P/f Atlantis letur aftur

Leiðslan á kryvjivirkinum Atlantis í Vestmanna noyðist nú at taka avleiðingarnar av rákinum í alivinnuni, og í næstu letur virkið aftur. Orsakað av ILA-smittuni og lágu marknaðarprísunum er eingin laksur eftir at kryvja í Vestmanna, og sostatt gerast tey 20 arbeiðsfólkini á virkinum arbeiðsleys

Eftir at hava kruvt laks síðani 1996 fer kryvjivirkið Atlantis í Vestmanna nú í søguna. Tað er stutt sagt ikki nakar laksur eftir at kryvja, og stjórin á virkinum frá apríl 1999, Jákup Oluf Hansen, sigur, at staðfestingin av herviligu ILA-smittuni í fjør og lækkandi prísirnir hava givið kryvjivirkinum Atlantis mønustingin.
- Í næstu viku er so eingin laksur eftir í Vestmanna at gera til, og so er ikki nógv annað at gera enn at lata aftur, staðfestir Jákup Oluf Hansen. Tey 20 arbeiðsfólkini á virkinum fingu øll uppsøgn 1. desember í fjør, og tískil er endin ikki nakað, sum nú kemur óvart á.

Byrjaðu í 1996
P/f Nævir, Sandá Samtakið og Vestmanna Fiskavirki stovnaðu Atlantis fyri átta árum síðani, men í tíðarskeiðnum frá 2001-2003 tók Sandá Samtakið einsamalt yvir virkið. Síðani vórðu partabrøvini yvirtikin av Vestlax seint í 2003, har ein nevnd varð sett at stýra virkinum.
Nú verður arbeiðið so lagt niður í bygninginum í Vestmanna, sum Atlantis hesi árini hevur leigað frá Vestmanna Fiskavirki, og so er virkisbygningurin tøkur og til reiðar at nýta hjá øðrum møguligum aktivitieti.
- Partafelagið Atlantis fer so ikki aftur at vera virkið, men vit vóna, at bygningurin ikki fer at standa tómur í framtíðini, tí tað er jú altíð spell fyri vinnulívið í bygdini. Nógv ung fólk hava verið tengd at arbeiðinum á virkinum, og tey missa nú møguleikan at arbeiða í bygdini, sigur stjórin á Atlantis, sum í løtuni riggar av, áðrenn seinastu laksarnir verða kruvdir í næstu viku.

Eingin endurreisn
Jákup Oluf Hansen trýr ikki á nakra endurreisn fyri vinnuna í Vestmanna, um rákið skuldi vent í alivinnuni í Føroyum.
- Um fiskur verður settur út aftur og vend kemur í gongdina, verður hann í fyrsta lagi kruvdur um tvey ár, og eg havi torført við at ímynda mær, at nakað verður gjørt í Vestmanna tá, staðfestir stjórin.
Hóast P/f Atlantis sambært honum hvørki er í skuld ella í svárum fíggjarligum trupulleikum, nú virkið letur aftur, mugu teir kortini ásannað, at ikki ber til at halda fram uttan nakran laks at kryvja, og sostatt hevur enn eitt virkið kent sviðan av kreppuni í alivinnuni, har 20 fólk mugu leita eftir nýggjum arbeiði.