VB-VÍF 18-31 (9-13)
Steypafinalan
VB kvinnurnar mundu halda, at tær upplivdu eitt slag av deja-vu, tá tær leygardagin fóru í holt við finaludystin. Byrjanin av dystinum hesa ferð leiddi í øllum førum tankarnar móti finaludystinum í fjør, tá VB mátti lúta fyri Kyndli.
Tað var nevnliga millum lítið og einki, sum vildi rigga hjá VB fyrstu løtuna av dystinum. Í øllum førum ,tá tað ráddi um at skjóta mál. Sjálvt spælið gekk kanska ikki so illa, men líka mikið hvussu tær royndu, so fingu tær ikki bóltin fram við Manuelu Stan í VÍF málinum.
Ikki fyrr enn knappliga 11 minuttir vóru farnir, eydnaðist VB at skora, men tá høvdu tær á mótstøðuliðnum longu sent bóltin í meskarnar seks ferðir.
Runnu kapp við tíðina
Fyrst og fremst var tað Ioana Rápa, sum gjørdi um seg fyrstu løtuna. Sum so var uppskriftin rættiliga einføld, har spælið varð pressað upp, fyri at skapa pláss til rumenan, men VB tóktist als ikki at vera fyrireikaðar upp á hetta. Eitt fyri og annað eftir vórðu kanónskotini send móti VB málinum, har Guðrun í Lágabø ikki fekk gjørt stórvegis fyri at verja fyri.
Tá VB endiliga fekk sett hol á, tóktist sjálvsálitið spakuliga at koma aftur á liðið. Spakuliga fóru tær í holt við at troga seg inn móti VÍF, sum hinvegin tóktist at hava mist nakað av teirri ferð, sum tær høvdu á spælinum fyrstu løtuna.
Hóast tað framvegis vóru fýra mál á muni, tá farið varð inn til seinna hálvleik, so mundi tað ikki vera heilt uttan vónir, at VB kvinnurnar fóru á vøllin. Við eini góðari byrjan upp á seinna umfarið kundu tær framvegis røkka einum sigri, og tað var eisini líkt til, at tær høvdu hetta í kvittanini, tá tær fóru út á vøllin.
Alt fyri eitt fóru tær við ágangandi álopsspælið undir at minka uim leiðsluna, og eina løtu sá eisini út til, at hetta kundi fara at eydnast hjá teimum. Høllin var á gosið, tá Laila Jespersen minkaði munin niður í tvey mál, men tað skuldi tó vísa seg, at hetta skudi verða tað nærmasta, sum VB kom at VÍF.
Líkt var til, at takið nú hevði kostað ov nógvar kreftir hjá VB, og tá VÍF so aftur fekk glið á, var mest sum liðugt. VB hevði snøgt sagt ikki orku til at fylgja við, og tá tað gjørdist greitt, at talan skuldi gerast um tap, fekk vónloysi eisini vald á VB, og seinasta korterið var bert ein spurningur um, hvussu stórur sigurin skuldi gerast.
Tær hjá VÍF vóru nú eisini greiðar um, at sigurin var heima, og nú løgdu tær seg eisini eftir at undirhalda, fram um bert at hugsa um sigurin. Ikki minst kom lív í, tá ein av heilt stóru profilunum í dystinum, Manuela Stan, ta einu ferðina hættaði sær framvið, og hon gjørdi ikki mætari enn at skora við einum hoppiskoti.
Jacklin var framúr
Hóast talan meira enn nakað annað var um eitt liðavrik, sum tryggjaði VÍF sigurin, so slepst ikki undan, at einstakar av gentunum skaraðu framúr.
Manuela Stan var síni nærum ótrúliga byrjan hornasteinurin í leiðsluni, sum VÍF bygdi sær fyrstu løtuna, og hetta var sjálvsagt ein av avgerandi faktorunum í VÍF sigrinum. Somuleiðis høvdu avrikini hjá landskvinnum hennara, Ioanu og Nicoletu, stóran týdning fyri dystin, men tá mest stóð á, var tað tó ein onnur, sum traðkaði til.
Jacklin Durhuus hevur ikki so ofta verið millum tær fyrstu sjey á vøllinum, síðani hon kom aftur úr Slagelse, men leygardagin sýndi hon, at hon so avgjørt telist millum bestu leikarar í landinum.
Allan fyrra hálvleik varð hon hildin á beinkinum, men tá VB so brádliga fór at tátta í, gjørdu venjararnir av, at seta hana á vøllin, og hetta munnu teir neyvan angra í dag.
Við skjótleika sínum var hon ein støðug hóttan móti VB spælinum. Ágrýtni í verjupartinum viðførdi, at hon fleiri ferðir var við til at seta skjótálop í gongd, og fangaði onkur av viðleikarunum bóltin í verjupartinum, var Jacklin sum eitt skot framman fyri VB málið. Heldur ikki hevði hon trupulleikar av at langa hoppiskot í meskarnar, og at hon megnaði at skjóta átta av teimum seinastu 17 málunum hjá VÍF ber eisini boð um, á hvørjum støði avrik hennara var.
Uppgávan gjørdist ov løtt
Soleiði sum dysturin lagaði seg, so munnu VB kvinnurnar neyvan mótmøla, at tað ikki gjørdust tær, sum sluppu upp á pallin eftir steypinum.
Kunnu tær illa mótmæla hesum, so munnu tær hinvegn iðra seg um, at tær í nógvar mátar gjørdu uppgávuna hjá VÍF lættari, enn hon nýttist at vera.
Eitt hitt fremsta vápnið hjá VB í ár hevur verið kontraspælið, men hetta kom ongantíð til sjóndar leygardagin. Virðingin fyri mótstøðuni tóktist í fleiri førum at vera alt ov stór, og tí tordu leikarar ongantíð at satsa frameftir. Hetta viðførdi, at so at siga øll álopini máttu spælast ígjøgnum, og tað tóktist eisini alla tíðina, sum um VB nýtti nógv størri orku enn VÍF, og allar helst var tað eisini hetta, sum skein ígjøgnum seinastu løtuna, tá VÍF meira ella minni rann VB liður sundur og saman.
Tað skal tó einki takast frá VÍF av teirri orsøk, tí tær sýndu, at tær í løtuni eru nógv tað besta kvinnuliðið í landinum. At streingirnir at spæla upp á eru nógvir, var eisini sjónligt, og millum annað var tað merkisvert, at Sóley Mikkelsen als ikki tók sp nógv á sínar herðar, sum hon er von við at gera.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VB: Andera Lütz 8, Regina Radó 5(1), Christina Holm 3(3), Gurið Mortensen 1,. Leila Jespersen 1
VÍF: Ioana Rápa 8(3), Jacklin Durhuus 8, Sóley Mikkelsen 4(3), Nicoleta Radu 4, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 3, Fríða Marjunardóttir 2, Manuela Stan 1, Randi Kúrberg 1
Brotskøst: VB 10, VÍF 7
Útvísingar: VB 2, VÍF 2
Dómarar úr StÍF: Justinus Justinussen og Poli Hansen. Høvdu sum heild eitt gott tak á dystinum, men ein kundi tó ynskt, at teir í størri mun gjørdu nýtslu av útvísingum, tá leikarar høvdu hug at halda heldur nógv.