Tey flestu munnu hava upplivað at fáa eitt gott hugskot, men fara so at ivast í, um tað ber til at gera tað ítøkiligt og nýtiligt. Sum so ofta, vísir vanahugsan seg at verða stórsta forðingin, og hugskotið fer tí spakuliga í seg sjálvt aftur. Men soleiðis nýtist tað ikki at verða, tí tað ber faktiskt til at læra at dyrka fram eitt nýtt hugskot og gera tað til veruleika. Tað krevur bara, at tú torir at hugsa av nýggjum og fært onnur við í leikin.
Persónligar søgur
À verkstovuni í Sjónleikarahúsinum í Havn í vikuskiftinum fara serfrøðingar og onnur at greiða frá sínum royndum við nýhugsan. Millum onnur fara Bo Krüger og Svend Erik Nissen, sum báðir eru serkønir í frálæru í nýhugsan og kreativiteti, at leggja fyri við fyrilestrum um samskiftishættir, sum fremja nýhugsan og mátar at skapa nýggj hugskot her og nú.
Eisini verður høvi at hoyra fólk, vit kenna frá føroyska lista- ella vinnulívsumhvørvinum, greiða frá, hvussu tey gjørdu síni villu hugskot til veruleika. Eitt nú fer fyrrverandi bankastjórin, Jørn Astrup Hansen at siga frá egnum royndum at sleppa tí vanabundna og ganga nýggjar leiðir í arbeiðslívinum. Yrkjarin Tóroddur Poulsen fer at bera fram eina persónliga søgu, har hann greiðir frá, hvat tað vil siga at yrkja og í førum vera á ókendum leiðum og kortini finna heim, sum hann tekur til. Frá Menningarstovuni fer Kjartan Kristiansen at greiða frá menningartiltøkum, hann sjálvur hevur verið við í, sum hava havt kreativitet og nýhugsan sum stavnhald.
Innovatiónsdiamanturin
Fyrilestrarnir fara allir at sipa til hvør sítt øki í tí sokallaða Innovatiónsdiamantinum, sum Bo Krüger hevur drúgvar royndir við í síni frálæru. Diamanturin er skipaður kring tey fýra økini: Vitan, hugtøk, sambond, ikki-vitan, sum í samspæli geva besta gróðrarbotnin fyri nýhugsan. Til at royna hesa skipan átaka luttakarnir sær ein leiklut, sum svarar til eitt av teimum fýra økinum. Soleiðis fær ein leiklutin sum Avbjóðari (vitan), ein verður Miðlari (hugtøk), ein verður Gartnari (sambond) og ein verður Íspegil (ikki-vitan).
Avbjóðarin skal soleiðis tryggja, at bólkurin hevur eina holla vitan um evnið ella hugskotið, arbeitt verður við, við at seta hvassar spurningar. Miðlarin skal syrgja fyri, at øll í bólkinum tosa sama mál og eru samd um, hvat tey ymsu hugtøkini merkja, so miskiljingar ikki verða ein forðing fyri samskiftinum.
Nýhugsan er fremmant øki fyri tey flestu, har vit vassa út uttan at ána, um vit grynna. Tí er tað heilt avgerandi, at luttakarnir kenna seg tryggar við nýggju støðuna. Uppgávan hjá Gartnaranum er sostatt at tryggja trivnaðin í bólkinum, har sínámillum álit er ein treyt.
Ongin nýhugsan uttan pláss fyri býttum spurningum, og her fær Íspegilin kanska tann týdningarmesta leiklutin. Við sínum øru og villu spurningum er hansara uppgáva at fáa sett orð á slíkt, sum ongin hevur tora at hugsa ella sagt hart fyrr. Tí tað er nettupp harfrá, verulig nýhugsan stavar.
Provokatión
Tað er Gulla Øregaard, sum vit kenna frá ymsum mentanarvirksemi her heima, ið hevur tikið stig til verkstovuna. Gulla dylur ikki yvir, at verkstovan er ætlað sum ein provokatión til okkum øll um at leita burtur frá tí vanabundna og heldur royna at síggja okkum sjálvi og samskiftið við okkara medmenniskju frá øðrum, klárari vinklum. Samstundis skal verkstovan leggja upp, til at Sjónleikarahúsið framyvir kann verða brúkt til annað virksemi, enn bara tað siðbundna leiklistarliga. Gulla sær fyri sær, at húsið framyvir í størri muni fær leiklutin sum eitt mentanarligt vakstarhús har evni, sum viðkoma okkara gerandisdegi, verða tikin upp til kjak eisini við støðið í ymsum listarligum verkætlanum. Saman við nevndini í húsinum og øðrum er Gulla í løtuni í ferð við at leggja eina nýggja ætlan fyri húsið, sum leggur upp til, at Sjónleikarhúsið í heila tiki fær ein munandi sjónligari profil í býnum.