okkara dám. Ber ikki til at hava tvey ymisk snið? – Tað veldst um, hvat mál tú tosar um. Skrivar tú eina røðu, bræv til ein vin, á facebook, so skrivar tú júst tað, tú hevur hug til. Men eitt skriftmál [...] orðabøkurnar eru skrivaðar við einum stavraði, ið hevur staðið sína roynd seinastu 160-170 árini, prógvar, at tað riggar. Riggar tað, skalt tú hvørki broyta ella væla um tað. Hví hava vit stavrað? – Endamálið [...] einki føroyskt ljóð. Hetta hevur einki við kenslur at gera. Sama hvussu fittur Åge er. So sleppur å ikki inn í stavraðið. – Og so koma vit til kjarnan. Føroyska stavraðið er til føroyska málið, og eru x
steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið. GÍ var betri Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan [...] at konseptið, ella ætlanin, er sera greið og hevur stóran týdning. Teir hava nýtt tíð til at finna júst røttu fólkini. Ikki nógv fólk, men tey røttu. Og hóast Edvard og Teitur vita hvat teir vilja, so [...] gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til. Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir,
bara tann, har eru eftir hondini sendir eygleiðarar til, sum ansa eftir hesum brotsverkum, sum verða framd og fyrr ella seinni verður onkur at standa til svars fyri hesar ræðuleikar. Hvussu tað er við eygleiðarum [...] verður fylgd til verju hjá hesum sakleysu fostrum? Ella er menniskjan komin so langt út, at tað er natúrligt at sláa í hel, um ein kennir seg darvaðan av teimum gerðum, sum ein sjálvur er orsøkin til. Hvar eru [...] smíða lógirnar til tað fólk, sum skal búleikast her á klettunum. Her ræður um ikki at sova í tímanum, sum mangan verður tikið til. Tann, sum trýr at týningarlegurnar hoyra fortíðini til, hann má tíverri
fólkaflokskjarnini í samgonguni. Gaman í, Finnbogi Arge hevði fingið eina nøs, men hugdi tú eftir monnunum, so sást tú, at tað vóru fleiri, sum við teirra politisku ómegd høvdu longri næsar enn landsstýrismaðurin [...] skuldi jú yvir fyri sínum politisku adoptivforeldrum prógvað, at eisini hann nú dugur. At hann hevur livað upp til tað, sum sjefideologarnir í fólkaflokkinum væntaðu sær av honum. Vinnarin er Finnbogi Arge [...] av einstøku landsstýrismonnunum. Og megnar løgmaður so ikki at samskipa arbeiðið, ella velur hann bert at lata standa til, so fáa vit slíkar støður sum hesar, har landsstýrismaðurin fær óavmarkað vald. Samgongan
- Fyri tað fyrsta er tað sera trupult at viðgera ES í Føroyum uttan so, at tú hevur avklárað okkara ríkisrættarligu støðu. Men tað ger onki, um vit taka orðaskiftið, tí ES er eisini fyri stórbroyting við [...] politiskt best møguleika Tingini kunnu boyggjast Fiskivinnupolitikkurin má greinast EBS hevur gagnað Íslandi EBS og EFTA - Hvat er tað? [...] mugu royna at fáa eina skipan við ES, sum er galdandi fyri alt Norðuratlantshavið, ið tekur atlit til, at hesi londini hava bæði søguliga og eisini í framtíðini fara at vilja umsita okkara stóra livandi
minuttir av tíð hansara. - Man ikki tað. Tú kanst gott fáa tríggjar, um tað skal vera, vóru játtandi boðini. Standa saman Fyrst av øllum spurdu vit hann sjálvsat, hvat tað eftir hansara tykki var, sum tryggjaði [...] týdningarmikla sigurin. - Eg haldi serliga, at tað vóru royndirnar hjá okkum, sum komu okkum til góðar. Ella ikki bara royndirnar, tí tað hava teir eisini, men vit hava allir spælt saman í so langa tíð [...] fremst hava meira støðug avrik, áðrenn vit fara at hugsa um FM, tí fleiri ferðir hevur tað mest av øllum verið hepnið, sum hevur tryggjað okkum stigini, og tað heldur ikki neyvan í longdini, heldur Bárur Nielsen
boðskap fram. Og sigur tú bara eitt sindur og ikki alt, so eydnast tað aloftast allarbest. Eitt evni, hann dúgliga hevur savnað tankarnar og skrivingina um, er blokkurin ella ríkisveitingin úr Danmark [...] samstundis vera við at fortelja fólki, hvussu stór henda veiting er og hvat hon í veruleikanum verður brúkt til. Kann vera, at hann ikki hevur skil á øllum hesum hundraðtals milliónunum, so tí vil eg fegin royna [...] vita, at slíkt byggir hvørki land, fullveldi ella samanhald. So fjølment eru vit ikki her á landi, at ein so royndur politikari, ið átti at vitað betri, hevur fyri neyðini at spjaða okkum øll sundur við
oftani stuttligur. Men hvat er at fara ov langt, og hvat er ein minstamark, kann ein spyrja seg sjálvan. leikarar: Ali G og onnur longd: 110 min stað: havnar bio, um tú ert 12 ár ella eldri [...] og annað gott. Hetta kann mann so dáma ella ei. Er stemningurin í salinum góður, kann filmurin vera stak skemtiligur í støðum, men intellektuelt avbjóðandi ella stimbrandi heilaføði er ikki nógv at koma [...] vóru øll ung fólk, og filmurin er eisini burturav gjørdur til hetta ættarliðið. Einki verður hildið heilagt. Um tað er kynshárini hjá drotningini ella gleðin av samkyndum kynsligum royndum er eitt feitt hjá
teir síggja fram til hvønn einasta dag. Á skránni henda týsmorgunin er eitt høvuðsevni, og tað ræður um at vita, hvat hinir halda um tað. Teir vita av royndum, hvat teir skulu keypa og hvat teir í roynd og [...] sum hevur stillað hana upp. - Tað er júst hetta sum er so gott, at hon fer at tryggja okkum samband, bæði suðureftir við Danmark og norðureftir til Klaksvík. - Hetta gjørdi í øllum førum sítt til, at hon [...] tað er ikki hvønn dag at fremmand fólk eru til kaffi hesa løtuna. Evnini, tey kunnu vera so ymisk – frá kommunusamanlegging, útróðri, politikki og víðari til onnur viðkomandi evni. Í dag er kortini bert
soleiðis nýtist tað ikki at verða, tí tað ber faktiskt til at læra at dyrka fram eitt nýtt hugskot og gera tað til veruleika. Tað krevur bara, at tú torir at hugsa av nýggjum og fært onnur við í leikin. [...] at bólkurin hevur eina holla vitan um evnið ella hugskotið, arbeitt verður við, við at seta hvassar spurningar. Miðlarin skal syrgja fyri, at øll í bólkinum tosa sama mál og eru samd um, hvat tey ymsu hugtøkini [...] ongin hevur tora at hugsa ella sagt hart fyrr. Tí tað er nettupp harfrá, verulig nýhugsan stavar. Provokatión Tað er Gulla Øregaard, sum vit kenna frá ymsum mentanarvirksemi her heima, ið hevur tikið stig