Dreningin av landskassanum

Tíðargrein:

Sum øllum kunnugt, so avgjørdi loysingarlandsstýrið og ein meiriluti á løgtinginum at skerja blokkstuðulin úr ríkiskassanum – 932,8 milliónir – við 317 milliónum tann 1. januar 2002 uttan at útvega landskassanum aðrar inntøkur í staðin fyri niðurskurðin av blokkinum. Og sum rosinan í pylsuendanum avgjørdi landsstýrið samstundis (við løgtingsins loyvi?) at steðga allari dýrtíðarviðgerð av restblokkinum.
Í lógaruppskotinum frá landsstýrinum um yvirtøku av skúlaverkinum og almennu forsorgina, sum innibar nevnda niðurskurð av blokkinum, er m.a. tilskilað, at ”lógin um yvirtøku hevur sum aðalendamál at skipa skipaðar yvirtøkur av málum og málsøkjum í heimastýrislógini, og at hendan yvirtøka fór at fáa fíggjarligar/búskaparligar avleiðingar fyri landið/landsmyndugleikar, men ongar avleiðingar fyri kommunalar myndugleikar, pláss/øki í landinum, fyri ávísar fe lagsbólkar/felagsskapir, vinnuna ella sosialar avleiðingar.”
Landsstýrið metti eisini, at tann føroyski búskapurin fór at kollsigla, um blokkurin varð brúktur til almannaverkið, heilsuverkið og skúlaverkið, tað hann upprunaliga var oyramerktur til.
Hetta sera viðkvæma fíggjarmál frá landsstýrinum beindi løgtingið í uttanlandanevndina!!
Komið aftur úr nevndini, drenaði løgtingið landskassan við 317 mió. um árið frá 1. januar 2002 at rokna,
og sum sagt uttan at útvega landskassanum aðrar inntøkur í staðin fyri.

Við støði í landskassans ársroknskapum ber til at meta um avleiðingarnar av blokkniðurskurðinum og hvussu væl ella vánaligt landsstýrið dugdi at meta um avleiðingarnar av niðurskurðinum.
Í árunum 2002-2008 hevði landskassin eitt samlað rakstrarhall (við íløgum) upp á 1.5 milliardir. Í sama tíðarskeiði fekk landskassin 7 ferðir 615,5 milliónir við blokkstuðli, ella samanlagt 4.3 milliardir.
Um nú blokkurin ikki varð drenaður við 317 mió. tann 1. januar 2002, so hevði landskassin ikki havt hall upp á 1.5 milliardir, men eitt avlop upp á 7 00 milliónir í hesum sama 7 ára skeiði.
Framhaldandi við støði í landskassans roknskapum kunnu vit fáa eina mynd frá 1999-2003 – tíðarskeiðnum: ”hesa-ferð-skal-tað -verða-psykosan” – landskassans inntøkum og útreiðslum viðvíkjandi:
Inntøkur
Í 1998 vóru landskassans inntøkur 3.6 milliardir. Tá eru tær 900 milliónirnar, sum ríkiskassin eftirgav landskassanum, ikki við.
Í 2003 vóru inntøkurnar 3.9 milliardir, ella ein øking upp á 8% (átjan procent) í mun til inntøkurnar í 1998.
Útreiðslur
Í 1998 vóru landskassans rakstrar- og íløguútreiðslur 3.1 milliardir. Í 2003 vóru landskassans somu útreiðslur 3.9 milliardir, ella ein øking upp á 25% í mun til útreiðslurnar í 1998. Í hesum 5 ára skeiði øktust útreiðslurnar eitt nú til lønir v.m. við 60%. Frá 1 milliard til 1.6 milliardir.

Fólk, eisini tey við køldum og seigligum sinnalagi, mugu øtast. Tey minnast bóklingin ”Frá heimastýri til fullveldi,” sum Føroya landsstýri, Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin avgreiddu til hvørt hús og hvørt heim í Føroyum (16500 eintøk, varð sagt). Hetta hendi í árinum 2000. Perman snotilig og innihaldið skrivað, alfaðirliga docerandi, sum var tað ætlað næmingum í 7. flokki – men lítið eftirfarandi. Til dømis vildu útgevararnir vera við, at vit (les landskassin) rindaðu rokningina fyri serlæknaviðgerð á Ríkishospitalinum og øðrum sjúkrahúsum í Danmark. Hetta er møsn. Beinleiðis ósatt. Til og við 2001 vórðu hesar útreiðslur goldnar av blokkinum úr ríkiskassanum. Í 2002 stongdi landsstýrið fyri allari hækking av blokkinum, eisini ”sjúkrahúsblokkinum,” og tað er orsøkin til, at okkara heilsuverk er komið í peninganeyð. Í 2008 til dømis kostaði serlæknaviðgerð á donskum sjúkrahúsum 98 milliónir, meðan einans 53 milliónir vóru (og eru) í blokkinum til tað endamálið. Tær írestandi 45 milliónirnar vórðu ætlandi tiknar úr landskassans likviditeti.
Í bóklinginum fráboðaði landsstýrið og teir tríggir flokkarnir, at landskassans yviskot, íroknað tveir triðingar av ríkiskassablokkinum, framyvir skuldi samansparast til nýtslu, um búskapurin fór at verða fyri afturgongd. Men til tess at røkka á mál, ”er ein avgerandi fortreyt, fyri at vit kunnu taka politiska ábyrgd, at vit verða loyst úr teirri búskaparligu og politisku bindingini, sum blokkstuðulin hevur við sær.” Og stutt varð frá orði til gerning: Í 8 ár hava føroyingar áhaldandi tveitt almennan pening í milliardatali á bláman. Fyrr í tíðini vóru føroyingar nógv á seiðabergi, men frá 1. januar 2002 broyttist hesin siður; tær almennu Føroyar fóru at standa á fullveldisbergi. Og eldhugaðir hava hesir somu politikarar treiskliga staðið á bergi og gjarað við peningi, sum annars var ætlaður skúlum og sjúkum. Starandi í tóman heim gera teir hetta, tí ”um vit í verki skulu standa á egnum beinum, er fyrsta treyt, at vit megna at byggja upp ein sjálvberandi føroyskan búskap.”
Tessvegna siga hesi somu destruktiónsfólk: á bláman við almennum peningi, hann er av tí ónda, serstakliga um talan er um pening ætlaður til tey ”bleytu virðini.”
Sjálvberandi føroyskur búskapur? Jamen, hvar eru tær føroysku eplavelturnar, kornakurin, eggini, gularøturnar, radisurnar, rótakálini. tomatirnar, toskalivurin (roykt) í dósum? vatn í fløskum? tað feska føroyska kjøtið í handlunum? Hvar eru vakstrarhúsini til grønmeti, hvar er hermetikkfabrikkin í Klaksvík (við heimsins bestu fiskabollum)? Og sildaframleiðslan á Glivrum (við heimsins bestu kryddsild)? Og hvussu veit við klekistøðini í Skopun? Og hvar eru øll ullvirkini og ullin ”Føroya gull?” – Í brennistøðini. Og hvar endaði grísafarmurin á Tvøroyri? – Í brennistøðini. Og so framvegis kundi verði spurt eftir sjálvberingini. Higartil er ikki annað borið enn almennur peningur á bláman til óbótaligan skaða fyri hús og heim í Føroyum.

Um skamma tíð verður ætlandi farið undir at fíggja sjúkrakassarnar yvir skattin. Hetta inniber, at 16 milliónir hvørva úr ríkiskassablokkinum. Meira gjar til sjálvberandi fullveldisbergið!
Heilaga fávitska! Hvar eru allar milliardirnar, sum so sannførandi í skrift og talu skuldu ”byggja upp ein sjálvberandi búskap, og sum samstundis skuldu goymast og nýtast, um búskapurin verður fyri afturgongd?” Hvar er tað paradísiska Shangri-La, sum varð okkum lovað? Ella hava vit misskilt nýggjan føroyskan politikk.
Okkara lítla samfelag skal kanska fyrst niðurbrótast í sjálvum fundamentinum, áðrenn tað forjettaða landið uppstendur?

Hóast tað, ið her er skrivað, er í tátíð, so er tað tíverri eins relevant í nútíð.

Ein skinnfluga gjørdist einaferð óð í høvdinum. Hon vildi verða nógv størri. Hon fekk stórlætisørskap. Hon vildi lata luftina út sum ein elefantur, og tað gjørdi hon. Hon sprongdist og hvarv í stumpum og stykkjum.
Fyri ellivu árum síðani vildi Føroya landsstýri eisini vera nógv størri. Tað vildi hava nýtt kostnaðarmikið oljumálaráð við ongari olju og eitt nýtt, eisini kostnaðarmikið, skjóttvirkandi sjálvstýrismálaráð at burturbeina verandi sjálvstýri. Fyri seks árum síðani hvurvu bæði ráðini í tóman heim, haðani tey komu. Eksperimentið órógvaði dagligu tilveru føroyinga í ólukkumáta umframt at kosta skattaborgarunum (landskassanum) hundraðtals milliónir.
Í meira enn eina hálva øld hava uttanríkismál verið málsøki hjá løgmanni. Í 2007 játtaði løgtingið 16 millónir til hetta økið. Í 2008 fekk landsstýrið aftur stórlætiseyðkennið, sum forkom skinnfluguni. Ein nýggj grein uppstóð í løgtingsins fíggjarlóg, § 16: Uttanríkismál. Í 3 ár er hendan ballónin tambað við 212% úr 16 milliónum til 50 milliónir (fíggjarlógaruppskot í 2010). Í 1997, árið undan at loysingar tríeindin fekk vald í landsstýrinum, játtaði løgtingið 4.8 milliónir til uttanlandsmál (viðskiftastovur), og av hesum vórðu brúktar 2,9 milliónir, ella 47,1 milliónir minni enn fíggjarlógaruppskotið 2010. Vit eiga her ikki at gloyma, at uttanríkismál er ikki yvirtikið málsøki, og at vit tessvegna kunnu og mugu pikka upp á dyrnar hjá tí danska uttanríkisministeriinum, sum hevur ambassadu, charge d´affaires og konsulat v.m. í øllum heimsins londum. Haðani fáa vit (enn) góða ráðgeving og hjálp – free of charge.
Í meira enn eina hálva øld hevur løgtingið játtað pening til viðskiftastovur í Aberdeen, Keypmannahavn og í nøkur ár eisini í Rom, men síðani 2003 hevur løgtingið játtað pening til føroyskar ambassadur (sendistovur) í Keypmannahavn, Evropasamveldinum, London, og Reykjavík. Og nú eisini til eina ráðharrastovu (ministerium). Kostnaðarmikil navnabroyting, má sigast. Um vit í heila tikið hava altjóða førleika, góðkenning og immunitet og serrættindi til slíkt, kann av sonnum verða spurt? Er hetta alt ynskidreymur ”So ein Ding…”? Danir hava nakað, teir kalla sandkasseleg. Summi fólk, sum liggja við strendurnar í suðurlondum, kunnu vera ómetaliga kring í at byggja glæstriborgir og annað úr sandi tætt við sjóvarmálan. Men listaverkini hvørva við flóð og fjøru og glopraregni. Og søguna um tann nakna keisaran, sum hvørt barn kennir, sleppa vit ongantíð undan, hon vil altíð elta okkum. Fáfongdin, errinskapurin eldast ikki.

Er tað ikki so, at hann, ið ger okkurt skeivt og ikki rættar skeivleikan, ger harvið aftur nakað skeivt? Og man hetta óhepna fyribrigdið í fluttari merking ikki vera víggið, sum rotar okkara samfelagsskipan og fær samfelagið alt at rilla?

Um føroyskur politikkur varð framdur við hógvi og vanligum viti og skili, eitt nú um ríkiskassans %-partur av kostnaðinum til skúlaverk og almenna forsorg varð ávegis lækkað eitt sindur – stig fyri stig – og dýrtíðarviðgerðin av blokkinum dagførd, sum avtalað er millum stjórnina og landsstýrið, so hevði myndin í dag verið ein heilt onnur – og so hevði landsstýrisins puerila meting í august 2001 kanska hildið. Men gakk! Hastverk, lastverk, veruleikafjarður heilaspuni. Words, words, words.
Mark Twain segði, at kendasti munurin millum kettu og lygn er, at kettan hevur einans níggju lív.

Samanumtikið kann sigast, at alt tað negativa og illavorðna og mannminkandi, loysingarfólk hava sagt og skrivað um ríkiskassablokkin síðani oktober mánað 1992 til dagin í dag, er ósatt ørvitistos, sum hevur fingið sera óhepnar og álvarsligar avleiðingar og árin á okkara lóggevandi og útinnandi vald. Men nú liggja vit, sum vit hava reitt. Enn rennur í tímaglasinum.
Tað tók bert 9 ár at gloyma 6. oktober 1992 – stuttmint, má sigast.

Fenomenið chauvinistisk nationalisma hevur forkomið mangan búskap og mangt eitt samfelag størri enn tað pinkulítla klettalandið á víðum heimshavi – at meta javnt við eitt sandkorn á gólvinum í einari veitsluhøll – sum William Heinesen so tignarliga gjørdi heimskent.