Hvat hendir í Tryggingarfelagnum?

Jóhan Petersen
-----

Hevur tú eina ella fleiri tryggingar í Tryggingarfelagnum Føroyar, ert tú limur í Ognarfelagi Tryggingartakaranna og medeigari í Føroya størsta peningasamtaki, hvør eginogn er upp á uml. 1,7 mia. kr. Hvat veitst tú um, hvat gongur fyri seg har? Um tú ert ónøgd/ur, kanst tú gera nakað við tað nú

Ognarfelag Tryggingartakaranna eigur alt TF samtakið, sum m.a. umfatar Tryggingarfelagið Føroyar og Eik Banka. Eginognin í roknskapinum fyri 2010 er upp á kr. 1.684.679.736.
Ert tú tryggingartakari í Tryggingarfelagnum ert tú limur og harvið medeigari í samtakinum. Men tú ert umboð/ur av einum umboðsráði, sum telur 23 umboð. Hetta verður nú broytt, soleiðis at umboðini verða 35 og skulu hesi 12, sum koma afturat nú, veljast áðrenn 23. febr.

Trupul mannagongd
Mannagongdin í samband við valið er trupul, tí tú mást biðja um atkvøðuseðil, um tú skal sleppa at velja.
Tú kanst eisini luttaka á aðalfundum, har tú hevur talurætt, men ikki atkvøðurætt. Men fyri at sleppa at luttaka á aðalfundum skal tú skrivliga boða høvuðsskrivstovuni frá hesum í seinasta lagi 5 dagar undan aðalfundinum.
Hesar forðingar hava eisini tað við sær, at sera, sera fáir limir luttaka á aðalfundum. Var sjálvur til seinasta ársaðalfund, har vit – so vítt eg dugdi at síggja – bert vóru tríggir limir umframt ein blaðmann. Restin vóru fólk við tilknýti til leiðslu og starvsfólk í felagnum.
Uppskot var eisini frammi á hesum fundi um at broyta viðtøkurnar, soleiðis at størri opinleiki kundi fáast í samtakið, men tað var felt av umboðsráðnum – tínum umboðum!
Ert tú nøgd/ur við hesa skipan?

Forðingar burtur og størri opinleika
Havi sjálvur í nógv ár verið ein av kritikarunum av samtakinum, men ásannandi, at tað ikki bara ber til at kritisera, havi eg avgjørt at royna at verða valdur í umboðsráðið, fyri at fáa ávirkan, har avgerðirnar verða tiknar.
Havi tí eisini latið uppskot inn til viðtøkubroytingar á komandi aðalfundi, soleiðis at forðingarnar í samband við fundarluttøku og atkvøðugreiðslu verða tiknar burtur. Eisini eigur størri opinleiki at verða í samtakinum.

Tú kanst gera tína ávirkan galdandi
Ert tú samd/ur við mær, fara eg at heita á teg um at nýta tín rætt at atkvøða til umboðsráðsvalið, sum er útskrivað.
Hetta kanst tú gera við at ringja ella maila til Tryggingina áðrenn 17. febr., sum greitt frá í lýsing og biðja um atkvøðuseðil við at uppgeva navn, bústað og føðingardag.
Tú kanst eisini seta teg í samband við undirritaða (tlf. 217942), so kann eg útvega tær atkvøðuseðil.
Verði eg valdur, ætli eg at arbeiða fyri størri opinleika í samtakinum og at forðingar verða tiknar burtur, so limirnir og eigararnir føla, at teir veruliga er partar av samtakinum.