lækna, eg havi valt at hugsa positivt og myndugleikarnir hava valt at broyta innihaldið í føroyska fólkaskúlanum. Mong eru dømini, ið hoyrast í miðlum og síggjast á netinum, har orðið “velja” verður [...] slag gjøgnum dagin, men mælast má frá at nýta orðið “velja” um tað. Hetta er ávirkan uttaneftir og hevur kanska røtur í, at nú á døgum hava fólk lyndi til at seta seg sjálv rættiliga nógv í miðdepilin [...] stendur í boði beinleiðis at velja millum tveir ella fleiri ítøkiligar møguleikar, t. d. skulu ung velja lærugreinir, tá ið tey fara í framhaldsdeild. Somuleiðis í Gekkinum, tá ið tann hepni
eisini ein heilt náttúrligur rættur. Tí tað er jú almenn vitan, at skúlaskapur og økt vitan, eru bestu íløgurnar fyri samfelagið og einstaka menniskjað. Visjón - ikki koddi Vit ætla okkum at vera millum heimsins [...] at so nógv ung, sum yvirhøvur gjørligt, antin taka eina miðnámsútbúgving ella aðra førleikagevandi útbúging eftir loknan fólkaskúla. Hetta er treytin, fyri at vera við í alheimsgerðini. Og vit mugu taka [...] framhaldandi lestur eftir fólkaskúlan. Spara eftir hæli Fekk sum vátan vøtt frammaná, tá eg í Degi og Viku týskvøldið hoyrdi, at ein heilur hópur av skikkaðum umsøkjarum ikki sleppa í miðnámsskúla næsta
til koyriroynd bara økt. Fyri nærum trimum árum síðan varð avgjørt á fundi millum koyrilærara-felagið og Bileftirlitið, at bíðitíðin at taka koyrikort átti ikki at fara út um tvær vikur, men tað er langt [...] septembur í fjør, er enn einki hent, uttan tað, at bíðitíðin bara økist. Um stutta tíð verður summarfrí, og tá verður trupulleikin bara størri. Hendir einki um tvær vikur, kunnu vit bara mæla limum felagsins [...] fáa kortini ikki arbeitt sambært teirri reglugerð, sum landsstýrið hevur álagt okkum at virka eftir. Og vit fara ikki til verka aftur, fyrr enn øll bíðitíðin er burtur. Fylgjurnar av hesum verða í fyrstu
valevni, sum mælir til frið, og sum vil stilla upp til forsetavalið næsta ár. Nevndin grundgevur avvísinginia við »feili í skjølum«, sum Jekaterina Duntsova, fyrrverandi journalistur og býráðslimir, hevur sent [...] sent inn, verður sagt í russiskum sjónvarpi. Valstríð hennara snýra seg um »frið og eina fólkaræðisliga tilgongd«. Forkvinnan í nevndini, Ella Pamfoliva, sigur, at limirnir vórðu samdir um at vísa aftur [...] fara undir næsta stigið, sum snýr seg um at savna túsundtals undirskriftir frá stuðlum. – Tú ert ein ung kvinna. Tú hevur alt framman fyri tær, skal Pafoliva hava sagt við 40 ára gomlu Duntsova. Tann fyrrverandi
seint í song og for tíðliga upp, og tað var allatíðina okkurt, sum skuldi henda í morgin, og tað lá støðugt í høvdinum, at nú skuldi eg náa hasa uppgávuna, og aftan á bíðaði enn ein uppgáva og ein afturat [...] Onnur kenna hann sum tann dugnaliga og fyrikomandi sølumannin, stigtakaran og fyriskiparan. Og tey, sum kenna hann privat, vita, at hann er ein glaður, undirhaldandi og positivur persónur. Men fyri nøkrum [...] at tíbetur hevði hann ein stjóra og eina leiðslu, sum høvdu virðing fyri strongd og sínum starvsfólkum, og tí bar til hjá honum - bæði at fara niður í tíð, taka fríð og koma aftur til arbeiðis. - Hetta
starvsnevndini og umsitingini hjá ÍSF. Petur Elias varð eisini liðleiðari hjá A-landsliðnum í fótbólti millum 1993 og 2002. ?- Tað var ógvuliga gevandi og mennandi. Og havi eg nógv góð og rík minnir frá [...] millumtjóða og altjóða kappingum. Her sipar Petur Elias m.a. til svimjingina, og øll teirra avrik. Tey seta met, sum ongantíð áður. Yngru flogbóltslandsliðini og yngri fótbóltslandsliðini. Og fimleikurin [...] einki stress við tunnlinum, í mun til fyrr. ... um innandura rógving?- Hann kann verða bæði góður og ringur. Góður, tí tú kanst íðka tá tú vil, og hevur tíð. Tað er eisini nógv tryggari fyri veður og vind
Joensen og Jørmundi Foldbo. Evni: Gevaratænastan. Hvalvíkar Missiónshús Sunnudagin kl. 14.30 Sunnudagsskúli, kl. 18.00 Møti við Paulu og Jóhannes Fonsdal og Afrika trúboðaranum Inger Strøm og øðrum. Øll [...] kl. 18.00 verður sang- og vitnimøti og kl. 21.00 Ungdómsmøti har ung úr Havn skipa fyri. Øll eru hjartaliga vælkomin. Getsemane, á Brekku 19, Klaksvík Fríggjadagin kl. 20.30 Ungdómsmøti. Leygardagin kl [...] kl. 20.00 og sunnukvøldið kl. 18.00. Innsavnan verður til húsið sunnukvøldið. Hesi luttaka við talu, sangi og vitnisburði: Hjalgrím Davidsen, Thomas J. Askham, Álvheðin Jacobsen, Gullak og Jónhilda Hansen
kl. 21.00. Leygardagin 3. juni kl. 11.00, 15.00 og 20.00. Sunnudagin 4. juni kl. 11.00 og 17.00. Møguleiki er at eta døgurða og nátturða leygardagin og sunnudagin, við at tilmelda seg hjá Maluni Hentze [...] 14.30 Sunnudagsskúli og kl. 18.00 møti við Hellu og Regin Olsen. Saron, Vestmanna Sunnudagin kl. 18.00 Evangel. møti, Jón Miðberg talar. Týsdagin kl. 20.00 Húsmøti hjá Eyðbjørg og Jóhan Hendrik Hansen [...] Bønarmøti kl. 19.00 og Møti kl. 19.30 við Mogens T. Christensen, presti og Streingjakórið í Vágunum syngur, kl. 22.30 er tiltak fyri ungdómin. Leygardagin 27. mai er Bønarmøti kl. 19.00 og Møti kl. 19.30
verið uppi og vent. Hann hevur millum annað roynt sjólívið, fiskaarbeiði, heimarøkt, betong- og timburarbeiði og skrivarastarv. Hann hevur bæði FHS og HF-prógv, og hann hevur verið á háskúla og á bíbliuskúla [...] hann havt konfirmantar, og hann vónar eisini, at tað at koma í kirkju verður natúrligt fyri børn og ung. – Eg eri vanur at hava okkara dreingir við í kirkju. Eg ynski, at børn og ung kunnu kenna seg heima [...] hann kom heim til Føroya, og hann arbeiddi eisini eina tíð. – Tað var ein góð tíð, og mær dámdi væl arbeiðið sum timburmaður, sigur Jonhard Jógvansson Jonhard og Tordis giftust, og tá ið hon skuldi niður
einum óbehagiligum og órýmiligum kravi at velja millum serliga tørvin og fjøldina, segði hon. ST krevur javnrættindi ST sáttmálin um vernd og rættindi teirra brekaðu er samtyktur í Danmark og fleiri øðrum londum [...] sáttmálan um vernd og rættindi teirra brekaðu. Henda fyrsta ráðstevnan setti sjóneykuna á fólkaskúlan og útbúgvingarmøguleikarnar hjá fólki við breki at nema sær eina útbúgving. Og niðurstøðan var, at [...] hjá foreldrum at børnum við breki eru, at tey fáa eingin tilboð og onga ráðgeving. Tey mugu sjálvi trilva seg fram, og nógv missa móti og flyta kommunu ella land, staðfesti Óli Wolles, formaður í Javna