Eingin væntaði hetta

– Eingin av okkum hevði væntað, at tað fór at eydnast so væl, sigur B36-venjarin, Mikkjal Thomassen, um kappingarárið hjá oddaliðnum higartil

Nú farið verður undir síðstu 14 umførini í Vodafodedeildini, er B36 oddaliðið, hini skulu jagstra. Eftir kappingarárini 2009 og 2010, har lítið og einki riggaði, hevur tað í ár gingið sum fótur í hosu hjá B36, sum síðani fimta umfar hevur verið fremst – og enn ikki hevur tapt í landskappingini.
– Vit eru øgiliga væl nøgdir við, hvussu tað hevur gingist, og eingin av okkum hevði væntað, at tað fór at eydnast so væl. Alt tað, sum vit sjálvir hava ávirkan á, er eydnast, og serliga fegnir eru vit um, at vit hava funnið eina so góða rútmu, hóast útskiftingarnar hava verið stórar í hópinum, sigur Mikkjal Thomassen, sum saman við John Petersen er venjari hjá B36.
Nú kappingin heldur fram eftir summarsteðgin, er B36 á odda við 31 stigum, sum er tvey fleiri enn Víkingur og fimm fleiri enn EB/Streymur. NSÍ, sum leingi fylgdi við B36, er átta stig aftanfyri.
– Eg haldi, at restin av landskappingini sær øgiliga spennandi út. Sjálvt um kappingin er brotnað í helvt, so fýra lið líkasum mynda toppin, kunnu øll taka stig frá øllum. Burtursæð frá B71, so hava øll liðini higartil verið javntsterk, heldur B36-venjarin.
– At vit eru oddalið, kann vera slítandi, um fólk og tíðliga fara at tosa um meistaraheiti og sovorðið. Hjá okkum ræður um at halda fokus í seinnu hálvu, tí meistaraheitið verður altso ikki avgjørt fyrr enn í oktober, so vit kunnu bara halda fram við at arbeiða við tí, vit hava ávirkan á.


Tilgongd:
Atli Danielsen
Mahmud Suleiman

Frágongd:
Rúnar í Lon Jacobsen