rættar-, umhvørvis- og útbúgvingarpolitikkur. Politikkurin verður almannakunngjørdur í bitum fram til 5. januar 2010, og sigur millum annað: Tað er okkara hugsan, at vælferðin í samfelagnum verður skapað [...] føroyska búskapin. Tað skal gerast eggjandi, og góðir karmar skulu skapast hjá íverksetarum, bæði føroyskum og útlendskum, at seta egna fyritøku á stovn í Føroyum. - Tí mælir HUXA til, at, partafelagsskatturin [...] íverksetara- og sjálvræðismentanin skal styrkjast og at alt alment vinnuvirksemi skal einskiljast. Hartil sigur HUXA eisini, at upp- og afturlatingarlógin gongur ímóti allari sunnari fornuft og skal strikast
allan vilja og áræði til at skapa eitt sosialt rættvíst og trygt vælferðarsamfelag í Føroyum. Verulig vælferð kann sjálvandi bert tryggjast, tá vit sjálv megna at skapa og býta virðini rætt – og tá vit taka [...] arri hjá sambandsflokkinum segði aftur og aftur, at føroyski búskapurin var yvirhitaður, og at ov nógvur peningur var sendur út í samfelagið frá tí almenna – og at hetta fór at elva til niðurgongd. Var [...] pengum, og skuldu vit havt sent enn meira pening í umfar við at brúka meira pengar úr Danmark? Hvat hevði tá hent í búskapinum? At tey royna at billa fólki inn, at blokkstuðul er trygdin fyri vælferð í Føroyum
Vit eru von at liva av SU og klára okkum í Danmark. Men í Føroyum er alt dupult so dýrt, so her vóru vit í ringari støðu. sigur hon. Onki pláss Av berari frustratión ringdi og vitjaði Mari ofta Snarskivuna [...] at ganga heima og bíða og bíða. Tað kostar nógvan pening at flyta heim, og vit høvdu brúk fyri tveimum intøkum, greiður Mari frá. Fyri at fáa tað fíggjarliga at bera til at vera í Føroyum søkti Mari stuðul [...] tað ikki var nakað tilboð til okkum, og ongin visti nær vit kundu fáa nakað pláss, greiður Mari frá. Ýr hevði tá gingið hjá dagrøktarmammu í eitt hálvt ár í Odense, og var von við at spæla við onnur børn
sum er í (og halt tær nú fast) í ævintýrinum um: »Den grimme ælling«(!)«. Ja, ak og vé og skrekk – ein dunnuhylur og annar! Ein góð røða – sum ein miðal millumskúlafrístílur – ið krevur bata? Og hvagar [...] mun á einum ektaðum valara og einum morðgírigum kapitalisti. Allir litir farast og fána í vælferð vestanveldanna. Og so hvørt sum munurin minkar millum fólk og fæ, litir og kyn. Fólkaflokkurin reiddi sær [...] nevndum og bólkum, sum ferðast, fundast og fjantast um nýggj virðir (uha) og í fríkorterinum berjast tey um lás og hurðar. Eina savningarstjórn? Heimskreppan herjar enn. Landsskútan liggur tvør í brotunum
sjálv, at eg skal blíva betur til at kunna fólk og skipanina, sum eg virki í. Eg eri von við at hava egið virkið, taka avgerðir og føra tær út í livið, men í einum politiskum systemi er tað eitt sindur øðrvísi [...] kompliserað, og tað ger kanska lívið lættari. Og ein styrki, sum kemur til góðar sum borgarstjóri, er, at eg eri góð til at fylgja málum upp. Í kommunupolitikki eru nógvir myndugleikar uppi í málum, og tað er [...] at eg havi góðan politiskan stuðul í býráðnum, og tað ger meg sterkan. Ofta verður sagt, at politikkur er skitin, men býráðspolitikkur er rættiliga praktiskur, og samstarv snýr seg um persónar. Eg haldi
2008-2012 við í miðal 5,2% – við støði í 1990. Síðani tá hava uppfylgjandi COP-fundir (Conference of the Parties) verðið hildnir av og á. Nú í december 2009 í Kjøpinhavn, sum tann 15. í røðini og tí nevndur [...] okkum og okkara børn! Og mundi samfelda svarið verðið eitt rungandi: Ja! Um løgtingslimir og brigadan vórðu spurd um, um tey skuldu fara 20% niður í løn og forbrúki? Løgtingið dregur eina línu - Og løgtingið [...] av okkara land- og sjóøki, har jú aðrir eisini flúgva og sigla um og dálka nakað, meðan tey dálka munandi meiri aðrastaðni. Tá høvdu vit verið á glæstrileið í mun til so mong onnur lond í heiminum. Fyri
bestu kryddsild)? Og hvussu veit við klekistøðini í Skopun? Og hvar eru øll ullvirkini og ullin ”Føroya gull?” – Í brennistøðini. Og hvar endaði grísafarmurin á Tvøroyri? – Í brennistøðini. Og so framvegis [...] procent) í mun til inntøkurnar í 1998. Útreiðslur Í 1998 vóru landskassans rakstrar- og íløguútreiðslur 3.1 milliardir. Í 2003 vóru landskassans somu útreiðslur 3.9 milliardir, ella ein øking upp á 25% í mun [...] Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin avgreiddu til hvørt hús og hvørt heim í Føroyum (16500 eintøk, varð sagt). Hetta hendi í árinum 2000. Perman snotilig og innihaldið skrivað, alfaðirliga
ókeypis og fær fólk at fara á føtur, og “Megansa lóg” sendir bara uppaftur fleiri børn í føvningin á pedofilum. Hevði Jan Jacobsen tímað — og helst áðrenn hann fór í holt við at tosa humbukk í Eygsjón [...] hugt at próvtilfarinum, og sum er í yvirflóð, hevði hann alt fyri eitt sæð, at sovorðið sum kortlegging av pedofilum, og at kanna hvønn Hanus og Janus, sum hevur samband við børn og ung, ber við sær, at talið [...] afturáaftur og oyðileggja enn eitt barnalív. Hetta er hví, at talið av barnaneyðtøkum og morðum er vaksið í mestsum øllum statum í Amerika, ið hava viðtikið Megansa lóg. Ein lóg, sum kriminal-advokatar í Amerika
fá ártíggjur, og tað tekur kanska eitt sindur longri at avfólka Suðuroynna. Allur útviklingur í Føroyum er uppsteðgaður sunnan fyri Skopunarfjørð? Hví? Tí alt er í og rundan um Tórshavn, og tað má kanska [...] Tykkara politikkur hevur beint fyri útoyggjunum. Tykkara politikkur røkkur bert til Tórshavnar og nærmasta umhvørvið, soleiðis at bæði norðast í Føroyum, men einamest sunnanfyri, doyggja Før-oyar út. [...] ikki okkum eitt fast samband, hóast tit til hvørt val við lóg og í sam-gongu-skjali hava lovað okkum hetta sum fyrsta stig á suðurleiðini. Og nú loypa tit frá. Einaferð enn støkka tit undan tykkum sjálvum
okkara toski og hýsu við eldri og bíligum skipum hava vit heimsins mest burðardyggu fiskivnnu og mest orkusparandi toska og hýsuveiðu í heiminum. Klaksvík tann 21.09.2009 Óli M. Lassen, næstf. í Felagnum Línuskip [...] verður brúkt at stýra fiskiskapinum undir Føroyum gevur ikki tað ætlaða úrslitið. Tað sum sæst í dag er ov stórar íløgur, vánalig gongd í flotanum og vánalig støða í fleiri týðandi fiskastovnum., serliga [...] fiskidagaskipanini hevur. Tá fiskidagaskipanin kom í gildi í 1996 vóru tað umleið 41.000 fiskidagar í skipanini. Í seinasta fiskiárið vóru tað umleið 32.000 dagar í fiskidagaskipanini, men av hesum vóru einans