Komandi vikuskiftið verður forvitnislig tónleikaætlan framførd á Meiarínum. Júst hvat hon snýr seg um, vilja upphavsmenninir ikki siga, men tó er greitt, at tað er nakað minniligt og at tað ber við Tey av Kamarinum, Simma, Birna Dam og so framvegis.
Edvard Nyholm Debess vendi sær til Tórshavnar Býráð, fyri at vita um áhugi var fyri at gera eitthvørt í samband við ár 2000, ið hevði við Havnina at gera og var fyri Havnina. Áhugin var har og Aldarinnar Gongutúrur er eitt verk, ið er úrslit av hesum.Undirheitið er Ein minnilig tónleikamynd.
Smáttan
Sum Edvard tekur til, so segði William Heinesen, at Havnin er heimsins nalvi. Og hetta sigur Edvard, meðan hann væl nøgdur situr í sínum úthúsi í aldingarðinum í Tvørgøtu. Her her tónleikaliga verkstaðið hjá Edvardi. Eins og William hevði sína kreativu smáttu, hevur Edvard sína.
Og tað er júst í hesi smáttuni, at vit prátað við Teit Lassen og Edvard Nyholm Debess um forvitnisligu ætlan teirra.
Nýhálmur
Teitur og Edvard funnu saman í samstarv fyri mongum árum síðani við ein jazzfestival. Og síðani aftur við 100 ára føðingardag William Heinesens.
Tá rann saman aftur teirra millum og Teitur kom uppí ætlanir Edvards, tá hann greiddi frá um sín treytaleysa kærleika fyri gomlum tónleki, Teimum av Kamarinum, Simma og Birna Dam. Um at finna út av hesum, sum fyri stóran part hevur við minnir at gera. Um at geva hesum lív, so eisini tey yngru finna út av hesum og koma at kenna hetta. Hetta, sum fyri stóran part livir í minninum hjá mongum.
Í smáttuni fær prátið rættiligt flog, meðan vit sita millum kontrabassar, el-bassar, teldu og fløgur. Og orðini og frágreiðingarnar eru flákrandi og veingjaðar, men tó ikki ov avdúkandi, tí tað vilja teir báðir ikki.
Alt hetta, hugskotini, rann so saman í hægri eind. Varð edvardskað, lassenskað, koyrt í Edvardsa kvørn og kom út aftur sum nýhálmur, er endin á samanumtøkuni av upprunanum og arbeiðsgongdini til Aldarinnar Gongutúr - Ein minnilig tónleikamynd.
Edvard hevði hugskotið um Aldarinnar Gongutúr. Lyklaorð í upprunaætlanini hjá teimum báðum eru øldir, minnir og uppruni.
Ein kann so freistast at trúgva, at tað er tí, at Teitur og Edvard kendu seg bundnar at gera eitthvørt fyri gamla tónleikin, Sum eina skyldu, men so er ikki. Tað er bert spennadi og stuttligt, siga teir báðir.
Upprunagesturin
Edvard og Teitur leggja dent á, at konseptið, ella ætlanin, er sera greið og hevur stóran týdning. Teir hava nýtt tíð til at finna júst røttu fólkini. Ikki nógv fólk, men tey røttu. Og hóast Edvard og Teitur vita hvat teir vilja, so sleppa hesi fólk at gera sum tey vilja, so at skilja, at hevur onkur hug at leika okkurt ávíst, ið ger stykkið betri og er neyðugt hjá tí einstaka, so er frælsi til tess.
- Tónleikararnir hava fríar teymar, so tónleikurin fær lív, siga Edvard og Teitur.
Tónleikararnir eru valdir út, tí teir verða mettir at hóska til ætlanina, og sum Edvard skemtandi sigur, so eru teir havnarmenn!
Tey luttakandi í Aldarinnar Gongutúri eru guitarleikarin Leivur Thomsen, Trygvi í Brekkunum, trummur, sjónleikarin Páll Danielsen, Teirur og Edvard og so Upprunagesturin.
Henda seinasta vilja teir ikki avdúka nógv um, men teir leggja dent á, at hann er grundleggjandi og av alstórum týdningi fyri verkið.
Mála við tónum
At tað svingar millum teir báðar tónleikararnar í smáttuni í Tvørgøtu, er ikki at taka seg aftur í. Spyr ein, hví verkið hevur heitið tónleikamynd, so svara teir við snildisligum orðavavstri, at ikki er talan um sjónleik. Kanska um at ímynda sær nakað. Kanska um mynd. Ja, eina minni tónleikamynd, eina minniliga tónleikamynd......(og her gavst tygara útsendi at at skriva sær meira í blokkin).
Men rámandi hugleiða teir, at um ein mynd nú er svørt og hvít, so er bert at seta litir á við tónleiki.
Og ætlanin er sera greið og jarðbundin. Ikki tey stóru armsveiggini og hjálpitólini. Tað er hetta við at skapa eitt umhvørvi, fáa fólk at ímynda sær nakað. Skapa stemning , huglag, millum áhoyrarar. Talan er um at skapa eit intimt upplivilsi, eru Edvard og Teitur samdir um.
Postkort
Eingin plakat er gjørd í samband við tiltakið, men eitt forvitnisligt postkort.
- Hetta er eisini fyri at senda út tekin um, at her er nakað øðrvísi. Ikki bert ein konsert, har Edvard og Teitur leika, siga teir báðir.
Framførslurnar eru fyribils tvær í tali og tær verða tann 8. og 9. juli á Meiarínum í Havn. Leygardagin klokkan 21:30 og sunnudagin klokkan 20:00.
Atgongumerkini til verkið Aldarinnar Gongutúrur, sum Edvard stendur skrivaður fyri at hava skrivað, sett saman og eiga hugskot til, fáast á Kunningarstovuni í Havn og tey kosta 75 krónur.e;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.
Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.
GÍ var betri
Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.
Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.
Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.
»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.
Finala um løgmanssteypið
HB-GÍ 0-1 (0-1)
0-1: Óli Hansen
Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ
Dómari: Suni Johansen
HB:
Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum
GÍ:
Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm