Hvussu hevur árið 2014 verið?
- Árið hevur verið gott á allan hátt. Familjan hevur alt at siga fyri meg, og vit hava tað gott. Harumframt eri eg so priviligerað at arbeiða við ungdómi. At vera saman við teimum til dagligt og samstundis sleppa at menna tey, er ein æra. Mær dámar sera væl mítt arbeiði. Eitt kreativt arbeiðspláss, har eg sleppi at arbeiða við mínum fakum, sum eg brenni fyri.
Tað sigur Óluva Klettskarð, býráðslimur í Klaksvíkar kommunu.
Hvat minnist Óluva best frá 2014?
- Fleiri góðar uttanlandsferðir hava verið á skránni, bæði saman við familju og starvsfólkum. Vitjanin í Orknoyggjunum í summar í kommunuørindum var serlig, men túrurin í New York við HF-arunum í heyst var fantastiskur.
Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2014?
- Persónligar upplivingar hava verið nógvar og góðar saman við familjuni. Hvønn dag fegnist eg eisini um góða samgongustevið í býráðsarbeiðnum í Klaksvík og øll tey góðu avrik, sum har verða framd. Ein serlig uppliving var fyri júst einum ári síðan, tá vit hátíðarhildu og mintust Skarðsbygd. Vit systrar við familju fóru til Skarðs, tá lýsti fyri degi tollaksmessumorgun at minnast hendingina, tá Skarðsbáturin gekk burtur. Eftir ræstan fisk og sperðil, sum er siðvenja okkara tollaksmessudag, høvdu vit minnisgudstænastu í Christianskirkjuni fyri øllum teimum burturgingnu í 1913. Ein ríkur dagur, eg ongantíð fari at gloyma.
Hvat vilt tú helst gloyma frá 2014?
- Tað er eitt, eg fegin vil gloyma, men tað ber so ikki til. Tí, tað er nýggju umstøðurnar, miðnámsskúlin er farin at virka undir. Nýggja miðnámsskúlaskipanin fór at virka í summar, og saman við ársnorminum ger tað miðnám til eitt millimeturdemokrati ella eitt excelark. Og tað stríðir so øgiliga nógv ímóti tí almennandi endamálinum, sum ung fólk hava tørv á. Høvdu næmingarnir fingið meir burturúr, so varð eg fegin. Men tí ivist eg stórliga í, tíverri!
Hvat ynskir tú tær í 2015?
- Í 2015 ynski eg mær nýtt politiskt stýri! OMG! siga summi, ella "klassi". Í alt ov langa tíð havi eg ofta hugsað - "Jesus, hjálpi okkum". Eg veit, at samhaldsfasta samfelagið er besta loysnin fram á leið. Og tað er: Beint á fullveldisleið! sigur Óluva Klettskarð.