Skulu vera støðugir

Málverjin hjá VÍF fegnaðist sjálvandi um sigurin á Neistanum, men hann vísir á, at avrikini sum heilt skulu betrast, um VÍF skal tryggja sær gullið

Hondbóltstos

Ein av týdningarmestu leikarum í dystinum sunnudagin var uttan iva VÍF-málverjin, Bárður Nielsen, og hann var sjónliga fegin um sigurin, tá vit eftir dystin spurdu, um vit kundu læna einar tveir minuttir av tíð hansara.
- Man ikki tað. Tú kanst gott fáa tríggjar, um tað skal vera, vóru játtandi boðini.

Standa saman
Fyrst av øllum spurdu vit hann sjálvsat, hvat tað eftir hansara tykki var, sum tryggjaði VÍF týdningarmikla sigurin.
- Eg haldi serliga, at tað vóru royndirnar hjá okkum, sum komu okkum til góðar. Ella ikki bara royndirnar, tí tað hava teir eisini, men vit hava allir spælt saman í so langa tíð, at vit duga at takla støður, tá tað gongst illa í hond.
- Hjá teimum hendir júst tað øvugta. Tá teir seinastu løtuna koma undir veruligt trýst, fellur spælið hjá teimum burtur, og heldur enn at halda høvdið kalt, gjørdist talan einmansavrik, og tað var júst hetta, sum eftir mínum tykki var munurin.

Einki avgjørt
Tá vit síðani spyrja, um hetta var sigurin, sum tryggjar teimum gullmerkini, er málverjin skjótur at svara, at tað er so langt ífrá.
- Vit hava seinastu tíðina víst, at vit hava stórar trupulleikar við at motivera okkum sjálvar. Tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki, men støðan er tann, at meðan vit nú tvær ferðir upp í slag hava vunnið á Neistanum, so hava vit havt sera torført við at basa liðum, sum á pappírinum eru nógv veikari.
- Vit skulu fyrst og fremst hava meira støðug avrik, áðrenn vit fara at hugsa um FM, tí fleiri ferðir hevur tað mest av øllum verið hepnið, sum hevur tryggjað okkum stigini, og tað heldur ikki neyvan í longdini, heldur Bárur Nielsen.