Niels Winther aftur í Føroyum

Tíðindaskriv

Í sambandi við at tað í ár eru liðin 150 ár síðan Niels Winther (1822-1892) gav út hitt fyrsta føroyska blaðið ætlað føroyingum - FÆRINGETIDENDE - skipar Landsbókasavnið fyri almennum fyrilestri, har Jákup Thorsteinsson, søgufrøðingur, fer at halda fyrilestur um bókmentamannin og Føroya fyrsta politikara, Niels C. Winther.
Umframt at tað eru liðin 150 ár í ár síðan Niels Winther gav út FÆRINGETIDENDE, so eru sum kunnugt eisini 150 ár liðin, síðan Løgtingið varð endurreist, tað løgting Niels Winther so manniliga bardist fyri at gera so føroyskt sum gjørligt.
Janus Kamban, myndhøggari, gjørdi í tríatiárunum eina høggmynd av Niels Winther. Høggmyndin varð sýnd fram á listaframsýning í Havn á ólavsøku 1936. Um høggmyndina skrivaði William Heinesen m.a. í einum ummæli í Føroya Social Demokrati. nr. 38, 1936:
"Og so var har ein standmynd av einum røðara, ein klókur álvarsmaður - tann føroyski politikarin og undangongumaðurin Niels Winther. Tað er ein royndur lutur, at Janus Kamban, so ungur hann er, hevur nógvar dygdargávur... Hansara standmynd av Niels Winther er fyrsta størra myndhøggaraverk hansara. Hann er førur at skapa okkum fleiri."
Høggmyndin er nú stoypt í bronsu og høvi verður aftur hjá almenninginum at síggja listaverkið.
Fyrilesturin hjá Jákupi Thorsteinsson verður á Landsbókasavninum mikukvøldið 18. desember, kl. 20.