Hetta er eitt risafet fyri Tórshavnar Kommunu

Men tað eru ikki øll, sum eru samd í tí

Hetta er eitt risafet fyri Tórshavnar Kommunu. Soleiðis tók Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, til, tá ið býráðið herfyri samtykti at rinda tvey lán upp á tilsamans 26,7 milliónir krónur, aftur. Talan er um eitt lán í Lív upp á 24,1 millión og eitt lán í Betripensjón upp á 2,6 milliónir.

 

– Landið rindar 47 milliónir krónur, so lutfalsliga er tað væl klárað av Tórshavnar Kommunu, helt borgarstjórin fyri.

 

Tað, Tórshavnar Kommuna nú hevur eftir av skuld, eru 13 milliónir í BankNordik og tá ið tað lánið er goldið, er Tórshavnr Kommuna, skuldarfrí.

 

– Landið hevur eina fíggjarlóg upp á 6,8 milliardir, og hevur eina skuld upp á 4,1 milliard. Hinvegin hevur Tórshavnar Kommuna eina fíggjarætlan upp á eina slaka milliard og eina skuld upp á 13 milliónir.

 

– Sostatt mugu vit siga, at Tórshavnar Kommuna hevur tikið eitt risa fet ímóti at bjálva kommununa til verri tíðir, sigur borgarstjórin.

 

Men tað eru ikki allir býráðslimir, sum eru samdir í hesum. Bergun Kass, forkvinna í eldranevndini hjá býráðnum, dugir ikki at síggja nakað endamál í sær sjálvum at rinda skuldina niður, tá ið tað er so stórur tørvur á at brúka pengar á ymsum vælferðarøkjum.

 

Í hesum sambandi vísir hon á, at tað er harðliga brúk fyri útbyggingum á eldraøkinum og á trivnaðarøkinum annars. Umstøðurnar hjá teimum eldru eru ikki nøktandi, men tað slepst ikki rættiliga ígongd fyrr enn skúlin á Fløtum og Musikkskúlin er liðugur, heldur forkvinnan í Eldranevndini.

 

Hon sigur, at ístaðin fyri at gera nakað munagott fyri at bøta um støðuna, mugu tey ístaðin brúka orkuna upp á at bøta um tann bráðneyðuga tørvin við at útvega nøkur pláss her og har. Og hon leggur afturat, at veruleikin er eisini, at tað eru nøkur ung í kommununi, sum hava tørv á hjálp, tí tey detta niður ímillum ymsar skipanir. Og verður einki gjørt nú, verður  trupulleikin bara størri størri, sigur Bergun Kass.

 

Og ásannaði, at hon vildi ynskt, at nakað av pengum var brúkt til hesi endamál, heldur enn at rinda skuld aftur. Men hon ásannaði, at á hesum øki fekk hon ikki undirtøku frá meirilutanum í býráðnum, sum heldur vil brúka pengarnar at rinda skuld við.