Eingin víðkan av deildini

Mest umrødda málið undan aðalfundinum hjá Hondbóltssambandinum mundi vera uppskotið um eina víðkan av bestu kvinnudeildini, men aðalfundurin feldi hetta uppskotið

 

Hondbóltur


Hondbóltssamb Føroya hevði árliga aðalfundin leygardagin, og longu undan fundinum tóktist greitt, at hesin fór at verða av tí meira drúgva slagnum. Fleiri áhugaverd uppskot vóru á skránni, og tað vísti seg eisini, at fundarfólkið mátti nýta at kalla allan leygardagin til fundin, sum vardi frá kl. 10 um morgunin til knapt fimm seinnapartin.


Víðkanin fall

Eitt av teimum evnum , sum hava fingið mest umrøðu seinastu tíðina, er málið, hvørt tað skulu verða Tjaldur ella Sóljan, sum skulu flyta niður úr bestu kvinnudeildini. Enn er hetta mál avgreitt, men á aðalfundinum varð lagt fram uppskot, sum kundi tryggjað, at bæði liðini kundu verða verðandi í deildini.

Uppskotið snúði seg um at víðkað talið av liðum í bestu kvinnudeildini til átta lið, og varð hetta samtykt, hevði tað gjørt tað sama, hvat úrslitið av ígongdverandi málinum hevði verið.

Roknað var framman undan aðalfundinum við, at nøkur feløg fóru at taka undir við uppskotinum, men hóast hetta so var undirtøkan ikki nóg stór, til tess at samtykkja uppskotið. Fýra atkvøður vóru fyri uppskotinum, meðan seks vóru ímóti, og so var ikki so nógv annað at gera við hetta.


Tríggjar útlendingar

Eitt annað evni, sum eisini hevur fingið drúgva umrøðu í farna kappingarári er talið av útlendingum, sum hvørt liðið kann hava í dysti. HSF hevur ikki havt egnar reglur á hesum økinum, og í ár hevur so ivamál tikið seg upp, hvørt tað var loyvt Stjørnuni og VÍF at hava tríggjar útlendskar leikarar í hópinum.

Hetta varð fyri fyrst góðkent av HSF, men nú hevur sambandið so viðtikið serstakar reglur á økinum, og í hesum verður staðfest, at hvørt lið hevur loyvi at nýta tríggjar útlendskar leikarar. HSF hevur ikki gjørt reglur fyri, hvussu ein útlendingur verður defineraður, so tað verða reglurnar hjá ÍSF, sum gera av, hvørjir leikarar verða roknaðir fyri útlendingar.


Nýggjan fund

Annars vóru fleiri onnur áhugaverd uppskot, men felags fyri flestu av hesum var, at tey vórðu útsett til eykaaðalfundin, sum HSF fer at hava í juni ella juli mánaði.

Millum hesi mál er millum annað eitt uppskot til reglur fyri sáttmálaleikarar, sum kappingarnevndin skal gera til ta tíð, eins og tað eisini skal takast støða til, í hvønn mun yngru leikararnir í fremstu deildunum skulu kunna flyta millum deildir.


Valini

Annars skuldu fleiri nevndarlimir veljast á fundinum, og í summum førum viðførdi hetta broytingar í nevndunum undir HSF.

Starvsnevndin trelir nú Petur Ova Petersen, Turid Samróð, Kára Durhuus og Rógva Nielsen. Rógvi hevur undan hesum verið tiltakslimur í nevndini, men eftir at Kári Mortensen segði nevndarsessin frá sær, er Rógvi nú valdur í nevndina. Nýggjur tiltakslimur er Simona Nielsen.

Kappingarnevndin er óbroytt eftir aðalfundin. Jógva Martin Mørk og Julian Olsen vórðu her afturvaldir, meðan Pól Magnussen ikki stóð fyri vali.

Í dómsnevndini ynskti Turid Samróð ikki at stilla uppaftur, og nýggja dómsnevndin er sett saman av Niels Nattestad, Jógvan Elias Winther Poulsen og Øssur av Steinum.

At enda skuldi eisini nýggjur limur veljast í dómaranevndina, har Hanus Kúrberg hevur tikið seg úr. Nýggju limur her er Hans Holm, og afturat sær hevur hann teir báðar, Hjalmar Petersen og Kristian Johansen.