Fløgan Mura er komin út

Ungfólk á Føroya Barnaheimi hava við góðari hjáp frá kendsur tónleikarum og sangarum givið út nýggja fløgu við fjølbroyttum tónleiki

Nýggj føroysk fløga er komin á marknaðin. Tað er ungdómsdeildin á Føroya Barnaheimi sum stendur fyri fløguútgávuni. Á ungdómsdeildini verður javnan arbeitt við tónleiki og eru tað tey ungu, ið royna sínar gávur innan hetta økið.
Tey ungu sleppa at royna seg við ljóðførum, sangi og eisini hava fleiri roynt seg í at skriva tekstir og løg saman við eitt nú starvsfólkunum á deildini. Hetta verur alt gjørt við tí endamálið at hava tað stuttligt, at menna tey ungu og teirra evni innan tónleik og at úttrykkja seg kensluliga eitt nú gjøgnum tónleik. Fløgan er eisini givin út við hesum sama endamáli, nevniliga fyri at geva teimum ungu eina kenslu av at hetta er teirra verk. Eisini er fløguútgávan ein liður í at menna tónleikavirksemið á ungdómsdeildini á Føroya Barnaheimi. Yvirskotið frá søluni av fløguni fer óskert til hetta.
Arbeitt hevur verið við fløguni í eitt longri tíðarskeið, og er fløgan "Mura" á einum høgum tónleikaligum støði. Tekstirnir eru fjøllbroyttir, alt frá at kalla fosturlands sangum til meira skemtiligar sangir. Eisini løgini eru fjølbroytt. Bæði still og meira lívlig løg.
Stór hjálp er fingin til vega í samband við fløguútgávuna. Tónleikaliga so hava fleiri royndir tónleikarar hjálpt til við fløguni so sum Niclas Johannesen, Jón Mc Birni, Kim Hansen, Jens Marni Hansen o.o. Eisini royndir sangarar so sum Eivør Pálsdóttir, Terji Rasmussen, Pætur við Keldu eru við á fløguni. Umframt tað eru nøvn við, sum helst fara at gera seg galdandi í framtíðini. Fløgan "Mura" hevði ikki sæð dagsins ljós, uttan tann góða stuðul ið fyrst og fremst hevur verið veittur peningaliga, men eisini tónleikaliga. Tí takka børn/ung og starvsfólk á Føroya Barnheimi hjartaliga fyri stuðulin.
Um møguligt yvirskot verur av fløguni, verður tað brúkt til at menna tóleikarbeiðið á FB. Tí fært tú ikki bert eina góða fløgu tá tú keypir "Mura", men ert eisini við til at stuðla tónleikavirkseminum á Føroya Barnaheimi.
Fløgan fæst til keyps á flestu Shell og Statoil støðunum um landið, og í ymiskum øðrum handlum. Eisini ber til at ogna sær fløguna við at ringja beinleiðis til deildina á tlf 352115