Eingin ólavsøka uttan føroyskan dans

Poula og Finn Clementsen úr Havn vóru farin ein túr í býin í góðveðrinum seinnapartin. ?Okkara ólavsøka er sum hjá so nógvum øðrum, at vit ganga oman og niðan gjøgnum býin at heilsa upp á fólk. Man møtir so nógvum, sum man ikki møtir dagliga, eisini útisetum, so tað er ordiliga stuttligt,? sigur Poula.

?Í kvøld fara vit at fáa okkum ein góðan nátturðabita, áðrenn leiðin gongur oman í býin. Tá fara vit at lurta eftir Frelsunar Herinum á Vaglinum, sum vit gera hvørt ár. Síðani verður tað midnáttarsangurin, sum vit gleða okkum til,? sigur Finn.

?Eitt tað besta er tó tann føroyski dansurin. Fyri okkara viðkomandi er eingin ólavsøka uttan føroyskan dans. Vit plaga fyrst at dansa á Vaglinum og síðani uppi í sjónleikarhúsinum,? sigur Poula at enda.