Eingin yvir og eingin undir liðuni á Løgtinginum?

5. juni 1849 fingu danir sína grundlóg. Valdið varð trýbýtt. Lóggávuvaldið varð lagt til kong og Ríkisdag í felag, útinnandi valdið varð lagt til kong, t.v.s. til stjórnina, ið kongur tilnevndi, meðan dømandi valdið varð lagt til dómstólarnar.
Eitt er skrivaða orðið, annað er at fáa hetta at virka í tí dagliga. Grundlógin var úrslit av kravi fólksins um fólkaræðið. Hon var eitt úrslit av togan millum fólkið og teir ráðandi undir gomlu einavaldsskipanini. Semjan gav afturhaldskreftunum við landstinginum ávíst vald at forða fólkatinginum í sínum lóggávuarbeiði. Sum frá leið bar hetta ikki til, og tað kom til veruligar skarpskeringar, tá Estrup í 1877 kom við fyrstu bráðfeingis fíggjarlógini. Estrup hevði væntað, at tað fór at eydnast honum sum einum øðrum Bismarck at knúska fólkið til hóvsemi og lýdni. Men trýst elur móttrýst, og sum herróp vórðu her nýtt orðini hjá Viggo Hørup frá 30. desember 1878: Ingen over, ingen ved siden af Folketinget.

*

25. apríl 1959 samtykti Føroya løgting við 17 atkvøðum ímóti 11, at D.E.W.-málið mátti haldast at vera avgjørt og verður tikið til eftirtektar. Løgtingið undirstrikar sína andstøðu móti militerari útbygging í Føroyum í vanligari merking, um talan verður um slíka.
Undir umrøðuni av hesum máli, sum vit síðan kenna sum NATO-málið, er tað, at Hákun Djurhuus skal hava sagt: Eingin yvir og eingin undir liðuni á Føroya Løgtingi.
Trýbýtta valdsskipanin
Í 1959 gav Føroya løgting seg undir, at so týðandi mál sum NATO-útbyggingin varð avgreitt av landsstýrinum, uttan at løgtingið hevði fingið høvi til at siga sína hugsan, áðrenn byggiloyvi og sáttmáli vórðu gjørd.
Mangt er helst broytt síðan tá, og hendingin í 1959 vikar ikki við grundsetningin í tí fólkaræði, vit stremba ímóti; nevniliga at løgtingið hevur lóggevandi valdið, landsstýrið hevur útinnandi valdið, meðan dómsvaldið liggur hjá dómstólunum.
Í Føroyum og Danmark er útinnandi valdið veikari enn t.d. í USA, har tað eisini er valt beinleiðis av fólkinum. Hjá okkum og í Danmark hevur heldur ikki dómsvaldið havt tann fólkaræðisliga týdning, sum tað hevur og hevur havt í USA. (At lógir og kunngerðir hjá okkum hava verið so illa orðaðar og mótsigandi, at dómsvaldið ikki hevur kunna dømt eftir teimum, hevur einki við fólkaræði at gera; er bert dómur yvir tvørrandi professionalismu.)
Sjálvt um vit kunnu vera samd um, at eingin er yvir Løgtinginum, so er tað ikki fólkaræðisliga rætt, at eingin er undir liðuni á Løgtinginum. Tað er júst valdsjavnbýtið millum hesi trý vald, ið tryggjar, at einki av valdunum gerst einaráðandi. Úrslitið av tí gongd, sum er frágreidd frammanfyri, er í Føroyum og Danmark vorðin tann, at vit hava fingið eitt slag av løgtingsdiktaturi.
Tað ber ikki til við lóg at skapa eitt nýtt samfelag. Lógin er ritað av støðugt afturvendandi gjárdøgunum. Vanar og siðir geva lógirnar - ikki øvugt1
Alexis de Tocqueville, franskur heimsspekingur, 1805 - 1859, hevur sagt hesi orðini. Hann gav í kendu bók síni, Democracy in America, eina gjølla og vælgreinaða lýsing av fólkaræðinum í USA, og hann er framvegis tann, ið amerikumenn venda aftur til, tá fólkaræðisligir spurningar eru uppi, ikki Montesquieu.
Sannleikan í orðunum hava fleiri lond ásannað. Grefligasta dømið er Sovjettiska republikkin, har ?nýggja?, lóggivna samfelagið fall saman í áttati-árunum, nakað um somu tíð, sum okkara ?lóggivna? samfelag fór fyri bakka.
Samfeløgini fóru ikki fyri bakka, av tí at ideologiin var skeiv. Tey fóru fyri bakka, tí teir ráðandi - annaðhvørt teir sótu sum einavaldsharrar ella við valdinum í løgtinginum - vildu lóggeva skapanina av einum nýggjum, betri samfelag út frá einari ideologi, ið ikki bygdi á siðir og vanar í fólkinum.
Sum ikki einaferð misskiltu politikararnir sína uppgávu, nevniliga at orða í lóg teir vanar og siðir, ið fólkið í stórum er samt um, og á ein slíkan hátt, at rættindini hjá møguligum minnilutum at halda við sínar vanar og siðir ikki verða skerd, uttan so at hesir eru til veruligan skaða fyri onnur.
At broyta hugsunarháttin hjá fólkinum við at bera fram ideologiir og at vísa á, at lógir eru til ógagns fyri samfelagið ella partar av samfelagnum, er uppgávan hjá listarfólki, rithøvundum, prestum, vísindafólki og løgfrøðingum, avgjørt ikki hjá politikarum. Teirra uppgáva og teirra styrki er at fata og duga at orða tær hugsanir um rættleika og siðalag, sum fólkið tykist vera samt um.
Uppgáva politikaranna er sostatt at staðfesta - ikki at bróta upp úr nýggjum - og avgjørt ikki við lóggávu at broyta siðir, vanar og vanliga rættarfatan fólksins. (Fiskivinnupolitikkurin hjá ES og kvotulóggávan í 1993 eru hjá okkum millum dømini um miseydnaða lóggeving av einum nýggjum samfelag.)
Fólkaræði uttan virðing fyri lóg og skili skapar lógloysi og fremur einaveldi
Í 1898 fekk spanska stórveldið endaliga mønubrestin, tá tað tapti kríggið ímóti USA, ið tók Filippinurnar, Puerto Rico og Guam, meðan Cuba gjørdist frælst. Sjálvt um Spania enn var eitt slag av kongsveldi, so var tað lóggávutingið - Cortes - sum ráddi uttan at hava veruligt og sterkt útinnandi vald og dómsvald at skifta valdið við. Úrslitið gjørdist hurlivasi, tí lógir vórðu givnar í eyst og í vest, uttan samanhang. Úrslitið við hermannaeinaveldi, fyrst við tí hjá Primo de Rivera í 1920-unum og seinni við Franco og spanska borgarakrígnum í 1930-árunum kenna vit.
Tann gongd, vit síggja við løgtingseinaveldi í Føroyum, er tíbetur enn stutt komin, men hon er kortini hættislig fyri menningina av einum føroyskum fólkaræði. Tann stabilitetur, sum var eitt av aðalmálunum í vinnupolitikkinum, sum løgtingið í seinastu tingsetu so staðiliga tók undir við, er við nýggja løgtinginum mestsum gjørdur til ein bý í Russlandi.
Nýggju og í veruligum politikki at kalla óroyndu politikararnir hava funnið saman um at fremja ideologiskar hugsanir, sum ikki skapa stabilitet men misálit á, hvat tað næsta verður. Teir tykjast ikki hava somu ideologiir, men hava eftir øllum at døma funnið saman um at fremja lóggávu við brotum úr hvør sínari ideologi.
Landsstýrið sum útinnandi myndugleikin er settur til viks av nýggja løgtinginum, ið nú eisini vil hava hetta vald. Styrkta umsitingin hjá løgtinginum tykist spæla við í hesum fólkaræðisliga hættisliga spæli, sum í roynd og veru førir løgtingið aftur til at vera eina amtskommunala umsiting og ikki veruligt løgting, ið hvussu so er bendir einki á, at serkøna umsiting løgtingsins hevur roynt at ávirka løgtingið at halda seg til sín leiklut.
Var tað so av illum ein nýggj hernaðarútbygging, sum útinnandi valdið ætlaði at fremja uttan at leggja málið fyri løgtingið, so var gongdin skiljandi. Og hevði landsstýrið uttanum løgtingið roynt at stýrt við fyribils fíggjarlógum, sum Estrup á sinni, var orsøk hjá løgtinginum at gjørt vart við sína uppgávu.
Men at gera vart við sítt vald í viðgerðini av einari vanligari fíggjarlóg, sum eitt nývalt løgting hevur álagt sínum egna valda løgmanni at leggja fram eftir tógvar samgongusamráðingar, gevur als onga meining. Tað kann ikki annað enn fáa vinnulív og vanlig fólk at missa álitið á løgtingi og landsins myndugleikum.
Tí hvør kann trúgva upp á og leggja ætlanir eftir tí, sum útinnandi valdið - landsstýrið - sigur vera rætt og ætlanir fyri framtíðina? Tá hvør avgerð eins væl kann útsetast, til málið av einhvørjari orsøk fyrst er komið á løgtingsborð, kemur stígur í íløgur og tillaging vinnunar til framtíðar krøv. Hon skal jú eisini liva dagin í morgin, og hvat sigur meirilutin í løgtinginum tá?
Og hvør trýr, at dómsvaldið kann byggja upp nakað vald og nakra leiðreglu í tulking av lógum, tá løgtingið kann broyta lógargrundarlagið frá degi til dags eftir egnum ideologiskum hugsanum og uttan samband við afturvendandi gjárdagarnar hjá fólkinum í landinum?
Nei! Her stendur ikki væl til.


ES! Ja, tað er rætt, at meirilutin í fíggjarnevndini uttan nakra fráboðan og serliga grundgeving eins og smyril fór í staraflokk og skerdi játtanina hjá Menningarstovuni við 500.000 kr. Sum tænastustovnur hjá Vinnumálaráðnum at fremja vinnupolitikk landsins mugu vit loyalt ganga undir hesa fráboðan løgtingsins og laga okkara virksemi eftir hesum. Hetta er sum so einki vandamál fyri fólkaræðið í Føroyum. Vandamálið fyri fólkaræðið er, at stovnar undir útinnandi valdinum umvegis fáa boð um, at teir eiga ikki at lata framløgu fyri fíggjarnevndina um framtíðar tænastu til sítt ráð, men eiga sjálvir at venda sær til meirilutan í fíggjarnevndini - Óla Breckmann, Kára P. Højgaard, Torbjørn Jacobsen og Kristinu Háfoss, so leingi tað varir - at tryggja sær, at ikki ov tilvildarligar broytingar henda og kanska fáa størri játtan. Slík mannagongd sømir seg ikki í einum nútímans fólkaræði, bert kanska í gomlum sóknarstýrum.

1 It is not possible to legislate the creation of a new society. The law is written by the perpetual yesterdays. Manners and customs give the laws not the converse.