At nakrir smáir skúlar kring landið nú eru niðurlagdir, hevur ikki ført til, at aðrir skúlar í økinum hava fingið hægri játtan.
Sostatt er peningurin spardur burtur.
Olaus Jespersen sigur, at børnini, ið skúlum, sum verða niðurlagdir, fara í flokkar, sum longu eru á skúlunum, tey flyta til og tað førir ikki hægri játtan við sær.
- Er talan um ein flokk fyri færri enn 27 børnum, verður ongin nýggjur flokkur stovnaður og so veksur játtanin heldur ikki til fleiri tímar skúlan.
Skal fylgja barninum
Tó leggur Olaus Jespersen, at næsta ár er ætlanin at játtanin skal fylgja næmingunum. Tað merkir, at játtanin til teir einstøku skúlarnar skal ikki longur verða eftir, hvussu nógvir flokkar eru, men eftir, hvussu nógvir næmingarnir eru.
Tað er rættiliga ymiskt, hvussu nógvir læraratímar eru til hvønn næming. Á onkrum heilt lítlum skúla er talan um 30 tímar, har talan bara er um ein næming. Á onkrum stórum skúla er 1,75 læraratími til hvønn næming.
Enn er ongin avgerð tikin um, hvussu nógvir læraratímar tað skulu vera fyri hvønn næming eftir teirri nýggju skipanini.
- Men fyri at taka eitt dømi, kunnu vit siga, at tað vera tveir læraratímar fyri hvønn næming.
Í løtuni eru 1,97 læraratímar fyri hvønn næming í miðal.
Ein lærari skal hava 27 tímar fyri at hava fult starv.
Tað merkir so í heilt rundum tølum, at skúlar við færri enn 13 næmingum fáa ein vinning av hesum.
Og skúlarnir við meiri enn 13 næmingum fáa so tímar játtaðar eftir næmingatalinum.
Hetta merkir so hinvegin eisini, at nýggja skipanin verður ein vinningur fyri onkrar av teimum stóru skúlunum, sum eru rationelt riknir og hava 1,75 læraratímar fyri næming.
Men fyri at fáa tað útreiðsluneutralt, skal tað, sum nakrir skúlar vinna, takast frá onkrum øðrum skúlum.
Og tað verða so teir stóru skúlarnir, sum hava meiri enn tveir læraratímar fyri hvønn næming, at missa tímar.
Olaus Jespersen sigur, at hetta fer neyvan heldur ikki at verða ein fyrimunur fyri skúlar við árgangum, sum eru akkurát ov stórir til at allur árgangurin kann vera í sama flokki.
- Sum støðan er nú, fáa teir játtan eftir tveimum flokkum, men næsta ár fáa teir játtan eftir næmingatalinum og tað fer helst at føra til at skúlin fær færri tímar.
Tvær mió
Umleið tvær milliónir!
Tað er upphæddin, sum verður spard burtur, nú nakrir av teimum smáu bygdarskúlunum halda upp at í summar.
Olaus Jespersen sigur, at talan verða um eini fimm fulltíðar lærarastørv, sum verða niðurløgd av tí, at skúlarnir halda uppat.
At næmingarnir flyta fer ikki at føra til hægri játtan til skúlarnar, sum næmingarnar fara í, tí teir fara í flokkar, sum longu eru, so har hendir ongin broyting.
Les eisini greinina: "Sjey smáir bygdarskúlar niðurlagdir" og greinina "um alt landið"










