Svimjihylur eftir tørvi

- Jú, eg trúgvi upp á, at nólsoyingar eigaferð fáa ein svimjihyl, men um tað verður í mínari tíð, veit eg ikki at siga, sigur forkvinnan í stuðulsnevndini fyri svimjihyli í Nólsoy, Unn S. Perdomo

SVIMJIHYLUR

Tó at ovastevna fyrstu ferð varð hildin í 1994 og soleiðis hevur 17 ár á baki, hava nólsoyingar ongan svimjihyl fingið enn – og líkt er til, at enn er langt á mál.
Tað var Ove Joensen, sáli, sum í eini truplari løtu á havinum lovaði, at kom hann livandi aftur til lands, skuldi hann geva børnunum í Nólsoy ein svimjihyl.
Á sumri í 1986 framdi hann nevniliga bragdið einsamallur at rógva heilt úr Nólsoy til Longulinju í Keypmannahavn í lítla bátinum, Dianu Victoriu.
Hetta tók honum 41 dagar og nætur!

Kemur einaferð
Tá Ove Joensen druknaði á Skálafjørðinum árið eftir, at hann hevði framt hetta bragd, eydnaðist honum heldur ikki at halda sítt lyfti til børnini í Nólsoy.
Seinni varð ein stuðulsnevnd sett, sum fór at skipa fyri ovastevnu í Nólsoy við tí endamáli at savna inn pening til svimjihyl.
Men ein svimjihylur er ikki nøkur lítil verkætlan, og tó at fyrstu formarnir vórðu stoyptir sunnanfyri verandi skúla fyri nú fleiri árum síðan, er eingin svimjihylur bygdur í Nólsoy enn.
Unn S. Perdomo, sum hevur verið við í stuðulsnevndini í trý ár, harav seinastu tvey árini sum forkvinna, ásannar, at ein svimjihylur er ikki nakað, tú bara slettir úr ermuni.
- Jú, eg trúgvi framvegis upp á, at nólsoyingar einaferð fáa ein svimjihyl í bygdini, men um hetta verður í mínari tíð, tori eg ikki at siga.
Unn heldur, at skulu nólsoyingar framhaldandi droyma um ein svimjihyl, noyðast teir eisini at sláa seg til tols við, at hetta verður ein verkætlan, sum verður snikkað saman og bygd eftir tørvi – og ikki nøkur veldug verkætlan, sum eingin møguleiki er at fíggja og reka.

Síggja Dianu
Á ovastevnu, sum verður nú um vikuskiftið, fáa fólk, sum koma til Nólsoyar, eisini høvi at síggja Dianu Victoriu, sum stendur í kjallaranum, har kunningarstovan í Nólsoy húsast. Hetta er dygst niðri við bryggjuna og er lætt hjá fólki at finna.
- Tað er omman mín og mamma Ova, Olivina Joensen, sum eigur bátin í dag. Vit kunnu tí siga, at hon er reiðari, tó at hon stundar móti teimum níti, sigur Unn brosandi.
Olevina er eftir aldrinum væl fyri og er púra klár. Hon hevur altíð verið ein megnarkvinna, sum so sanniliga hevur borið sítt stríð – og sína sorg í lívinum.
- Vit taka 30 krónur fyri at síggja bátin og framsýningin av bátinum, sum Ove Joensen róðu í til Danmarkar, er ein partur av skránni hjá stuðulsnevndini.
Unn S. Perdomo sigur, at Diana Victoria er í hampiligum standi, men ynskiligt hevði verið, at báturin einaferð verður ordiliga sjeinaður.
- Diana Victoria hevur sína søgu, og tí er hon partur av tí, sum vit vilja vísa teimum, sum koma til bygdar, sigur forkvinnan í stuðulsnevndini, Unn S. Perdomo.