– Eg var uppstillað saman við Kristin Michelsen í 2008 og havi sostatt sitið 4 ár í býráðnum saman við honum, har Kristin, Pauli, Jens og eg vóru í samgongu saman. Men tað, sum eg helt vera eina SAMGONGU, var alt annað enn tað!!
Tað skrivar Malla Dam, fyrrverandi borgarstjóri á Tvøroyri í lesarabrævi.
– Eg bleiv varaborgarstjóri, men eg varð ikki kunnað ella spurd um NAKAÐ sum helst í dagliga politiska arbeiðinum í býráðnum. Eg spurdi og spurdi og royndi mítt besta at kunna meg um ymiskt, men ofta føldi eg tað, sum rendi eg meg ímóti einum múri. Ongin kunning var til mín. Onkur hissini fundur var millum samgongulimirnar hesi fýra árini.
Malla Dam nevnir sum dømi, at undan stórum atkvøðugreiðslum – sum t. d. tá Varðin Pelagic skuldi byggja.
– Eg fekk eg onki at vita. Eg føldi meg noydda at siga, at um eg ikki fekk nøktandi kunning og innlit í skjølini, so atkvøddi eg ikki fyri. Hetta var dagin fyri atkvøðugreiðsluna, hóast tað stendur í kommunustýrislógini, at kommunustýrislimir skulu hava 14 daga-freist at seta seg inn í málini.
– Eg kendi tað, sum onki æt felags avgerðir. Hetta kom kanska best til sjóndar í málinum um sambýlið, ið – sum kunnugt – fór í luftina, og meirilutin avgjørdi ikki at byggja tað uppaftur, tí vit vórðu kunnað um, at tað var ótíðarhóskandi og best var at byggja nýtt. Knappliga fekk pípan tó eitt heilt annað ljóð. Borgarstjórin tók ta avgerð, at kommunan ikki skuldi byggja sambýlið – tað var ein landsuppgáva. Handfaringin av hesum málinum – øllum sum tað er – er sera óvirðilig. Serliga tá ein meirilutaavgerð fyrst hevði samtykt, at kommunan skuldi byggja nýtt sambýli fyri peningin, vit fingu frá tryggingini.
– Soleiðis upplivdi eg ferð eftir ferð tey fýra árini – ongin vilji at vera eitt TEAM.
– Eg royndi at vísa á ymiskt, ið eg helt ikki var nóg gott. Tó føldi eg als ikki, at mín áskoðan hevði nakað virði – eg skuldi bara atkvøða “rætt”, skrivar Malla Dam.
Lesið viðmerkingina hjá Mallu Dam VIÐ AT TRÝSTA HER









