- Fyri tað fyrsta er tað sera trupult at viðgera ES í Føroyum uttan so, at tú hevur avklárað okkara ríkisrættarligu støðu. Men tað ger onki, um vit taka orðaskiftið, tí ES er eisini fyri stórbroyting við teimum eysturevropeisku londunum, sum koma inn. Tað er klárt, at Føroyar mugu finna sær eina støðu, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum.
- Trupulleikin er bara tann, at yvirhøvur at fara at tosa um eina nýggja skipan við ES, tá vit ikki hava avklára okkara ríkisrættarligu støðu, tað er øgiliga trupult. Sum eitt sjálvstøðugt land høvdu vit saman við Íslandi og Noregi kunna sagt tað, at jamen vit mugu royna at fáa eina skipan við ES, sum er galdandi fyri alt Norðuratlantshavið, ið tekur atlit til, at hesi londini hava bæði søguliga og eisini í framtíðini fara at vilja umsita okkara stóra livandi tilfeingi. Tá hevði mann kunnað staðið sterkur, um mann var eitt slag av norðuratlantiskum OPEC, har vit kundu røkt tey áhugamálini, sigur Høgni Hoydal.
- Men limaskap í ES dugi eg ikki at síggja sum nakran fyrimun fyri Føroyar yvirhøvur, hvørki í núverandi ríkisrættarligu støðu ella sum sjálvstøðugt land. Fara vit í núverandi ríkisrættarligu støðu at tosa um at blíva limir í ES, so verða Føroyar ein dupultur útjaðari; ein útjaðari í Danmark og ein útjaðari í ES við ongari ávirkan, so tað er ikki ein møguleiki, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum.
Greinin er partur av greinarøð um ES:
ES má finna semju við Føroyar, Ísland, og Noreg
Vit eru ein bananrepublikk
Kontroversiellar avgerðir um ES
Ríkisrættarliga støðan má avklárast
EFTA politiskt best møguleika
Tingini kunnu boyggjast
Fiskivinnupolitikkurin má greinast
EBS hevur gagnað Íslandi
EBS og EFTA - Hvat er tað?










