StÍF syngjandi í hálvfinaluna

Hesa ferð var eingin ivi, tá grannauppgerð var á Skálafjørðinum, og StÍF er nú bert tveir dystir frá triðju steypafinaluni á rað

Hondbóltur

Seinastu árini hevur StÍF uttan nakran iva verið steypaliðið í føroysku hondbóltskappingini. Tvey ár á rað er steypið endað á Skála, og av seinastu fýra finaludystunum hevur StÍF verið partur av trimum teirra.
Mikukvøldið leiktu strandingar so fjórðingsfinalu ímóti grannunum úr Tjaldri. Einki var at ivast í, at StÍF vóru favorittar. Ikki minst tí Tjhaldur í eitt enn óásett tíðarskeið má vera Dejan Lacock fyriuttan, men hinvegin, so hevur Tjaldur ofta megnað at arga strandingarnar. Bæði í fjør og í ár fekk Tjaldur eina byrjan við fleiri ósigrum á rað, og báðu ferðirnar er henda gongd vend við einum óvæntaðum sigri í Ítróttarhøllini á Skála.

Skrædnaði
Men so gekk tað heldur ikki meira. Fyrstu tjúgu minuttirnar av dystinum mikukvøldið gekk tað kanska so toluliga javnt fyri seg, men so streyk StÍF avstað. Seinastu løtuna fyri steðgin vunnu teir 8-2, og í seinna hálvleiki kom ongan tíð spenningur í.
Strandingarnir hildu alla tíðina fast um leiðsluna, og seinasta korterið ella so skrædnaði at álvara, tó at støddin á sigrinum ikki hevði nakran týdning fyri víðari luttøkuna. StÍF er sostatt fyrsta liðið í hálvfinaluni í steypakappingini, og sum teir hava spælt í ár, so eru teir helst favorittar til finaluplássið, líkamikið hvat mótstøðulið talan verður um í hálvfinaluni.

Dysturin í tølum:
StÍF-Tjaldur 37-25 (18-12)
Málskjúttar:
StÍF: Sveinur Justinussen 7, André F. Danielsen 6, Alexandur Johansen 5(2), Leivur Justinussen 4, Kristjan Petursson 3, Bent Djurhuus 3, Jón Rasmussen 3, Costin Dumitrescu 3, Janus Trygvason 2
Tjaldur: Jens Martin Knudsen 9(5), Dragisa Stojovic 9, Sverri Justinussen 4, Tórhallur Thomsen 2, Arnfinn Langgaard 1
Brotskøst: StÍF 3, Tjaldur 5
Útvísingar: StÍF 1, Tjaldur 1
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen