føroyskari mentan at nýta landskassans pening til at føra politiska propaganda gjøgnum umsitingina, men slík framferð er eftir øllum at døma ikki langt burturi í Føroyum í dag. Hvussu man fara at vera við øðrvísi [...] fullveldið Føroyar skal grundast á, at tey, ið ikki samtykkja, skulu tiga? Gamalt er, at tann, ið tegir, samtykkir, og júst tí fer andstøðan neyvan at lata sær lynda at skula vera kvirr, so samgongan útatil [...] saman við Miðflokkinum at velja ein annan formann, ið teir ivaleyst hava hildið at verið betri skikkaðan til at handfara uttanlandsmál og vísa politiskt tev. Ikki kann sigast, at valið hevur verið tað besta
Guðrun Gudmundsen, at næmingarnir hildu, at tað hevði verið stuttligt at gjørt ein faldara við onkrum uppskriftum við fiskamati. Hugskotið vaks og mentist, til tað at enda varð til, at tey skuldu gera eina [...] hava føroyingar at læra. So nú hava tey gjørt bart og eru farin undir at gera eina kókibók, har greitt verður frá hvussu væl og ymiskt til ber at borðreiða við tí, sum úr sjónum kemur. At geva bók út er [...] sigur Guðrun Gudmundsen. Sum við so mongum øðrum bókum er ætlanin, at hendan skal koma út fram móti jólum. Mett verður, at prísurin fer at liggja um einar 200 krónur.
endamálið við felagnum? ? Endamálið er at savnað allar lastbilaeigarar í landinum. Vit ætlað at gera tað so áhugavert at vera limur í hesum felagnum, at tað skal ikki loysa seg at vera uttanfyri, sigur Bjarni [...] stuttleika kunnu vit nevna, at lastbilatakstirnir ikki eru broyttir síðani 1989, so tað er ikki óhugsandi, at tað verður eitt mál nýggja felagið fer at taka upp. Bjarni Bjarnastein vónar, at meginparturin av teimum [...] kreppan kom var einki at hava felagið til. Einki var at gera hjá teimum fáu, sum varðveittu bilarnar, og m. a. eg sjálvur seldi mínar, sigur Bjarni. Síðani eru samfelagshjólini aftur farin at mala og við tí eisini
ber tað væl til at gera gott andaligt tilfar, uttan at tosa um málini, sum øll ikki eru samd um. ? Um onkur av teimum, sum ger sendingar, ikki aktar boðini, ja, so fáa tey tað at vita, at tey skulu lata [...] fyri, at tey málini, sum vanliga elva til stríð millum trúarbólkar í Føroyum, skulu viðgerast á Lindini. ? Vit leggja dent á, at Lindin er fyri øll fólk og allar trúarbólkar, og tí fara vit ikki at taka [...] sendingunum hjá Lindini. Í næstu viku fer Lindin at senda brøv út til allar kirkjurnar og tey 86 missiónshúsini og samkomurnar. Ætlanin er at fáa hesi at lata upplýsingar um teirra virksemi til Lindina
verður bundin at rúsdrekka. Sera beinrakin Tað at málburðurin í bókini er somikið bersøgin, ger eisini sítt til, at bókin gerst sera beinrakin. Lítið og einki uttanumtos er, soleiðis at í hvørjum parti [...] stóran mun verður eisini greitt frá, hvørjir møguleikarnir eru, til tess at hjálpa misnýtaranum, soleiðis at hesin kann fáa hjálp til at koma burtur úr truplu støðuni. Løgfrøðingur Tað er danin, Jørgen F. Nissen [...] hjá teimum, sum hava trupulleikan nær at sær. Partarnir eru stuttir og greiðir, og er tí sera lætt at finna runt í bókini, um so er, at lesarin skal leita aftur á eitt ávíst petti í bókini. Eisini skal týðarin
meðan Smyril fer í dokk. Teir siga, at eingir pengar eru tøkir til tað, sigur Viberg Sørensen. Fáa vit als einki burturav Úrslitið av, at tað ikki fekst undirtøka fyri at leggja oljuhavnina í Suðuroynni verður [...] okkum fyri meirilutanum, sigur Viberg. Men merkir tað so, at tit hava verið ov vánaligir at gera tykkara arbeiði at ávirka politikkararnar? ? Tað kanst tú kanska siga. Samferðslan hevði batnað Sum nevnt [...] løgtinginum liðug at viðgera løgtingsmálið um fyrsta útbjóðingarumfar og nakrar tímar seinni var álitið lagt fyri tingið. Niðurstøðan av nevndarviðgerini var, sum sagt í blaðnum í gjár, at undirtøka ikki
náttúrligt, at hettar tilfeingið er við til at skapa arbeiðspláss á landi. Vit hava sagt tað fyrr her í blaðnum, at um núverandi loyvishavarar ikki megna uppgávuna, so mugu aðrir sleppa framat. At summir í [...] fer at standa heilt illa til á teimum plássum, ið serliga eru knýtt at fiskaframleiðslu á landi ? eitt nú Suðuroyggin. Tað er ein ikki sørt framligur hugburður, ið liggur aftan fyri boðskapin um at royna [...] er sjálvsagt ikki tað, vit her finnast at. Tað kann ikki vera ein spurningur um antin ella men um bæði og. Valið er ímillum at hava eitt fiskiveiðusamfelag ella at hava eitt fiskiídnaðarsamfelag. Tað fyrra
spurningur, og tað er ofta, at hetta verður misskilt. Sosiala kósin At vera tilvitaður um føroysk sosialmál, er eins týdningarmikið, sum at vera liberalt tilvitaður. Tað merkir, at landið og tann almenni geirin [...] fyri, at tað skal vera gott at blíva gamal í Føroyum. Tað merkir harafturat, at tann ið er likamliga ella sálarliga avmarkaður, skal ikki verða fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum, av teirri orsøk, at viðkomandi [...] veiting. Tað kann ikki vera rætt. Liberala kósin At vera liberalur, merkir ikki, at alt er loyvt og onki eftirlit skal vera við nøkrum. Tað merkir, at einstaklingurin skal hava andaligt og fíggjarligt
grundgevingin er fyri ikki at viðgera slík mál í Uttanlandsnevndini. Til tað svarar løgmaður, at tað er metingin hjá Uttanríkis-og mentamálaráðnum, at tað formliga ikki var neyðugt at ráðføra seg við Løgtingsins [...] Løgtingsins uttanlandsnevnd fyri at taka avgerð um at leggja fram arktiskan politikk. Løgmaður vísir eisini til svarið frá Uttanríkis-og mentamálaráðnum, at í sambandi við karmsáttmálan við Íslandi er talan [...] góðkenning, og at ætlanin er tí at leggja karmsáttmálan fyri løgtingið í næstum sum uppskot til samtyktar. Hetta heldur Høgni Hoydal vera eitt sera løgið svar. – Eg havi ongantíð upplivað áður, at ein løgmaður
Tora vit at gera hetta fyri okkara børn og ungu? Miðflokkurin ynskir veruliga at byrja at gera nakað fyri at steðga vaksandi mistrivnaðinum millum børn og ung. Í okkara valskrá hava vit nevnt at „familjum [...] 2016. Fleiri átøk vórðu sett í verk, fyri at tálma rúsbrúkinum hjá íslendska ungdóminum. T.d.: at foreldur og børn/ung brúktu meiri tíð saman, og at foreldrini altíð vistu, hvar børn teirra vóru [...] hvørjum tey fylgdust við, og at tey vistu hvørji foreldrini hjá tí, sum barnið fylgdist við vóru. At børn vóru heima áðrenn kl. 22.00 um veturin og áðrenn kl. 00.00 um summarið. At børnini gingu til ítrótt