Høvdið kappað av livandi lambi

Djórapínsla: Meðan Petur Meinhard Danielsen og familjan í Porkeri vóru norðanfjørðs um vikuskiftið, hevur onkur verið inni á stykkinum hjá honum og kappað høvdið av einum livandi smálambi

Hvussu kann nakar fáa seg til at gera seg inn á kríatúr?
Henda spurning setir Petur Meinhard Danielsen í Porkeri sær.
Hósdagin og fríggjadagin í seinastu viku fekk hann sær frí frá arbeiði og fór norður um fjørðin at ferðast í fýra dagar saman við familju og gestum.
Tey komu suður aftur sunnumorgunin, og tað fyrsta, hann sá, var, at knarvarnir til eina hurð inn í bilhúsið vóru koyrdir av.
Inni sá hann sigarettstubbar, og fleiri høft lógu á gólvinum.
- Her hava óbodnir gestir verið, hugsaði hann við sær.
Tá varnaðist hann ikki, at eitt langt band, sum hann plagdi at leiða seyðin við, var horvið.
Seinnapartin fór hann út at hyggja til seyðin, sum gekk í tveimum stikum oman fyri húsini. Tvey lomb vóru ikki at síggja.
- Tá sá eg, at onkur hevði bundið bandið hjá mær um hálsin á einum lambi, og í hinum endanum var ein gomul plógs, sum bara hevði ligið har, sigur Petur Meinhard Danielsen.
Hann fekk loyst lambið, men hitt lambið var ongastaðni at síggja.

Geislarnir peikaðu út í luftina
Eftir arbeiðstíð mánadagin fór hann aftur at leita, og tá sá hann nakað svart liggja í einum horni á øðrum stikinum. Lambið mundi verið sjálvdett, sum ofta hendir, men tá ið hann tók deya lambið up, sá hann, at høvdið var skorið av og hekk fast í eini slintru. Høvdið var skorið, broti og skrætt av. Tríggir geislar peikaðu beint út í luftina.
- Dagin eftir ringdi eg til politiið, og ein politistur kom, men hann segði, at einki var at gera, um eg ikki kundi nevna onkran. Men tað kundi eg ikki, tí eg visti mær ongan óivin og kundi ikki fara at gita.
Týsdagin seinnapartin varnaðist hann, at ein langur dálkur, sum hann átti, var komin at liggja undir vaskinum. Tá i hann tók knívin úr slíranum, var blóð á blaðnum. Hansara egni knívur varð also brúktur til at drepa lamb hansara við. Eitt seyðband var í slíranum, og hetta segði honum, at tann, sum hevur framt ógerðina, hevði bundið seyðbandið við knívinum um miðjuna.
Petur Meinhard Danielsen er bæði harmur og skelkaður av hesi upplivingini, men hann ætlar sær ikki at gera nakað við at leita eftir gerningsmanninum. Lívið skal ganga víðari, og hann vil ikki skapa ófrið í bygdini.
- Slíkt er ongantíð áður hent her. Sjálvandi doyggja vit ikki í hungri av at missa eitt lamb, men taðå er mátin og framferðarhátturin móti lambinum, sum ger meg illa við. Hvussu kann nakar finna uppá at kappa høvdið av einum livandi lambi? Eg vóni, at eg við hesi frásøgnini kann lata eyguni upp hjá onkrum, sigur Petur Meinhard Danielsen.