Fríðálvur Jensen
------
- er tað, ein kann siga um staklagið, sum kom út við Onnu Nygaard um dagarnar.
Eg skal ikki dylja fyri, at eg var ikki sørt spentur uppá, hvar hon fór at kenna seg best og fáa lagt sín tónlistarligu sjangru í sína egnu legu, og tað hevur hon sanniliga gjørt við lagnum: Walking On Fire.
Onkuntíð vilja vit siga, at hatta ella hatta er júst hennara, men, sum eg havi ført fram, er tað av størsta týdningi, at hon finnur seg sjálva í tí hon leggur seg eftir.
At tað so er fallið henni í lut, at hon hevur fingið so framúr tilboð frá so framúr fólki ger bara hennara tónlistarligu lívsleið meira spennandi og gevandi.
Havi sitið nakrar ferðir og lurtað eftir lagnum, sum passar perfekt til hennara rødd og tað fantastiska talentið, sum henni er givið.
Sum hon sjálv sigur, er hetta nakað heilt annað, enn vit eru von við, tí henda blandingin av poppi, jazzi og latínamerikanska íslettinum ger hetta til eina sera øðrvísi sjangru, sum ikki ofta er at hoyra – eg havi so ikki hoyrt so væleydnaða samanrenning fyrr.
Tá eg segði, at hon átti at finna sína sjangru, er tað nú heilt serligt, at hon ikki leggur seg eftir teirri einu, men fær alt at fara upp í eina hægri eind – við at hon fær lagt nógvar sjangrur í eina og somu, sum ger hetta til nakað heilt framúr.
Eg var varin at siga, tá hon var dømd úti úr X-Factor, at hetta kanska var tað besta fyri hana sjálva, men nú hevur hon so sjálv sagt tað alment, at tað var tað besta, sum kundi henda fyri hennara framhaldandi karrieru, tí hon fekk júst tað umtaluna, ið skuldi til.
Tað er sera umráðandi fyri tey, sum vilja viðmerkja og geva sítt íkast, gott ella ringt, at tað er í útgangstøðinum hjá tí skapandi, ein ger seg til talsmann, tí tað gevur yvirhøvur onga meining, at tað bara skal finnast ein ummælandi peikifingur – tað er tann sum leggur sítt íkast eftir seg, sum kann velja at lurta ella hyggja eftir - ella lata vera.
Ongin ivi um, at tað eru nøkur, sum ikki eru samd við mær í hesum sjónarmiðnum, men tað er so tað.
Í hesum føri havi eg so valt at fara inn við mínum stuðlandi íkasti, tí eg meini, at vit hava her eina fantastiska sangarinnu, sum, eg giti, fer at ríka føroyska tónleikin, og so fer hon sjálv at kenna seg væl í tí hon ger – tað er tað mest avgerandi!
Eri sera spentur upp á sjálva stakfløguna, sum kemur á marknaðin mánadagin.
Alt tað besta, Anna!










