Sambinding av Føroyum er alneyðugt at halda fram: Undanstøkkingar politikkur

Hetta er tann reini og skeivi armóðspolitikkur, sum samgongan ætlar at føra, og hon greiðir ikki eingang at halda sítt egna samgonguskjal? Eg veit ikki, hør tekur undir við Jóannesi Eidesgaard og Eyðgunn Samuelsen í landsstýri og á løgtingi í teirra armóðspolitikki: bara Alma fær nokk at gjara út við, so eru føroyingar bjargaðir! Men eg haldi, at tað er ikki so, einki land ella fólk livir bara av almannaveitingum?

Tykkara politikkur hevur beint fyri útoyggjunum. Tykkara politikkur røkkur bert til Tórshavnar og nærmasta umhvørvið, soleiðis at bæði norðast í Føroyum, men einamest sunnanfyri, doyggja Før-oyar út.
Sandoyggin verður avfólkað innan fyri heilt fá ártíggjur, og tað tekur kanska eitt sindur longri at avfólka Suðuroynna.
Allur útviklingur í Føroyum er uppsteðgaður sunnan fyri Skopunarfjørð? Hví? Tí alt er í og rundan um Tórshavn, og tað má kanska vera so, men so eiga vit onnur at sleppa til Havnar á best møguligan hátt. Men so er ikki, tí tit unna ikki okkum eitt fast samband, hóast tit til hvørt val við lóg og í sam-gongu-skjali hava lovað okkum hetta sum fyrsta stig á suðurleiðini. Og nú loypa tit frá. Einaferð enn støkka tit undan tykkum sjálvum???
Fyrst vóru tíðirnar ov góðar, so ikki kundi byrjast. So fekk Tjóðveldið skyldina, men nú kom tað eftir øllum at døma fram, at Javnaðarflokkurin hevur onki meint við sínum lovorðum til suður Føroyar, har hann hann hevur átt flestu atkvøðurnar ???
Verða eingir pengar avsettir sambært sam-gonguskjalinum til Sand-oyartunnil, og verður felagið til endamálið ikki stovnað nú, so kunnu vit bert staðfesta, at hetta er undan-støkkingar-politikkur, sum samgongan førir. So langt fór javnaðarflokkurin.
Var tað ikki ein løg-maður, sum segði í seinasta mánaða í fjølmiðlunum, at so leingi hann var løgmað-ur, skuldi samgonguskjalið haldast??? Meinti tú tað ikki?
Fyrst vóru tíðirnar ov góðar – so vóru tað hini, sum ikki vildu – nú eru tíðirnar ov ringar – eg byrji nú at skammast yvir flokk mín – javnaðarflokkin.
Takið tykkum saman, ella leggið frá tykkum.