landsins, og vit hava ógvuliga tætt samband millum Javnaðarflokkin í Føroyum og okkara, soleiðis, at vit kunnu finna eina framtíðarloysn, ið fer at halda. Avgerin skal hóast alt fyrst og fremst takast í [...] orsøkirnar. Tað týdningarmesta er, at vit fáa eina skipan, ið er borin av pragmatismu og skili, segði Jóannes Eidesgaard og vísti á, at ynskiligt hevði verið at fingið eina sjálvstýrslóg, ið tryggjar, at løgtingið [...] í søguligu gongdina rundan um sjálvsstýriskjakið og fólkaatkvøðuna í 1948. ? Jú meira eg lesi um hesa gongdina, enn meira skilji eg ynskini hjá einum og hvørjum fólki til at stýra egnum viðurskiftum.
avbjóðingin og ikki minst nógvu pengarnir í Italia vóru meiri áhugaverd enn danski høvuðsstaðurin og FCK. Todi Jónsson hevur ikki verið í FCK, síðani tað frættist, at væl lýddi venjarin hevði sagt upp, og hann [...] bæði eingilsktmenn og týskarar hava verið umrødd sum møgulig venjaraevni í FCK. Ongland og Týskaland Í Onglandi hevur verið nevnt, at fyrrverandi landsliðsvenjarin Terry Venables og fyrrverandi liðformaðurin [...] til nógvar greinir og innsløg í svongu miðlunum. Og so eru fleiri danir nevndir. Millum teirra eru Jan Mølby, sum sjálvur sigur, at hann ikki er á veg úr Onglandi og til Keypmannahavnar. Ein annar er Silkeborg
eigur at vera tann samskipandi og strategiski tilrættaleggjarin fyri ferðavinnuna og skuldi tískil verið áhugað í góðari samvinnu. Lítið og einki samskifti er og lítil og eingin áhugi heldur fyri tí, vit [...] til at skapar røttu fortreytirnar og góðar karmar undir ferðavinnu, og til ymsar verkætlanir í ferðavinnuni. At marknaðarføra Føroyar til útlendska ferðamannin og lítið og einki geva honum, tá ið hann kemur [...] eitt annað ár og so framvegis. Eg seti stórt spurnartekin við hvønn marknaðarføringin hjá Ferðaráðnum miðar eftir. So og so stórt tal av faldarum verða spjaddir út á stevnum og aðra staðni, og so vóna tey
– Eg var uppstillað saman við Kristin Michelsen í 2008 og havi sostatt sitið 4 ár í býráðnum saman við honum, har Kristin, Pauli, Jens og eg vóru í samgongu saman. Men tað, sum eg helt vera eina SAMGONGU [...] ikki kunnað ella spurd um NAKAÐ sum helst í dagliga politiska arbeiðinum í býráðnum. Eg spurdi og spurdi og royndi mítt besta at kunna meg um ymiskt, men ofta føldi eg tað, sum rendi eg meg ímóti einum [...] málinum um sambýlið, ið – sum kunnugt – fór í luftina, og meirilutin avgjørdi ikki at byggja tað uppaftur, tí vit vórðu kunnað um, at tað var ótíðarhóskandi og best var at byggja nýtt. Knappliga fekk pípan tó
álopsspælið við einari útskifting fyri og aðrari eftir, og tveir minuttir fyri tíð gav tað eisini úrslit. Kenneth Jacobsen sendi bóltin innfyri úr høgru síðu, og fyrst royndi innskifti Liam Killa seg við [...] møguleikarnar í fyrra hálvleiki. Danski framherjin, Nikolaj Eriksen, hevði fyrst tveir skallarar, og síðani høvdu bæði Rasmus Nielsen og Jónas Stenberg góðar skotroyndir, harav onnur noyddi Trygva Askham í 07 [...] longd. Í hinum endanum var meira smáligt, hóast 07 Vestur brúkti skil og royndi at spæla, og tað einasta var eitt millum ting millum skot og innleg frá Milan Pejcic, sum AB-málverjin, Heðin Stenberg, ikki fekk
jagstra. Eftir kappingarárini 2009 og 2010, har lítið og einki riggaði, hevur tað í ár gingið sum fótur í hosu hjá B36, sum síðani fimta umfar hevur verið fremst – og enn ikki hevur tapt í landskappingini [...] væl nøgdir við, hvussu tað hevur gingist, og eingin av okkum hevði væntað, at tað fór at eydnast so væl. Alt tað, sum vit sjálvir hava ávirkan á, er eydnast, og serliga fegnir eru vit um, at vit hava funnið [...] javntsterk, heldur B36-venjarin. – At vit eru oddalið, kann vera slítandi, um fólk og tíðliga fara at tosa um meistaraheiti og sovorðið. Hjá okkum ræður um at halda fokus í seinnu hálvu, tí meistaraheitið verður
egnar reglur á hesum økinum, og í ár hevur so ivamál tikið seg upp, hvørt tað var loyvt Stjørnuni og VÍF at hava tríggjar útlendskar leikarar í hópinum. Hetta varð fyri fyrst góðkent av HSF, men nú hevur [...] hevði árliga aðalfundin leygardagin, og longu undan fundinum tóktist greitt, at hesin fór at verða av tí meira drúgva slagnum. Fleiri áhugaverd uppskot vóru á skránni, og tað vísti seg eisini, at fundarfólkið [...] tíð, eins og tað eisini skal takast støða til, í hvønn mun yngru leikararnir í fremstu deildunum skulu kunna flyta millum deildir. Valini Annars skuldu fleiri nevndarlimir veljast á fundinum, og í summum
høvdu tær á mótstøðuliðnum longu sent bóltin í meskarnar seks ferðir. Runnu kapp við tíðina Fyrst og fremst var tað Ioana Rápa, sum gjørdi um seg fyrstu løtuna. Sum so var uppskriftin rættiliga einføld [...] VB, og tá VÍF so aftur fekk glið á, var mest sum liðugt. VB hevði snøgt sagt ikki orku til at fylgja við, og tá tað gjørdist greitt, at talan skuldi gerast um tap, fekk vónloysi eisini vald á VB, og seinasta [...] røkka einum sigri, og tað var eisini líkt til, at tær høvdu hetta í kvittanini, tá tær fóru út á vøllin. Alt fyri eitt fóru tær við ágangandi álopsspælið undir at minka uim leiðsluna, og eina løtu sá eisini
rithøvundum, prestum, vísindafólki og løgfrøðingum, avgjørt ikki hjá politikarum. Teirra uppgáva og teirra styrki er at fata og duga at orða tær hugsanir um rættleika og siðalag, sum fólkið tykist vera samt [...] veruligt og sterkt útinnandi vald og dómsvald at skifta valdið við. Úrslitið gjørdist hurlivasi, tí lógir vórðu givnar í eyst og í vest, uttan samanhang. Úrslitið við hermannaeinaveldi, fyrst við tí hjá [...] fáa vinnulív og vanlig fólk at missa álitið á løgtingi og landsins myndugleikum. Tí hvør kann trúgva upp á og leggja ætlanir eftir tí, sum útinnandi valdið - landsstýrið - sigur vera rætt og ætlanir fyri
Poula og Finn Clementsen úr Havn vóru farin ein túr í býin í góðveðrinum seinnapartin. ?Okkara ólavsøka er sum hjá so nógvum øðrum, at vit ganga oman og niðan gjøgnum býin at heilsa upp á fólk. Man møtir [...] føroyski dansurin. Fyri okkara viðkomandi er eingin ólavsøka uttan føroyskan dans. Vit plaga fyrst at dansa á Vaglinum og síðani uppi í sjónleikarhúsinum,? sigur Poula at enda.