Tað hevur skapt nógv kjak og nógva umrøðu, at Imme Dam í einari talu í Ebenezer mælti fólki frá, at fara til konsert hjá Elton John. Og í morgun hevði Rás2 sett honum stevnu at tosa um taluna.
- Hetta hevur verið ein sjáldsom vika. Eg havi ongantíð flent so nógv, sum í gjár, eftir øllum skeivu endurgevingunum. Og tí eri eg glaður fyri, at tit spæla taluna av, sum eg helt, tí so kunnu fólk sjálvi gera sær sínar tankar um, hvat eg segði og hvat eg meinti, segði Imme Dam.
Sambært honum livir Elton John eitt lív í andstygn fyri Harranum.
- Eg fegnist um sangin í síni heild, men tann, sum tráat eftir at hoyra handan mannin, hevur ikki sangin í hjartanum, segði Imme Dam.
Hann vísti til dirigentin í Himli, sum varð stoyttur út, tá hann sjálvur vildi verða tilbiðin.
- Satan vildi verða tilbiðin og tað vilja teir eisini, sum syngja Satans sangir, segði Imme Dam, sum annars undraðist á, at hetta, hann segði, skuldi fara so langt út um Ebenezer.
Hann vísir til Bíbliuna sum sigur, at tað e andstyggiligt, at maður livir saman við manni.
- Tað er ein markering, sum fer fram, og hví velja tað verra fram um tað betra, spyr Imme Dam sum heldur, at skapningurin nú er komin í fokus heldur enn skaparin.
Bønhoyrdur
Annars avdúkaði Imme Dam, at hann ikki roknar við, at konsertin verður av nøkrum.
- Eg havi í hvussu er biðið Harran um, at hann forðar fyri, at konsertin verður til nakað, og Hann hoyrir bønir, segði Imme Dam.
Hann heldur eisini lítið um úttalilsir í fjølmiðlunum, har leiðslan í Ebenezer verður endurgivin fyri at taka frástøðu frá tí, sum Imme Dam hevur ført fram.
- Eg veit einki um, at leiðslan í Ebenezer hevur havt nakran fund um hetta málið, og tað er undrunnarvert, at eingin í leiðsluni torir at stíga fram við navni, segði Imme dam.
Tað undraði hann heldur ikki, at limir úr eitt nú Lívdini fara mannsterkir til konsert hjá Elton John.
- Tað eru tey, sum fylgja Harranum, og so tey, sum latast at gera tað, staðfesti Imme Dam.
Hann hevði einki ímóti at svara spurningum, sum lurtararnir sendu inn í sendingini, men hann hevði eitt ófrávíkiligt mark. Og tá vertirnir settu eitt lag hjá Elton John á, var Imme Dam ógvuliga avgjørdur:
- Spæla tit Elton John, so fari eg til hús, segði hann.
Og soleiðis fánaðu tónarnir av »Your Song« hjá Elton John út og vórðu avloystir av »It’s a Beautiful Life« hjá Ace of Base.
Og meðan Imme Dam takkaði vertinum fyri dirvi, at senda eina slíka sending, valdi hann kortini at taka ímóti einum atgongumerki til konsertina hjá Elton John við orðunum:
- So veit eg, at tað verður ein áhoyrari færri til konsertina!