17. december hevði Jógvan K. Mørkøre - Jógvan í Løðuni á Eiði - 40 ára starvsdag á Loranstøðini á Eiði

Starvsdagur

Jógvan K. Mørkøre, Jógvan í Løðuni nevndur, kundi týsdagin halda 40 ára starvsdag á loranstøðini á Eiði. Í hesum sambandi varð hildin samkoma á støðini hendan dagin.
?At eg havi verið í 40 ár á sama arbeiðsplássi, er tí, at her er gott at vera, sigur Jógvan.
Í dag er lítið lív í á støðini í mun til hvat tað var, tá tað var upp á tað besta, sigur Jógvan. Hann er nú sjálvur annar, meðan tað onkuntíð í sekstiárunum vóru eini 32-34 fólk, sum starvaðust á støðini. Í dag er alt so sjálvvirkandi, at tað krevst einki fólk at ansa tí.
Saman við Jógvani er leiðarin á støðini sum eisini er leiðari fyri føroyska vitaverkinum.
Jógvan gongur vakt á støðini og passar teknikkin, sum har er. Hvørja nyttu loranstøðin ger í dag, sigur hann ikki so nógv um. Loran sum navigatiónsútgerð verður ivaleyst ikki so nógv nýtt longur, nú alt fer um fylgisvein.
?Vit hava bara til uppgávu at senda signalini út, men vit vita ikki, hvør brúkar tey, sigur hann.
Fyrr vóru tað amerikanarar, sum høvdu ábyrgd av støðini. Men eftir at teir so at siga mistu áhugan fyri Europa, varð hon yvirtikin av einum europeiskum felag, sum nevnist NELS, greiðir Jógvan frá.
Tað var 1. januar 1995, og skuldi tann skipanin galda í 10 ár. Hvat so fer at henda, vita vit ikki, sigur Jógvan í Løðuni.
Hann hevur so í øllum førum tvey ár afturat teimum higartil 40 at ganga vakt Norðuri í Fløðum og ansa teknikkinum, sum sendir hesi signalini út í luftina, sum kanska onkur onkunstaðni brúkar.